Nóa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Í Gamla Testamenti er Nóa (hebraiskt: Nóaḥ) tíggjundi maður eftir Ádam; tá ið Gud læt syndaflóðina oyða alt lív á jørð, beyð hann Nóa, sum var rættvísur og gudrøkin í síni tíð, byggja eina ørk til at bjarga sær og minst einum pari av hvørjum djóraslagi undan deyða (1 Mós 7-8); eftir flóðina gjørdi Gud sáttmála við Nóa og eftirkomarar hansara um, at jørðin ongantíð aftur skuldi oyðast við vatnflóð, og ælabogin skuldi vera merki um sáttmálan (1 Mós 9:8-17). Av hebraiskum Noach (føroyskt: hvíld).

Nóa í Islam[rætta | rætta wikitekst]

Tann muslimska koranin hevur eisini søguna um Nóa ella Nuh, sum hann eitur á arábiskum, og eisini har verður greitt frá manninum, sum eftir áheitan frá Guði bygdi eina ørk og bjargaði menniskjum og djórum undan einari oyðandi vatnflóð. Nuh er ein av teimum 25 monnunum, sum Islam metir sum profetar.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið