Gjógv
|
||
| Postnummar | FO 476 | |
| Kommuna | Sunda kommuna | |
| Markatal | 15 | |
| Íbúgvar (2006) | 49 | |
Gjógv er ein bygd í Eysturoy og har búgva 49 fólk. Gjógv bygd er við 49 íbúgvum ein av teimum smærru í kommununi, men við sínum jarðartilfeingi og sum útróðrarpláss var hon fyrr munandi betri fyri. Gjógv er helst seinni bygd enn grannabygdin Funningur, men tó neyvan seinni enn tíðliga í miðøld. Útróðurin gav í síni tíð nógv virksemi í bygdini, og seinni hava nógvir skipsmenn verið við Gjógv.
Vanlukkur á sjónum raktu rættiliga tíðum bygdina, soleiðis sum mongu nøvnini við minnisvarðan bera boð um. Við nýggju tíðunum aftaná Seinna heimsbardaga fekk Gjógv bygd trupult við at varðveita fólkið á plássinum, og síðan hevur afturgongdin í fólkatalinum verið rættiliga støðug. Í bygdini er skúli, sum er bygdur í 1883. Eisini hevur bygdin samkomuhús.
Av vinnuligum virksemi við Gjógv kann nevnast Elementvirkið, sum varð stovnað í 1982. Her verða betongelement gjørt til ymiskar bygningar. Gjáarsmolt hevur eisini havt smoltstøð í bygdini, men soleiðis sum viðurskiftini hava lagað seg í alivinnuni, hevur støðin ligið still eina tíð. Tó verður vónað, at tá framleiðslan kemur upp aftur á sítt gamla støði, kann hetta virksemi takast upp aftur.
Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Gjógv. Longu í 1984 byrjaði Gjáargarður sum vallaraheim, og hann er framvegis vælumtóktur. Her kunnu umleið 100 fólk gista í senn. Í 2006 hevur tiltakið Gjógv Adventure havt virksemi við útferðum og við sølu av ymiskum til ferðafólk í gamla handilinum í bygdini. Við Gjógv er nógv vakurt at síggja: tey høgu fjøllini, gjógvin og ymisk støð nærhendis bygdina.
Útvortis ávísing [rætta]
- Sigvardsen.net - Staðanøvn við Gjógv
- Gjogv.fo - Heimasíða (kelda)
- Faroeislands.dk - Gjógv
- Gjaargardur.fo
|
|
|---|
| Gjógv | Haldarsvík | Hósvík | Hvalvík | Langasandur | Nesvík | Norðskáli | Oyrarbakki | Oyri | Saksun | Streymnes | Tjørnuvík |
