Jump to content

Saudiarabia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Saudiarábia)
المملكة العربية السعودية
al-Mamlaka al-‘Arabiyya as-Su’ūdiyya
Kongsríki Saudi-Arábia
Flagg Saudi-Arábia
(Flagg Saudi-Arábia)
Skjaldarmerki Saudi-Arábia
(Skjaldarmerki Saudi-Arábia)
Tjóðarslagorð: There is no god but God; Muhammad is His messenger
Tjóðsangur: Aash Al Maleek
(føroyskt: Leingi livi kongurin)
Alment mál Arábsikt
Høvuðsstaður Riyadh
Kongur Abdullah bin Abdul Aziz
Kronprinsur Sultan bin Abdul Aziz
Fullveldi 8. januar 1926
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2,149,690 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
28 436 752
11,8/km²
Gjaldoyra Saudiskur Riyal (SAR)
Tíðarøki UTC +3
Økisnavn á alnetinum .sa
Telefonkota +966

Saudi-Arabia (arábiskt: المملكة العربية السعودية, al-Mamlaka al-ʻArabiyya as-Suʻūdiyya), eisini nevnt Saudiarabia ella Saudi-Arábia, er størsta landið á arábisku hálvoynni. Tað er heimsins 13. størsta land. Saudi-Arábia hevur mark við 7 lond: Í eystri hevur Saudi-Arábia mark við Kuveit, Katar og Sameindu Emirríkini, í suðuri við Oman og Jemen, í norðri Irak og Jordan og vesturi er Reyðahav. Landið hevur umleið 25 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Riyadh og høvuðsmálið er arábiskt.

Saudi-Arábia er størsta oljuland í heiminum og vinnur út 25 % av allari olju, nýtt verður í heiminum. Næstan 90 % av landsins útflutningi er olja. Saudi-Arábia er eitt av høvuðsslondunum í OPEC (altjóða oljulandafelagsskapur). OPEC ásetur, hvussu stór oljuútvinningin og oljuútflutningurin skulu vera og verjir áhugamál limalandanna.

Næstan alt Saudi-Arábia er turr oyðimørk og berligt runnalendi, púra ónýtiligt sum dyrkilendi. Eingin landbúnaður fær verið, uttan at vatn verður veitt. Nýgjørdar vatnveitingarskipanir gera, at saudiarábar nú dyrka melónir, tomatir, hveiti og bygg í oyðimørkini.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]
Restriksjónirnar fyri kvinnur eru mangar. Kvinnur kunna t.d. hvørki koyra bil ella ferðast frítt.

Tað er lógarkrav í Saudi Arabia, tú skalt vera muslimur. Tað er ólógligt at trúgva nakað annað. Saudi Arabia er eitt hitt strangasta muslimska landið í Miðeystri – nógv strangari enn eitt nú Irak og Afghanistan, og brotini á altjóða mannarættindi eru mong í tali. Saudi Arabia og Abdullah kongur verða tó sjáldan nevnd fyri tað ringa í altjóða politikki, m.a. tí Saudi Arabia er eitt tað ríkasta land í heiminum og situr á einum avgerandi stórum parti av heimsins oljuframleiðslu.

Saudi-Arabia hevur strangar lógir um at menn og kvinnur ikki kunna umgangast alment, uttan so at tey eru gift. Samstundis eru lógir um, at kvinnur heldur ikki sleppa at arbeiða í handlum ella koyra bil. Saudi Arabia hevur tikið undir við sáttmálanum um barnarættindi, sum klárt setir forboð fyri at nýta deyðarevsing móti ungmennum.

Myndugleikarnir í Saudiarabia hava sett fólki forboð fyri at skipa fyri mótmælisgongum ella øðrum mótmælistiltøkum ímóti landsins stýri.

Deyðarevsing

[rætta | rætta wikitekst]

Nýtslan av deyðarevsing er hækkað í stóran mun í Saudi Arabia seinastu árini. Landið avrættar nú yvir tvey fólk um vikuna – ofta við almennum hálshøggingum. Í 2008 eru í minsta lagi 71 fólk blivin avrættað í Saudi Arabia. Saudi-Arabia hevur um vikuskiftið 1. mars 2015 avrættað ein drápsdømdan mann. Hann bleiv hálshøgdur. Maðurin er tann 35, ið er avrættaður i landinum higartil í 2015. Narkotikasøla, neyðtøkur, dráp, vápnð rán og fráfall frá Islam er brotsgerðir sum føra til deyðadóm í Saudi-Arabia. Ofta verða tey dømd til deyða við ófullfíggjaðum prógvum og við lutvíst loyniligum rættarmálum, har tey ákærdu sjáldan fáa møguleika at nýta sakførara ella tulk. Dømi eru um deyðadømd, sum ikki hava kent lagnu sína fyrr enn tann morgunin, tá tey verða førd til almennu avrættingina. Saudi Arabia skilir seg út frá øðrum londum, sum nýta deyðarevsing, við eisini at avrætta ung, sum hava framt brotsverk teirra, áðrenn tey eru blivin 18 ár – og hetta er brot á altjóða lóggávu.

Saudi Arabia hevur tikið undir við sáttmálanum um barnarættindi, sum setir forboð fyri nýtslu av píning og deyðarevsing viðvíkjandi persónum undir 18 ár. Við at nýta hesar revsingar móti børnum brýtur Saudi Arabia tí skyldur sínar sambært altjóða lóggávu. Deyðarevsing verður nýtt fyri nógv lógarbrot, harímillum nøkur, sum eins og í hesum máli ikki hava deyða við sær. Rættarmálini eru ofta órættvís og liva ikki upp til altjóða krøv.

Landalæra

[rætta | rætta wikitekst]

Um 90% av landinum er heit og turr sandoyðimørk. Størstu oyðimerkurnar eru Nafudoyðimørk fyri norðan og Rub al Kali fyri sunnan. Veruligar áir eru ongar, men bara áarfør, sum sum fyllast við vatni, tá ið regnar, og tað er so sjáldan, at tað kunnu vera gjørt landið ovurríkt og ógvuliga máttmikið og hevur verið við til at ment ídnaðin og landbúnaðin og lívskorini hjá fólkinum munandi.

Mekka, har Muhammed profetur varð borin í heim, og sum er halgasti býur islams, er vestarlaga í Saudi-Arábia.

Lanslutir í Saudi-Arábia

[rætta | rætta wikitekst]
Lanslutir í Saudiarábia.

1. Al Bahah
2. Al Hudud ash Shamaliyah
3. Al Jawf
4. Al Madinah
5. Al Qasim
6. Ar Riyad
7. Ash Sharqiyah
8. 'Asir
9. Ha'il
10. Jizan
11. Makkah
12. Najran
13. Tabuk

Mong islamsk konufólk ganga við sløri ella sum á hesi myndini í burka, ið fjalir alt, andlit, hár, eygu, kropp og alt sum er.

Í mong túsund ár hava beduinar, ið eru flakkfólk í Saudi-Arábia, farið um oyðimørkina í Saudi-Arábia eftir vatni og beiti til fenað sín. Summir beduinar halda kamelar, aðrir seyð og Geitir. Beduinar búgva í tjøldum, ið eru løtt at seta upp, taka niður og flyta við sær. Nú á døgum fækkast beduinarnir í stórum, tí at myndugleikarnir eggja teimum at búseta seg í bygdum og býum.

Í okkara eygum liva mong muslimsk konufólk í Saudi-Arábia o.ø. arábiskum londum ógvuliga ófræls. Mong ganga í síðum klæðum og við sløri ella burku niður fyri eyguni. Í Saudi-Arábia hava konufólk hvørki loyvi at koyra bil ella at arbeiða saman við mannfólki. Tó hava allar gentur rætt til hægri skúlagongd. Í Saudi-Arábia er eisini púra vanligt, at smágentur verða giftar burtur fyri pengar.

Osama bin Laden sigst vera føddur tann 10. mars í 1957 í Saudi-Arábiska býnum Jeddah, hann varð skotin hin 3. mai 2011.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið