Búskapar- og Almannaráðið í ST

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Høvuðssætið er í New York City.

Búskapar- og almannamálaráðið í ST (á enskum United Nations Economic and Social Council, stytt ECOSOC) umsitur fíggingina til undirstovnar í ST og virkar fyri at samskipa ítøkiliga arbeiðið, sum verður gjørt um allan heim. Høvuðsuppgávan hjá Búskapar- og Almannaráðnum er at samskipa tað búskaparliga og sosiala arbeiðið í ST høpi, bæði hjá ST sjálvum og hjá stovnum, sum hoyra til ST-familjuna. Ráðið hevur 54 limir, sum Aðalfundurin velur við støði í einum landafrøðiligum býti millum ymsar partar av heiminum. Limirnir verða valdir fyri trý ár í senn. Búskapar- og Almannaráðið hevur stóran týdning í Sameindu Tjóðum, hetta sæst millum annað í at virkisøkið hjá ráðnum fevnir um á leið 70 prosent av øllum starvsfólka- og fíggjarorku hjá ST stovninum. Omanfyri tvey túsund ikki-stjórnarfelagsskapir hava ráðgevandi støðu hjá Búskapar- og Almannráðnum. Ráðið samskipar fleiri av uppgávunum, sum stovnar knýttir at ST standa fyri, til dømis umhvørvisátøk, heilsuátøk og landbúnaðartiltøk.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo