Osiania
Kyrrahavsoyggjarnar verða býttar sundur í tríggjar høvuðspartar: Mikronesia har norðuri, Melanesia har suðuri og Polynesia har eysturi. Hesir oyggjabólkar eru partar av einum uppaftur størri øki nevnt Oseania ella Osiania. Oseania stavar frá franska orðinum fyri hav Océanie [1]. Fjúrtan sjálvstøðug lond eru har, teirra millum onkur av heimsins smæstu tjóðum: Nauru, Fiji og Tonga [2]. Evropearar komu í Kyrrahav í 16. øld, og flestu oyggjarnar gjørdust evropeisk hjálond. Nógvar oyggjar eru enn undir til dømis Nýsælandi, Fraklandi og Bretlandi. Árinið úr Vesturheimurin er stórt: nútíðar verksmiðjur, námsvinna, ferðafólkavinna og fiskivinna.
Veðurlagið og landslagið í Oseania er líka fjølbroytt sum økið sjálvt: til dømis í Norðuravstralia vaksa regnskógir, í Nýsælandi eru jøklar, og í mongu kyrrahavsoyggjunum eru pollar og gosfjøll.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Á korti og á globusi eru tær mongu sólsveiptu oyggjarnar í Kyrrahavi sum smá sandkorn, spjadd um alt tað stóra havið. Kyrrahavið er heimsins størsta hav. Tað er stívur triðingurin av allari jørðini og hálvaaðru ferðir størri enn øll heimsins lond tilsamans. Umleið 30 000 Kyrrahavsoyggjar eru, men fólk búgva bara á nøkrum fáum túsund oyggjum [3]. Oyggjar eru um alt Kyrrahav frá Suðuramerika vestur ímóti Landsynningsásia og Avstralia. Hesar ovurnógvu oyggjar eru um stóran part í Kyrrahavi suður úr Landsynningsásia. Avstralásia er Avstralia, Nýsæland, Papua Ný Guinea og ørgrynni av oyggjum tætt við. Avstralia er einasta land, sum er stórt meginland og heimspartur, tann minsti av teimum sjey heimspørtum. Nógvar Kyrrahavsoyggjar eru ógvuliga smáar. Tær eru fjallatindar á havbotninum. Koralriv verja oyggjarnar fyri havalduni.
Kendastu oyggjaflokkarnir eru Tongaoyggjar, Mariannuoyggjar, Sámoaoyggjar, Fijioyggjar og Hawaiioyggjar. Bretland, Avstralia, Frakland og USA hava havt oyggjarnar sum hjálond. Nú eru Fijioyggjar, Sámoaoyggjar og Tongaoyggjar fræls ríki, meðan Hawaiioyggjar eru eitt av veldunum í USA.
Oyggjabólkar
[rætta | rætta wikitekst]- Melanesia: Papua Nýguinea, Sálomonoyggjarnar, Vanuatu og Fiji, umframt Nýkaledónia.
- Polynesia: Hawaii, Nýsæland, Páskaoyggin, Sámoa, Amerikanska Sámoa, Franska Polynesia, Cookoyggjar, Tokelau og nakrar minni oyggjar, sum t.d. Marquesasoyggjar, Tuvalu og Niue,
- Mikronesia: Kiribati, Marshalloyggjar, Mikronesiasamveldið, Nauru og Palau, umframt fleiri amerikonsk hjálond, sum til dømis Guam, Norðurmarianoyggjar og Wakeoy.
Jarðfrøði
[rætta | rætta wikitekst]Kyrrahavsoyggjarnar eru av ymsum uppruna og skapi. Summar eru høgar og fjallbygdar, komnar upp úr stórum gosfjøllum á havbotninum; upp til 4000 m kunnu tær vera. Summar eru lágar koraloyggjar, gjørdar av koraldjórum. Koraldjórið er mest sum av berum kálki. Tað livir í rennandi heitum sjógvi, sum skal vera minst 20 °C, og á grunnum vatni, sum skal vera hægst 50 m djúpt. Koraldjórini byggja í meingi uttan um oyggjar og á grunnum. Tey ungu vaksa upp úr teimum gomlu, og rivið hækkast. Frálíka vakurt er at síggja koraldýrini, tá ið fjarar av teimum; tey líkjast trøum, sum glógvaí bláum, reyðum, korkalittum og grønum litum. Stundum sigur havbotnurin brádliga niður um 50 m dýpi, tá doyggja tey dýrini, sum eru niðan fyri 50 m; men mest sigur hann meira líðandi, so at tey ungu dýrini fáa stundir at vaksa upp úr teimum gomlu, tá verður grynnan livandi og dýpið tað sama. Viðhvørt hækkast havbotnurin undir rivinum, so at tað rísur úr kavi.
Summar koraloyggjar eru heilar, meðan summar eru ringbygdar við pollum í miðjuni og grynnum ímillum ringarnar. Onkustaðni á ringunum er lið ella sund, sum bátar kunnu sleppa ígjøgnum. Men ringt er at koma at landi, tí ofta er avvelt í brimi. Oyggjabúgvarnir eru frálíkir sjómenn. Bátarnir, teir brúka, eru grunnir stokkabátar. Stokkabátarnir eru góðir at leggja inn í brimið við, tí teir koppa ikki so lættliga, um teir koma undir eitt óløgi. Tá ið koraloyggin er komin upp úr havinum, er tað ikki leingi, fyrr enn hon er búgvin at bera frukt. Fuglar setast á hana og taða hana, fræ og gras rekst upp á land og festir røtur. Og í tí lýggja grøðiliga veðurlagi, sum har er, er hon skjótt avvaksin við kokuspálmum og alskyns fruktum.
Oyggjabúgvarnir
[rætta | rætta wikitekst]Fyrsta fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Fyrstu niðursetufólkini komu úr Landsynningsásia til Ný Guinea. Haðani spjaddust tey so við og við til hinar oyggjarnar. Tey sigldu í sjógóðum træbátum. Bara 1000 ár eru síðan fyrstu búseting á t.d. Nýsælandi og Hawaiioyggjum. Upprunafólkið er runnið av trimum ættargreinum, blámennaættini úr Afrika, indo-evropaættini úr India og Indonesia og mongolaættini úr Eysturásia. Nakað væl fyri Kristi føðing vóru stórar fólkaflytingar í syðra parti av Ásia. Tá fóru stórar fjøldir av blámonnum heiman úr Afrika við smábátum eystur í hav. Bátarnir vóru smidliga bygdir við sjóstokkum út frá síðunum, so at teir skuldu ikki koppa. Menninir búsettust eina tíð í Indonesia. Haðani fóru teir longur eystur og komu til Ný Guinea og oyggjarnar eystan fyri hana. Har búsettust teir av øllum.
Upprunamentan
[rætta | rætta wikitekst]Tá ið evropararnir um ár 1500 fyrstu ferð settu fótin á land í Kyrrahavsoyggjunum, vóru tær allar bygdar. Oyggjabúgvarnir dyrkaðu jørðina og róðu út. Teir høvdu eisini hundar, svín og høsn. Jarn kendu teir ikki, men á summum av kyrrahavsoyggjunum vóru risastórar pyramidur, steinmyndir og tempul. Teir høvdu einki skriftmál. Tað tropiska havveðurlagið gjørdi, at teimum nýttist ikki klæðir, brúktu bara eitt skúrt, sum teir nevndu tapa. Tapa gera teir úr børkinum á pappír-morberjatrænum. Konufólkið bukar tann avskrædda børkin við einum serligum lurki, inntil bara trevlarnir eru eftir. Tapaskúrtið lita teir brúnt og nýta tað enn sum veitslubúna. Tann nakna kroppin tatoveraðu teir, prikaðu sjáldsom mynstur ella myndir inn í húðina [4]. Teir vóru góðir træskurðarmenn og bátarsmiðir. Teir trúðu á forfedrarnar, helst gamlar høvdingar, og varðveittu væl minni teirra. Sum tíðin leið, løgdu ymisk long oyggjarnar undir seg. Trúboðarar kristnaðu eisini fólkið. Japanesarar, kinesarar, indarar og evroparar búsettust á summum av oyggjunum og runnu saman við upprunafólkið [5].
Fólkasløg
[rætta | rætta wikitekst]Ný Guinea og oyggjarnar eystan fyri hana eita undir einum Melanesia. Fólkið, sum býr í teimum, eitur melanesar. Melanesar eru sera átøkir skyldmonnum sínum í Afrika, hóast teir hava verið í útlegd í túsundtals ár og eru ímeðan runnir saman við nógvum øðrum fólkasløgum. Eystan fyri Filipsoyggjar er ein annar oyggjarflokkur, sum eitur Mikronesia. Fólkið í Mikronesia, sum vit kalla mikronesar, er runnið av mongolskari og evropeiskari ætt og er komið úr Eysturásia. Tær mongu smáu oyggjarnar og oyggjalondini sum eru í øllum Kyrrahavinum frá Avstralia og eystur ímóti Amerika, kallast undir einum Polynesia. Fólkið, sum býr í Polynesia, eitur polynesar. Polynesar eru upprunaliga komnir úr Suðurásia og Indonesia, haðani teir við bátum hava siglt víða um í øllum Kyrrahavinum og tikið búgv í oyggjunum; sólarrisvíkingarnir vóru teir kallaðir [6].
Kon-Tiki
[rætta | rætta wikitekst]Summir menn halda, at oyggjarnar kunnu eisini vera bygdar av fólki úr Suðuramerika. Í Perú er mannasøgn, at maður, sum æt Kon Tiki, fór um ár 500 haðani vestur í Kyrrahavið. Hann kom til nakrar oyggjar, sum hann nam og búsettist á. Fróðir menn siga, at henda søgnin má vera skeiv, tí fólkið, sum búði undan inkunum í Andesfjøllunum, dugdi ikki at byggja bátar, men hevði flakar í staðin. Tá var tað, at norðmaðurin Thor Heyerdahl (1914-2002) setti sær fyri at prógva, at søgnin kundi vera sonn. Hann gjørdi sær flaka av balsaviði, líkan teimum flakum, sum indiánararnir nýttu. Flakan kallaði hann Kon-Tiki. 28. apríl í 1947 legði hann út av Perú sjálvur sætti vestur í hav. 7. august sama ár var hann komin 8000 km. vestur úr Suðuramerika. Tá strandaði hann á Raroia rivinum og slapp upp á Taumotuoyggjar. Thor Heyerdahl hevur soleiðis prógvað, at tað kann bera til at koma á flakum úr Suðuramerika í Kyrrahavsoyggjarnar [7].
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Landbúnaður
[rætta | rætta wikitekst]Har vaksa pálmar - bæði sagopálmar og kokuspálmar - breyðfrukt - bananir, tarro, sum líkist nakað aftur í epli, og yams. Har eru eisini stórir garðar við sukurrørum og gummitrøum. Kokuspálmin hevur alla tíðir verið aðalfruktin á oyggjunum, tí hann veksur bæði í mold og kálki, og sjóroki ger honum einki. Kokuspálmin veksur skjótt og kann verða 30 m. høgur. Fruktirnar, sum eita kokusnøtir, vaksa uppi í trøunum. Inni í nøtunum er kjarni, sum eitur kopra, tá ið hann er turkaður. Uttan um kjarnan er kokusmjólkin, sum er sera føðgandi og verður havd til drekka. Úr kopruni persa teir kokusolju, sum er góð til mat ella at lata á lapuna. Meginparturin av kopruni verður seldur til ídnaðarlondini, har kokusoljan verður gjørd til t.d. margarin, palmin ella sápu, meðan kokusmjólkið verður havt til sjokulátu ella í húsarhaldinum. Uttan á kokusnøtunum er skal, sum kann trevjast og gerast til tog, teppir og máttur. Nøtin sjálv er góð til bollar, skálir og aðrar búnyttir. Pálmaviður er góður til bátar og hús, og røturnar at flætta til kurvar. Tey longu pálmabløðini eru góð at tekja við, og tey ungu smakka væl, tey eita pálmakál. Úr blómuni fáa teir sukursøta sevja, sum teir gera til vín og kalla arrak.
Turkað kokusnøt spillist seint og er tí góð útflutningsvøra, meðan bananirnar spilast skjótt; tær hava teir sjálvir til matna. Tað hendir stundum, at herviligt ódnarveður tekur seg upp. Stormarnir kunnu vera so frekir, at teir skræða pálmarnar upp við rót, taka hús av grund og reisa so stóra aldu, at hon leggur oman yvir ein stóran part av oyggjunum. Á fjarløgdum oyggjum búleikast fólk næstan sum forfedrarnir. Húsini eru strátakt ella takt við pálmabløðum. Fólk hava høsn og svín og velta fruktir og grønmeti. Tey nýta enn holabát við studningsfjøll til fiskiskap og flutnings. Kokos er týdningarmesta grøðin.
Landalisti
[rætta | rætta wikitekst]Kelduávísingar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Oceania". Oxford English Dictionary (3rd ed.). Oxford University Press. 2001.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2023-08-31. https://web.archive.org/web/20230831000012/https://millenniumindicators.un.org/unsd/methods/m49/m49regin.htm#oceania. Heintað 2012-12-06.
- ↑ http://www.fashionencyclopedia.com/fashion_costume_culture/Early-Cultures-Discovered-Peoples-and-Oceania/Oceania-Island-Culture.html
- ↑ http://snl.no/Oseania
- ↑ http://www.state.gov/r/pa/ei/bgn/
- ↑ "Oceania". Oxford English Dictionary (3rd ed.). Oxford University Press. 2001.
- ↑ http://snl.no/Kon-Tiki-ekspedisjonen