Jump to content

Marianoyggjar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Mariannuoyggjar)
Marianoyggjar
Northern Mariana Islands Norðaru Marianaoyggjar Guam Guam





Marianoyggjar (á enskum: the Marianas) er ein oyggjabólkur sum hoyrir til USA, sum liggja í Mikronesia í Kyrrahavi, eystanfyri Filippinunum. Marianoyggjarnar liggja uml. 2000 km frá stondini í Suðurjapan og norðan úr Ný Guinea. Marianoyggjar vóru áður nevndar Islas de los Ladrones. Landið fevnir um tær báðar høvuðsoyggjarnar Guam og Norðaru Marianaoyggjar. Oyggjarnar fevna um eitt økið á 1004,5 km². Guamoyggin er tann størsta í oyggjabólkinum Marianoyggjum og eisini størsta í Mikronesia. Hagar koma nógv ferðafólk, tí veðurlagið er avbæra gott. Í tí subtropiska veðurlagnum á Guam vaksa nógvar litfagrar plantur. Oyggjabólkurin er av vulkanskum uppruna. Oyggjarnar hava verið undir amerikonskum yvirvaldi síðan 1898. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari.

Ferdinand Magellan var tann fyrsti evropearin, sum kom til oyggjarnar, tað var 6. mars 1521.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið