Thor Heyerdahl

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Thor Heyerdahl

Thor Heyerdahl (føddur 6. oktober 1914 í Larvik, Noreg - deyður 18. apríl 2002 í Colla Micheri, Italia) var ein norskur royndarfornfrøðingur, rithøvundur og ævintýrari.

Kon-Tiki[rætta | rætta wikitekst]

Thor Heyerdahl er best kendur fyri at prógva, at mannasøgnin um eina ferð á flaka tvørtur um Kyrrahavið hjá einum manni, sum æt Kon Tiki, kundi vera sonn. Søgnin sigur, at Kon-Tiki og hansara fólk sigldu á flakum úr Suðuramerika tvørtur um Kyrrahavið, fleiri túsund kilometrar móti vestri til Polynesia, har tey búsettast á nøkrum oyggjum.

Flakin "Kon-Tiki" í 1947.

Fyri at prógva, at slík vandamikil ferð yvir Kyrrahavið veruliga kundi gerast við einum flaka, gjørdi hann sær flaka av balsaviði, líkan teimum flakum, sum upprunafólkið í Perú nýtti. Flakan kallaði hann Kon-Tiki. Tann 28. apríl í 1947 legði hann út av Perú og setti kósina vestur í hav. Tann 7. august sama ár var hann komin 8000 kilometrar vestur úr Suðuramerika. Tá strandaði hann á Raroia-rivinum og slapp upp á Taumotuoyggjar. Soleiðis hevði hann prógvað, at tað ber til at koma á flakum úr Suðuramerika í Kyrrahavsoyggjarnar.[1]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Kon-Tiki, snl.no