Jump to content

Kofi Annan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kofi Annan (2018)

Kofi Atta Annan (føddur 8. apríl 1938, deyður 18. august 2018 á Bern, Sveis) var ein ghanesiskur diplomatur ið starvaðist sum aðalskrivari hjá Sameindum Tjóðum frá januar 1997 til desember 2006. Annan og ST fingu Friðarheiðursløn Nobels í 2001 fyri teirra arbeiði við at gera heimin til eitt betri og meira skipað stað.[1] Hann er formaður fyri The Elders, ið er ein felagsskapur ið Nelson Mandela stovnaði.

Kofi Annan, sum í tvær setur, frá 1997 til 2006, røktaði sessin sum aðalskrivari í ST doyði 18. august 2018 á einum sjúkrahúsi í Sveis, 80 ára gamal. Annan var tann fyrsti myrki afrikanarin, sum var aðalskrivari í ST. Í 2001 varð Nobel friðarheiðurslønin deild ímillum Kofi Annan og ST. Kofi Annan fekk heiðurslønina fyri at hava kveikt ST og arbeitt fyri mannarættindum. Í grundgevingunum varð eisini nevnt, at hann hevði lagt serliga orku í at arbeiða fyri at steðga HIV-smittuni í Afrika og at hann hevði arbeitt ímóti altjóða yvirgangi. Eftir at Kofi Annan fór frá sum ST-aðalskrivari, stovnaði hann Kofi Annan Stovnin, sum arbeiddi fyri altjóða menning. Hann var eisini valdur av ST at leiða teirra arbeiði fyri at steðga krígginum í Sýria. Kofi Annan, sum upprunaliga var úr Ghana, búði síni síðstu ár í Sveis saman við konuni.

  1. Annan, Kofi. "The Nobel Peace Prize 2001". nobelprize.org. http://www.nobelprize.org/nobel_prizes/peace/laureates/2001/index.html. Heintað 25 July 2013. 


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið