Osama bin Laden

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Mynd frá 2010.

Osama bin Laden ella Osama bin Muhammad bin 'Awad bin Laden, sum hansara fulla navn er, (f. 10. mars í 1957 í Jeddah, Saudi-Arábia - d. 3. mai 2011 í Abbottabad, Pakistan) er fyrrverandi leiðaranum fyri Al-Qaeda. Sum mastermind í Al-Qaeda bleiv hann heimsins mest jakstraði maður eftir yvirgangsálopið á USA 11. september í 2001.

Síðani 11. september í 2001 hevur bin Laden verið mest jagstraði maðurin í heim­i­num [1]. Hann er lagdur undir at standa aftan fyri at­sókn­irnar móti World Trade Center í New York, tá ið umleið 3.000 fólk doyðu. Hann luttók ikki sjálvur í álopinum, men hann verð­ur sagdur at vera ideo­log­ur­in og fyriskiparin aftan fyri álopið. Undan atsóknini í New York stóð bin Laden eisini aftan fyri álopið á eitt ameri­kanskt herskip útfyri Jemen, og seinni hevur hann og Al-Qaeda staðið aft­an fyri bumbuatsóknir í Madrid [2] og London [3].

Osama bin Laden læt lív 3. mai 2011 í skotbardaga við amerikanskar hermenn í Pakistan.

Deyði hansara[rætta | rætta wikitekst]

Osama bin Laden var til 3. mai 2011 mettur at vera heimsins mesta jagstaði maður, eftir álopini á eitt nú World Trade Center og Pentagon tann 11. september í 2001. Atsóknirnar kravdu umleið 3000 mannalív.

Amerikanski herurin hevur leitað eftir Osama Bin Laden líka síðan yvirgangsatsókn ímóti World Trade Center í New York og Pentagon í Washington DC í USA 11. september 2001. Amerikanski forsetin, Barack Obama, bar sjálvur tíðindini fram um, at mest eftirlýsti yvirgangsmaðurin í okk­ara tíð, Osama bin Laden, er dripin. Í einari beinleiðis sjón­varps­røðu tíðliga 3. mai 2011 okkara tíð boðaði ameri­kan­ski forsetin frá, at tað hevur eydnast ameri­kansk­um herdeildum at taka lív­ið av bin Laden. Hann var funnin og dripin í einari bygd, 150 kilometrar norð­an fyri pakistanska høv­uðs­stað­in, Islamabad. Amerikanski forsetin viss­aði amerikansku borg­ar­arnar um, at tað veruliga er Osama bin Laden, sum amerikansku serdeildirnar hava tikið lívið av. Hann segði, at amerikanarar høvdu líkið av manninum, og at DNA-royndir eru gjørd­ar, sum prógva, at tal­an er um heimskenda terror­­istin [4].

Tað frættist frá ameri­kan­sk­um keldum, at bin Laden helt til í einum stór­um húsum í einum væl­hav­arabýlingi í Pakistan. Sjálvt álopið, sum Navy Seals-deildirnar stóðu fyri, vardi í 40 minuttir [5]. Eingin amerikanskur hermaður varð skaddur í skotbardaganum. Bin Laden og hansara fólk gjørdu mótstøðu, og seinni hev­ur tað víst seg, at ein av syn­um bin Laden, ein trygd­ar­vørður og ein kvinna eisini doyðu undir álopi­num. Keldur í Pakistan hava vátt­að, at amerikanskar deild­ir gjørdu álop á húsini har bin Laden helt til. Hvussu nógv Pakistan hev­ur verið uppi í atsóknini vita eygleiðarar ikki, men ameri­kan­arar hava hildið, at pakistanska fregnartæn­ast­an á ein ella annan hátt hev­ur latið upplýsingar far­ið víðari til Al-Qaeda.

Tá ið bin Laden var skotin, tóku amerikansku ser­deild­ir­nar líkið av honum. Eftir hvat amerikanskar keldur siga, so bjóðaðu ameri­kan­ar­ar Saudi-Arabia líkið. Tað vildi Saudi-Arabia ikki hava, og tí er bin Laden griv­in til havs. Vesturlendskir stjórn­ar­leið­arar eru fegnir um hend­ing­ina, meðan ein tals­maður fyri Al-Qaeda sig­ur, at hetta onga ávirkan hev­ur á teirra virksemi. Al-Qaeda fer at halda fram við sín­um virksemi, segði tals­mað­ur­in.

Frøi[rætta | rætta wikitekst]

Barack Obama segði í røðuni, at ætlanin var at handtaka bin Laden. Hann vildi tó ikki geva seg yvir, og skotið varð við skørpum. Tí varð neyðugt hjá amerikonsku hermonnunum at drepa Al-Qaeda leiðaran.

So skjótt tað frættist, at amerikanskir hermenn høvdu gjørt av við Osama bin Laden, savnaðust fólk uttan fyri Hvítu Húsini í Washington DC [6] og á Times Square í New York City [7]. Fólk gingu við amerikanska flagginum og stórum skeltum og sungu tjóðsangin.

Fleiri ríkis- og stjórnarleiðarar fegnast eisini um, at bin Laden er deyður. Fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush (R) sigur, at tað, sum er hent í Pakistan, er ein stórur sigur fyri USA [8]. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at deyði bin Ladens hevur stóran týdning fyri trygdina í heiminum. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, sigur, at tað er ein stórur lætti fyri heimin, at Osama bin Laden er deyður. Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, sigur, at at tað hevur stóran týdning fyri bardagan ímóti yvirgangi, at leiðarin í Al-Qaeda er deyður, men hon leggur tó afturat, at bardagin heldur fram.

Harðskapi[rætta | rætta wikitekst]

USA ávarar allar sínar ríkisborgarar um møgulig hevndarálop eftir at Osama bin Laden er tikin av døgum. Amerikanska uttanríkisráðið heitir á fólk um at vera varin, um tey ferðast uttan fyri USA. Eftir at Osama bin Laden er tikin av døgum, er ein ávísur vandi fyri anti-amerikanskum harðskapi, sigur amerikanska uttanríkisráðið [9]. Amerikanskir ríkisborgarar, sum eru í londum, har tað er vandi fyri, at fólk fara at gera seg inn á amerikanarar, verða bidnir um at halda seg innandura, og at halda seg burtur frá mótmælisgongum. Amerikansku sendistovurnar kring heimin kenna seg eisini hóttar, og hava tí sett serlig trygdartiltøk í verk.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://classic-web.archive.org/web/20080103044553/http://www.fbi.gov/wanted/topten/fugitives/laden.htm
  2. http://gospain.about.com/od/spanishlife/a/madridbombtime.htm
  3. http://news.bbc.co.uk/2/hi/middle_east/4262392.stm
  4. http://news.blogs.cnn.com/2011/05/02/obama-to-make-statment-tonight-subject-unknown/
  5. http://abcnews.go.com/US/osama-bin-laden-dead-navy-seal-team-responsible/story?id=13509739
  6. http://washingtonexaminer.com/local/2011/05/crowds-rejoice-white-house-after-news-bin-ladens-death
  7. http://www.nj.com/news/index.ssf/2011/05/hundreds_gather_at_ground_zero.html
  8. http://www.foxnews.com/us/2011/05/02/president-george-w-bush-congratulates-obama-bin-laden-killing/
  9. http://www.monstersandcritics.com/news/usa/news/article_1636372.php/US-alerts-citizens-abroad-to-danger-after-bin-Laden-death