Fuglafjarðar Bókasavn
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bókasavnið heldur til í gamla skúlanum, ið varð bygdur í 1882. Húsini eru laðað úr gróti og hava flagtak. Í 1970-árunum var kommunuskrivstova í øðrum endanum í húsinum.
Í løtuni virkar Suffía við Stein sum bókavørður á bókasavninum.
Í 1990-árunum læt kunningarstova upp í tilbygninginum, sum fyrr var forhøll hjá bókasavninum. Og í 2000-árunum varð húsið enn meira útbygt við tilbygningi, sum nú hýsir barnabókasavnið.