FAO
ST felagsskapurin FAO (á enskum Food and Agriculture Organization of the United Nations, á føroyskum Matvøru- og Landbúnaðarfelagsskapur Sameindu Tjóða) arbeiðir við millum øðrum spurningum um mat og føðslu. FAO er ST-felagsskapur, ið umsitur matvøru og landbúnaðarmál. Heimildirnar og endamálið hjá FAO eru at betra føðigóðsku og lívskor kring heimin, stuðla uppundir vøkstri í globala búskapinum og tryggja veitan av matvøru til tað vaksandi fólkatalið í heiminum. FAO fremur sítt endamál við at virka sum ein altjóða vitanardepil, ið veitir ráðgeving og stuðul til limalondini. Felagsskapurin samskipar og arbeiðir móti at áseta altjóða mannagongdir og reglugerðir. FAO og limalondini samstarva eitt nú innan menningarvirksemi, og limalondini kunnu gagnnýta dátugrunnar og hagtøl, ið felagsskapurin umsitur. FAO var settur á stovn í 1945 og hevur í 2013 190 limalond.
Bert sjálvstøðugir statir kunnu fáa fullan limaskap í FAO. Stjórnarlógin hjá FAO inniheldur tó greiðar ásetingar um atlimaskap. Føroyar hava atlimaskap í FAO. Sum atlimur fáa Føroyar fulla atgongd og talurætt á ráðstevnum, aðalfundum og nevndarfundum, bert ikki atkvøðurætt. Tað er tó ikki vanligt, at atkvøtt verður um faklig ella politisk mál, ið verða viðgjørd. Føroyski áhugin er serliga fyri nevndini CoFi (stytting fyri Committee on Fisheries). Fyri Føroyar hevur tað stóran týdning at vera við í tí partinum, sum varðar av fiskivinnu. Flestu fiskivinnulond hittast javnan í CoFi at viðgera mál, sum hava felags áhuga, so sum felags meginreglur fyri burðardygga fiskivinnu. Nógvar altjóða leiðreglur um fiskivinnu og aling fáa sítt skap í CoFi, og tí er luttøka umráðandi fyri lond, sum ynskja at ávirka altjóða fiskivinnupolitikkin í framtíðini.
CoFi heldur høvuðsfund annaðhvørt ár í Róm í Italia, har FAO høvuðsskrivstovan er. CoFi hevur tvær sernevndir, onnur arbeiðir við aling og hin við handli í fiskavørum. Tær hava eisini fund annaðhvørt ár. FAO aðalskrivstovan hevur harumframt eina deild fyri fiskivinnu og aling, sum skipa fyri serfundum og ger frágreiðingar viðvíkjandi fiskivinnu eftir áheitan frá CoFi, umframt at fiskivinnudeildin annaðhvørt ár ger eina umfatandi støðulýsing av fiskivinnu og aling.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]
Dótturfelagsskapir : Altjóða verkamannafelagsskapur Sameindu Tjóða (ILO) | Undirvísingar-, Vísinda- og Mentanarstovnur Sameindu Tjóða (UNESCO)
Barnagrunnur Sameindu Tjóða (UNICEF) | Matvørufelagsskapur Sameindu Tjóða (WFP) | Heilsufelagsskapur Sameindu Tjóða (WHO)
Høvuðsstovnar: Aðalsfundurin • Trygdarráðið • Búskapar- og Almannamálaráðið • Altjóða Dómstólurin • Aðalskrivstovan • Tilsjónarráðið