Oyndarfjørður

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Oyndarfjørður
Ortsschild-kl.png
Oyndarfjørður á Føroyakortinum.
Postnummar FO 690
Kommuna Runavíkar kommuna
Markatal 32
Íbúgvar (2005) 180
Oyndarfjørður

Oyndarfjørður á Eysturoy er ein av heilt gomlu bygdunum í Føroyum. Skrivligar keldur frá 1300-talinum vísa, at Oyndarfjørður var hampuliga stór bygd longu tá. Fólkatalið er nú 170. Kirkjan í Oyndarfirði er ein av gomlu trækirkjunum, ið enn standa uppi í Føroyum. Hon er frá 1838. Altartalvan í kirkjuni er málað av kenda danska listamálaranum C.W. Eckersberg (1783-1853). Innan fyri býlingin í Víkum í Oyndarfirði standa stutt frá landi tveir stórir steinar sum hava elvt til nógva hugsan, teir ridla altíð, eisini í góðum veðri. Magnus Heinasson (1548-1589) vaks upp á próstagarðinum í Garðshorni í Oyndarfirði.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Persónlig amboð
Navnarúm
Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál