Ferdinand Magellan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ferdinand Magellan

Ferdinand Magellan (148027. apríl 1521; portugisiskt: Fernão de Magalhães; spanskt: Fernando de Magallanes) var ein portugisiskur sjófari, ið sigldi undir sponskum flaggi. Hann sigldi hin 1. november 1520 sum tann fyrsti evropearin suður um Suðuramerika og var harvið tann fyrsti evropearin, ið megnaði at sigla til Kyrrahavið. Sundið varð uppkallað eftir honum, Magellansundið. Magellan varð dripin hin 27. apríl 1521 av Lapu-Lapu undir bardaganum við Mactan á oynni Mactan á Filipsoyggjunum, tað hendi eftir at hann hevði roynt at yvirtalað Lapu til at lata seg doypa.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "The Death of Magellan, 1521". Eyewitnesstohistory.com. http://www.eyewitnesstohistory.com/magellan.htm. Heintað 16. november 2010.