Edva Jacobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Edva Jacobsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 31. aug 1964
Starv politikari, general secretary, banker
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti
Commons Edva Jacobsen

Edva Jacobsen (fødd 31. august 1964) er ein føroyskur politikari (SB) og bankakvinna. Hon byrjaði at læra í Føroya Banka í 1984, har hon í dag er kundaráðgevi í deildini í Fuglafirði. Hon hevur tikið fíggjardiplom og varð í 2002 útbúgvin merkonom í fíggjarsstýring.[1]

Politiska lívsleiðin[rætta | rætta wikitekst]

Edva møtti fast fyri Johan Dahl á Føroya Løgtingi 2010–2011 og varð vald inn beinleiðis á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 við 311 atkvøðum. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon ikki endurvald.- Hesi fullu Archived 2015-09-04 at the Wayback Machine

Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]

  • 2011-15 - Limur í Mentanarnevndini
  • 2011-15 - Varafólk í Vinnunevndini

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "logting.fo". http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?parliamentMember.id=76. Heintað 2014-05-27.