Betlehem

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Grunddáta
Land: Palestina
Íbúgvar (2007): 25 266
Staðseting: 31°42′11″N 35°11′44″E
Heimasíða: Betlehem-City.org

Betlehem (31° norðurbreidd 35° eysturlongd) (hebraiskt: בית לחם‎, arábiskt: بيت لحم) liggur á Vestara Áarbakka av Jordanánni í Palestina, umleið fimm kilometrar frá markinum til Ísrael og Jerúsalem. Betlehem varð grundlagdur í bronsualdrinum og var í jarnaldrinum ein stinnur skansi. Býurin varð ein partur av Jordan í 1950 og hersettur av Ísrael í 1967, tá býurin stóð í búskaparligum blóma av stóra áhuganum fyri og søkjanini til bíbilsku støðini. Hetta broyttist í 1993, tá friðaravtalan millum Ísrael og PLO (Palestinsku Frælsis fylkingina) bar í sær, at Betlehem fór undir palestinska sjálvstýrið.

Kristindómurin byrjaði í Betlehem. Sambært Nýggja Testamenti (Lukasevangeliinum 2, 4-7) er Betlehem Jesu føðibýur og heimstaður hjá Dávids ættini. Jesus sigst vera føddur í eini hellu í býnum. Betlehem hevur í 2012 umleið 29 000 íbúgvar, harav støðugt færri og færri eru kristin, tí tey kristnu í stórum tali flyta úr býnum. Orsøkin er lutvíst sokallaði trygdarmúrurin, sum Ísrael hevur sett upp uttan fyri býin, og lutvíst ósemjur við nýggju palestinsku myndugleikarnar. Í Betlehem eru 20 % av fólkinum kristin í 2012. Fyri nøkrum árum síðani vóru umleið helvtin kristin.

Ár Fólkatal
1961 22,450
1983 16,300
1997 21,930
2004 28,010
2005 29,020
2006 29,930

Ferðavinna[rætta | rætta wikitekst]

Talið á ferðafólkum, sum koma til føðibý Jesusar, Betlehem, økist í stórum. Hetta ber eisini í sær búskaparligan vøkstur í palestinsku sjálvstýrisøkjunum. Í Betlehem er talið av ferðafólki og pílagrímum í 2008 vaksið við 96,5 prosentum í mun til 2007. Meiri enn 1,1 millión ferðafólk hava vitjað býin, og í háárstíðini, sum er um jólini, eru enn fleiri ferðafólk væntandi til Betlehems. Eitt yvirlit yvir teir fyrstu níggju mánaðirnar í 2008, vísir, at árið í ár verður eitt metár, tá talið á vitjandi umræður, síðani tann sokallaða "intifadan" byrjaði í 2000. Sambært ísraelska ferðavinnuráðnum er orsøkin til tann stóra vøksturin í ferðafólkatalinum, at tað hevur verið hampiliga friðarligt í Betlehem síðani 2006, men eisini tí, at tað nú gongur skjótari at koma framvið ísraelsku eftirlitsstøðunum kring býin, og tí er ikki neyðugt at standi í bíðirøðum í tímavís. Saman við Betlehem, er ferðafólkastreymurin til Jeriko eisini vaksin við umleið 46 prosentum síðani 2007. Hesir báðir býirnir verða mettir at vera teir friðarligastu í palestinsku sjálvstýrisøkjunum, og eru lutfalsliga lættir at koma til og frá Jerúsalem.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið