Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Runavík er bygd í Eysturoynni. Runavík er yngsta bygd við Skálafjørðin, fyrstu húsini vóru bygd í 1916. Bygdarnavnið Runavík varð alment tikið í brúk í 1938. Í dag búgva 487 fólk í Runavík. Í Runavík er ítróttarøkið, fótbóltsvøllur og ítróttarhøll. Nýggi barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum sera náttúruvøkrum umhvørvi við útsýni yvir Toftavatn. Í sama umhvørvi liggur Heimið á Mýrunum. Eysturoyar Ellis- og Røktarheim er eisini í Runavík. Ellisheimið er nýliga útbygt. Við Løkin í Runavík er gomul kornmylla bygd av nýggjum. Økið er sera vakurt og liggur beint við Hotel Runavík.