Jump to content

Kristindómur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Átrúnaður
Jødadómur - Islam
Kristindómur

Hendan grein er ein partur av røðini Kristindómur

Skriftir

Bíblian · GT · NT
Sálmabók· Katekismus

Greinir um trúgv

Frelsa · Náði
Trúarjáttan

Tríeinigheitin

Faðirin · Sonurin · Heilagi Andin

Merkisdagar

Kirkjuárið
Advent · Jól
Føsta · Páskir · Hvítusunna
Trinitatis · Allahalgannadagur

Lívsringur

Dópur · Konfirmatión
Hjúnaband
Deyði · Jarðarferð

Bønir

Faðirvár

Kirkjulív

Sunnudagur · Prestur
Kirkjubyggingurin
Kirkjan sum stovnur

Gerandislív

Kristin siðalæra

Nýggja testamentið

Jesus · Maria · Paulus

Miðøld

Ólavur Heilagi

Trúbótin

Jan Hus · Martin Luther
Jean Calvin · Ulrich Zwingli
Hans Tausen

Fólkakirkju leiðir

Pietisme · Grundtvigianisma
Heimamissiónin · KFUM og KFUK

Leiðir

Protestantiskar kirkjur
Katólska kirkjan
Ortodoksa kirkjan

Kristindómurin varð til fyri 2.000 árum síðan. Stovnari var Jesus Kristus, ið varð føddur í Betlehem í Ísrael. Jesus var føddur jødi, men fór at leggja út jødisku skriftirnar øðrvísi enn teir skriftlærdu. Eftir at hann var deyður, varð læra hansara skrivað niður, og er tann parturin av Bíbliuni, sum verður róptur Nýggja Testamentið. Tey kristnu trúgva á ein Gud, og at Jesus er sonur Guds. At hann reis upp frá deyðum, og at tey, sum trúgva á hann, skulu eiga ævigt lív. Tekn kristindómins er krossurin, sum Jesus doyði á.

Í fyrstu øld e.Kr. stóð Ísrael undir rómverskum valdi, hóast tað var ímóti jødafólksins vilja. Um ár 30 fór smiðurin, nevndur Jesus, at prædika. Læra hansara varð væl umtókt og mong fylgdu honum. Men høvuðsprestarnir og hinir elstu í jødiska samfelagnum løgdu Jesus undir at spotta Gud og villeiða fólkið. Teir fingu rómverska landshøvdingan Pontius Pilatus at fáa hann fyri rættin. Hann var funnin sekur í gudspottan og krossfestur um ár 33. Viðhaldsfólk hansara hildu hann vera Messias, "hin útvalda" - á grikskum Khristos, haðan navnið á trúarlæru hansara - kristindómur - er komið.

Ein maður, sum í fyrstuni eldhugaður stríddist ímóti læru Jesusar, men brádliga varð umvendur, var ein lærdur jødiskur tjaldmakari úr Tarsos í Lítlaásia. Hann æt Saul - betri kendur undir navninum Paulus. Lív sítt vígdi hann til at boða nýggju trúnna og gjørdist ein av oddamonnum hennara. Í fyrstuni vóru tað næstan bara tey, sum kendu Jesus og høvdu fylgt honum, ið hugsaðu um krossfestingina og trúðu, at hann var risin upp frá deyðum. Men eftir rættiliga stuttari tíð var læra hansara borin um rómverska heimin, og í 313 var kristindómurin alment góðkendur í Rómaríkinum.

Kristin fólk trúgva, at Bíblian er innblást (inspirerað) av Gudi. Bíblian er býtt í tveir høvuðspartar: Gamla Testamenti (heilaga skrift jødanna) og Nýggja Testamenti, skrivað í 1. øld við ápostlunum sum heimildarmonnum.

Heilaga kvøldmáltíðin

[rætta | rætta wikitekst]

Kvødið fyri, at hann doyði, át Jesus sína seinastu máltíð saman við lærusveinunum, og hann breyt breyð og gav teimum at eta og vín at drekka. Allir drukku úr sama kaliki, og hann bað teir gera tað so ofta, teir kundu, til sínar áminningar. Alt frá tí degi hava kristin fólk býtt breyð og vín í einum rituali, sum verður kallað evkaristi, ella altargangur. "Evkaristi" er grikskt og merkir at veita tøkk [1]. Vanliga er tað prestur, sum gevur fólkið breyð og vín, tá ið altargangur er í kirkjuni.

Pávin í Vatikan í Róm er næst hægsti myndugleiki fyri Rómakirkjuni. 900 milliónir eru rómversk-katólskar.

Halgidagar

[rætta | rætta wikitekst]

Kristindómurin fer í tvíningar

[rætta | rætta wikitekst]
Kristnar trúargreinir.

Søga kristindómsins er merkt av aldagomlum stríði og sundurlyndi, og tey kristnu hava mangan gjørt seg sek í mannjagstran, píning og blóðúthelling framt í Guds navni. Longu áðrenn Konstantin keisari í 313 viðurkendi tey kristnu í Rómaríkinum, høvdu nakrar kristnar samkomur tikið seg burtur úr almennu kirkjuni, og sum tíðin leið, gjørdust tær alt fleiri í tali.

Í mong hundrað ár var kristindómurin í tveimum høvuðsbólkum: Katólska rómakirkjan í Vesturevropa, har pávin í Róm var hægstur, og ortodoksa kirkjan, sum eysturrómverski keisarin í Konstantinopel stóð á odda fyri til í 1453, tá ið turkar tóku býin, og patriarkurin í Moskva gjørdist hægsti kirkjuligi myndugleiki fyri ortodoksu kirkjuni. Í Vesturevropa slitu trúbótarmenn sum Luther og Calvin seg leysar frá yvirræði pávans í Róm. Teir og viðhaldsfólk teirra vórðu nevndir protestantar. Teir ruddu slóð fyri protestantisku kirkjunum, sum er nú á døgum. Henda gongdin heldur enn fram, og tí eru mangar ymiskar kirkjur.

Hóast sundurlyndi er kristindómurin komin til næstan øll lond. Nú á døgum er slakur triðingur av øllum heimsins fólki kristin. Nú á døgum gongur kristindómurin skjótast fram sunnan fyri Sahel og Sahara í Afrika og í ásiatiskum londum, til dømis Kina og Suðurkorea.

Trúargrein Prosent
1 Ortodoksa 9,3%
2 Aðrar 10,2%
3 Protestantiskar 24,5%
4 Rómverska-katólska 56%
Tilsamans 100%

Kristin mest forfylgd

[rætta | rætta wikitekst]

Korini hjá kristnum fólkið eru versnað nógv seinastu árini vísir ein nýggj kanning. Tað er frágreiðingin "Persecuted and Forgotten 2007/2008" frá felagsskapinum Aid to the Church in Need (ACN), sum slær fast, at tey kristnu eru tey mest forfylgdu í heiminum. Umleið 550 milliónir kristin verða forfylgd ella gjørd mismun á á ymsan hátt í dag. Tó er støðan batnað ymsastaðni í heiminum, serliga á Kuba og í Kina, meðan støðan í Irak og Iran er vorðin verri seinastu tíðina.

Felagsskapurin Evangelisk Alliance metir, at fleiri enn 200 milliónir kristin í 60 ymiskum londum verða atsøkt vegna teirra trúgv. Tey ringastu londini eru Norðurkorea, Saudi-Arabia og Iran. Eisini muslimar, buddistar og onnur trúgvandi uppliva átrúnaðarligar atsóknir, tí trúarfrælsið er tann mannarætturin, ið oftast verður skúgvaður til síðis, men kristin eru tó tann størsti bólkurin, sum upplivir hetta. Heilt einfalt tí kirkjan veksur mest í londum, har mannarættindi ikki verða vird.

Nógv menniskju uppliva atsóknir vegna etniskar, sosialar og politiskar ósemjur. Til ber hinvegin at tala um atsóknir vegna trúgv eina, tá ið menniskju kunnu fáa betri viðurskifti í landinum við at skifta átrúnað til høvuðsátrúnaðin í landinum. Vit kunnu tala um atsóknir, tá ið menniskjunnar mest grundleggjandi rættindi ikki verða vird, og tað hevur líðing við sær. Fleiri hundraðtúsund menniskju verða dripin, uppliva sera ógvusligan harðskap, verða seld sum trælir, verða sett í fongsul, verða pínd, hótt, diskriminerað ella handtikin, bara tí at tey eru kristin.

Listin við teimum 10 londunum, har atsóknir móti teimum kristnu eru ringast í 2010, er hesin: [2]

1. Norðurkorea
2. Saudi-Arabia
3. Iran
4. Afghanistan
5. Somalia
6. Maldivoyggjar
7. Jemen
8. Laos
9. Eritrea
10. Usbekistan

Ovast á listanum er Norðurkorea, og hetta er sjeynda árið á rað, at Norðurkorea verður mett sum tað mest fíggindaliga landið mótvegis kristindóminum. Har verður sagt, at kristindómurin er skaðiligur fyri landið, vil Open Doores verða við. Felagsskapurin sigur, at umstøðurnar eru vanlukkuligar í Norðurkorea. 50.000 kristin eru í arbeiðslegum, og dagliga verða kristin fólk bukað, pínd ella dripin orsaka av teirra trúgv.

Av teimum 10 londunum ovast á listanum hjá Open Doors eru sjey muslimsk lond [3]. Í Somalia vóru tað fyri fáum árum síðani bara nøkur fá hundrað kristin. Í dag er talið minst 5.000. Men tá tey kristnu gerast fleiri, metir muslimski meirilutin tey sum eina størri hóttan, og tí verða tey forfylgd, sigur Stig Magne Heitmann, leiðari fyri norsku deildina hjá Open Doors, við Vårt Land. Hann sigur, at ein týskur stovnur hevur staðfest, at 75 prosent av teimum, sum verða forfylgd fyri sína trúgv, eru kristin.

Í kirkjunum eru ofta ímyndir, sum hava ávísan týðing í kristnum høpi. Tey eru vorðin til í fyrstu kristnu kirkjuliðunum, tá ið tey flestu fólkini ikki dugdu at lesa, og upp gjøgnum tíðirnar eru aðrar kristnar ímyndir og myndir komnar afturat. Nógvastaðni í útlondum prýddu tey kirkjurnar við málningum, sum málaðir vóru á veggirnar innan í kirkjunum. Ringastu brotsmenninir í Rómverjaríkinum vórðu krossfestir, og rómverjar lótu teir hanga á krossinum, til teir doyðu. Tí var ein krossur vanæruligt merki, til Jesus varð krossfestur. Eftir tað gjørdist m.a. krossurin eyðkenni hjá teimum kristnu.

Skipið í kirkjuni er ein ímynd av, at eins og skipið verjir okkum móti vandum á sjónum, soleiðis verjir kirkjuskipið ella kirkjan við boðskapi sínum okkum móti vandum á okkara ferð gjøgnum lívið. Vit heingja eisini skip upp í kirkjuni at minnast, at Jesu læruveinar vóru fiskimenn. Hesi skipini kunnu somuleiðis minna okkum á, at Gud bjargaði Nóa undan flóðini miklu, tá ið hann bað Nóa byggja sær skip.

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. http://www.katolsk.no/artikler/sakramentene/nattverd.htm
  2. http://www.opendoors.no/sider/tekst.asp?side=828
  3. "Archive copy". http://www.vl.no/verden/article4791877.ece. Heintað 2010-02-22. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið