Fuglafjørður

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
FUGLAFJØRÐUR
Map-position-fuglafjardar-kommuna-2005.png
Íbúgvar 1 509 (2014)
Kommuna Fuglafjarðar
Postnummar FO 530
Markatal 32-01-00
Heimasíða Fuglafjordur.fo

Fuglafjørður er ein býur og fjørður í Eysturoynni.

Fuglafjørður liggur við fjørðin við sama navni, og hildið verður, at upprunin til navnið er antin kallkynsnavnorðið fuglur ella mansnavnið Fugli. Tað løgna er, at býurin eingi fuglabjørg eigur, men fyrr átti nógvur skrápur í Føroyum, og hann átti uppi á sløttum í urðum og líðum. Kanska hevur serliga nógvur skrápur og heiðafuglur átt í høgunum uttan um Fuglafjørð. Er upprunin hinvegin eitt mansnavn, kann man hugsa sær, at Fugli var ein av niðursetumonnunum í bygdini.

Frá gamlari tíð eru kendir fýra býlingar, við Gjógvará, við Garð, í Toftum og á Áargarði. Fyri 50 árum síðan fór fram fornfrøðiligur útgrevstur á Oyrini við Gjógvará, og har var komið niður á húsatoftir, búnyttur o.a., sum prógvaðu, at býlingurin er frá víkingatíð, um 950-1050. Býurin er nógv vaksin, serliga seinastu 100 árini, og allir býlingarnir eru samanvaksnir. Í 1801 var manntalið 128, og í 2006 var tað um 1 700.

Í fjøruni á syðra armi á Fuglafirði er ein kelda, sum eitur Varmakelda. Vatnið, ið rennur úr henni, er eini 10 stig heitari enn í øðrum keldum. Tað hevur verið siður, at ungdómurin í grannabygdunum hittist her á jóansøku til dans og hugnaliga samveru. Gjøgnum tíðirnar eru mong giftarmál komin burtur úr hesum. Tá bygdastevnan Varmakelda er, hevur eisini verið fast at hava fólkafund og dans á staðnum, men í 2007 varð í staðin fólkafundur hildin uttan fyri Mentanarhúsið í bygdini.

Í 1849 fluttu fólk úr Fuglafirði og settu seg niður á Hellunum, og miðskeiðis í 1980-árunum komu fyrstu húsini á Kambsdali, ið liggur 3 km sunnan fyri býin. Í dag búgva eini 200 fólk á Kambsdali.

Fuglafjarðar, Leirvíkar og Gøtu kommunur eiga og reka í felag Ítróttar- og Samkomuhøllina á Kambsdali.

Eitt fjølbroytt vinnulív er grundarlagið fyri framburði og trivnaði. Fuglafjørður hevur eitt breitt úrval í øllum vinnubólkum.

Fuglafjørður er góð skipahavn, og tí er nógv virksemi har, ið hevur samband við fiskivinnuna, og mong skip hava havt heimstað á fjørðinum. Í 1964 var sildaverksmiðja sett á stovn, sum hevur ment seg nógv gjøgnum árini og er størsta arbeiðsplássið í býnum.

Føroyar eru fiskivinnutjóð og í hesari vinnu fært tú allar tænastur í Fuglafirði.

Fuglafjarðar Bókasavn heldur til í hugnaligu hølunum á gamla skúlanum frá 1882, mitt í bygdini.

Fyri fáum árum síðani var eitt mentanarhús bygt í býnum, sum verður nógv nýtt til konsertir og onnur tiltøk.


Vinarbýir[rætta | rætta wikitekst]

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið