Jump to content

Eurovision Song Contest 2015

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Eurovision Song Contest 2015
Building Bridges
Dagar
Hálv-finala 1 dato 19. mai 2015
Hálv-finala 2 dato 21. mai 2015
Finala dato 23. mai 2015
Vertur
Konsertsalur Wiener Stadthalle, Wien, Eysturríki
Vertur(ir)
Leikstjóri Kathrin Zechner
Høvuðsstjóri Jon Ola Sand
Høvuðsframleiðari Edgar Böhm
Vertskringvarp Österreichischer Rundfunk (ORF)
Luttakarar
Tal av tilmeldingum 40
Nýggj luttakaralond  Avstralia
Afturkomandi lond
Avboð lond
Atkvøður
Atkvøðu skipan Hvørt land/dómaranevnd letur 12, 10, 8–1 stig til teirra topp 10 sangir.
Eurovision Song Contest
◄2014 2015 2016►

Eurovision Song Contest 2015 er tann 60. árliga evropeiska sangkappingin, sum á enskum nevnist Eurovision Song Contest, í Føroyum eisini kent sum Melodi Grand Prix. Kappingin verður hildin í Wien í Eysturríki, eftir at Conchita Wurst vann 2014 kappingina við sanginum "Rise Like a Phoenix". Hetta er aðru ferð kappingin verður hildin í Eysturríki. Fyrri ferð varð hon hildin í 1967, tá eisini í Wien.

Kappingin verður hildin í tveimur hálvfinalum tann 19. mai 2015 og 21. mai 2015, og einari finalu tann 23. mai 2015. Vertir kappingarinnar verða Mirjam Weichselbraun, Alice Tumler and Arabella Kiesbauer, ímeðan fyrrverandi vinnarin Conchita Wurst verður vertur í "grøna rúminum".

Eftirsum at kappingin hátíðarheldur 60 ára føðingardag,boðaði EBU frá tann 10. februar 2015 at avgjørt hevði verið at bjóða Avstralia við sum gestaluttakara. Avstralia eigur størsta fjepparaskara av Eurovision uttanfyri Evropa.

6. august 2014 boðaði ORF (Eysturríska kringvarpið) at Wien hevði verið vald sum staðið undir kappingina. Kappingingin verður hildin í Wiener Stadthalle við plássi fyri umleið 16.000 áskoðarum.[1]

Hálvfinalubýtið

[rætta | rætta wikitekst]

Býtið av londum í hálvfinalunum var avgjørt tann 26. januar 2015 í beinleiðis sending frá Býráðshúsinum í Wien. Andi Knoll og Kati Belloitsch vóru vertir. Øll luttakandi lond, burtursæð frá teimum londum, ið longu vóru í finaluni (vertslandið Eysturríki, Avstralia og "Big Five" londini: Stóra Bretland, Italia, Týskland, Spania og Frakland) vóru deild upp í fimm puljur, roknað út frá atkvøðumynstri síðstu 10 árini. Puljurnar vóru hesar:[2]

Pulja 1 Pulja 2 Pulja 3 Pulja 4 Pulja 5

Býtið varð soleiðis:

  • Fyrra hálvfinala: Moldova, Armenia, Belgia, Niðurlond, Finnland, Grikkaland, Estland, Makedónia, Serbia, Ungarn, Hvítarussland, Russland, Danmark, Albania, Rumenia og Georgia
  • Seinni hálvfinala: Litava, Írland, San Marino, Svøríki, Noreg, Ísland, Malta, Aserbajdsjan, Portugal, Kekkia, Ísrael, Lettland, Sveis, Kýpros, Montenegro, Slovenia og Pólland.

Raðfylgja

[rætta | rætta wikitekst]

Endalig raðfylgja av nær londini luttaka í hálvfinalunum var avgjørt av framleiðarum kappingarinnar og seinni góðkent av EBU. Hendan mannagongd hevur verið nýtt síðani 2013. Raðfylgjan í hálvfinalunum varð kunngjørt tann 23. mars 2015. Raðfylgjan í finaluni verðu kunngjørd eftir at úrslitið av hálvfinalunum avgjørt.

Luttakarar

[rætta | rætta wikitekst]
  Lond í fyrru hálvfinalu
  Lond ið eisini atkvøða í fyrru hálvfinalu
  Lond í seinnu hálvfinalu
  Lond ið eisini atkvøða í seinnu hálvfinalu
  Lond ið atkvøða í báðum hálvfinalum (Avstralia)

Hin 10. februar 2015 varð tað kunngjørt, at 39 lond (40 íroknað Avstralia) fara at luttaka í kappingini í 2015.[3] Kýpros og Serbia eru við aftur eftir eitt-ára fráveru, Kekkia er við aftur eftir fimm-ára fráveru, meðan Ukraine hevur givið avboð vegna politiskar orsøkir.[3] Australia verður við fyri fyrstu ferð sum gestur. Evstamark fyri at søkja um luttøku var 15. september 2014. Lond, ið søktu kundu geva avboð áðrenn 10. oktober 2014 uttan at tað fekk fíggjarligar avleiðingar.[4]

Afturvendandi artistar

[rætta | rætta wikitekst]

Fyrra hálvfinala

[rætta | rætta wikitekst]

16 lond luttaka í fyrru hálvfinaluni. Avstralia, Eysturríki, Frakland og Spania hava valrætt í hesi hálvfinaluni.

Raðfylgja Land Mál Artistur Sangur Føroysk týðing
01  Moldova Enskt Eduard Romanyuta "I Want Your Love" "Eg ynski kærleika tín"
02  Armenia Enskt Genealogy "Face the Shadow" "Statt upp ímóti skugganum"
03  Belgia Enskt Loïc Nottet "Rhythm Inside" "Rútman innanfyri"
04  Niðurlond Enskt Trijntje Oosterhuis "Walk Along" "Gakk víðari"
05  Finnland Finskt Pertti Kurikan Nimipäivät "Aina mun pitää" "Eg má altíð"
06  Grikkaland Enskt Maria Elena Kyriakou "One Last Breath" "Ein síðsti andadráttur"
07  Estland Enskt Elina Born & Stig Rästa "Goodbye to Yesterday" "Farvæl til gjárdagin"
08  Makedónia Enskt Daniel Kajmakoski "Autumn Leaves" "Heystarbløð"
09  Serbia Enskt Bojana Stamenov "Beauty Never Lies" "Vakurleiki lýgur aldrin"
10  Ungarn Enskt Boggie "Wars for Nothing" "Kríggj fyri onki"
11  Hvítarussland Enskt Uzari & Maimuna "Time" "Tíð"
12  Russland Enskt Polina Gagarina "A Million Voices" "Ein millión røddir"
13  Danmark Enskt Anti Social Media "The Way You Are" "Mátin tú ert"
14  Albania Enskt Elhaida Dani "I'm Alive" "Eg eri á lívi"
15  Rumenia Rumenskt og Enskt Voltaj "De la capăt (All over Again)" "Alt av nýggjum"
16  Georgia Enskt Nina Sublatti "Warrior" "Krígsmaður"

Seinni hálvfinala

[rætta | rætta wikitekst]

17 lond luttaka í seinni hálvfinaluni. Avstralia, Týskland, Italia og Stóra Bretland hava valrætt í hesi hálvfinaluni.

Raðfylgja Land Mál Artistur Sangur Føroysk Týðing
01  Litava Enskt Monika Linkytė & Vaidas Baumila "This Time" "Hesu ferð"
02  Írland Enskt Molly Sterling "Playing with Numbers" "Spælt við nummur"
03  San Marino Enskt Michele Perniola & Anita Simoncini "Chain of Lights" "Ljósketa"
04  Montenegro Montenegrinskt Knez "Adio" "Farvæl"
05  Malta Enskt Amber "Warrior" "Krígsmaður"
06  Noreg Enskt Mørland & Debrah Scarlett "A Monster Like Me" "Eitt skrímsl sum eg"
07  Portugal Portugisiskt Leonor Andrade "Há um mar que nos separa" "Eitt hav skilur okkum"
08  Kekkia Enskt Marta Jandová & Václav Noid Bárta "Hope Never Dies" "Vónin doyr aldrin"
09  Ísrael Enskt Nadav Guedj "Golden Boy" "Gulldrongur"
10  Lettland Enskt Aminata "Love Injected" "Kærleiks innspræning"
11  Aserbajdsjan Enskt Elnur Hüseynov "Hour of the Wolf" "Tíð úlvsins"
12  Ísland Enskt María Ólafs "Unbroken" "Óbrotin"
13  Svøríki Enskt Måns Zelmerlöw "Heroes" "Hetjur"
14  Sveis Enskt Mélanie René "Time to Shine" "Tíð at skína"
15  Kýpros Enskt John Karayiannis "One Thing I Should Have Done" "Eitt, ið eg skuldi havt gjørt"
16  Slovenia Enskt Maraaya "Here for You" "Her fyri teg"
17  Pólland Enskt Monika Kuszyńska "In the Name of Love" "Í navni kærleikans"

Beinleiðis finalistar - Big Five, vertur og gestur

[rætta | rætta wikitekst]
Land Mál Artistur Sangur Føroysk Týðing
 Eysturríki Enskt The Makemakes "I Am Yours" "Eg eri tín"
 Avstralia Enskt Guy Sebastian "Tonight Again" "Aftur í kvøld"
 Frakland Franskt Lisa Angell "N'oubliez pas" "Gloym ikki"
 Týskland Enskt Ann Sophie "Black Smoke" "Svartur roykur"
 Italia Italienskt Il Volo "Grande amore" "Stóri Kærleikin"
 Spania Spanskt Edurne "Amanecer" "Dimmlætting"
 Stóra Bretland Enskt Electro Velvet "Still in Love with You" "Enn forelskað/ur í tær"
#[5] Land Artistur[6] Sangur[6] Mál Kval Plasering Stig
1  Slovenia Maraaya "Here for You" enskt HF2 14 39
2  Frakland Lisa Angell "N'oubliez pas" franskt Big Five 25 4
3  Ísrael Nadav Guedj "Golden boy" enskt HF2 9 97
4  Estland Elina Born & Stig Rästa "Goodbye to Yesterday" enskt HF1 7 106
5  Stóra Bretland Electro Velvet "Still in Love with You" enskt Big Five 24 5
6  Armenia Genealogy "Face the Shadow" enskt HF1 16 34
7  Litava Monika Linkytė &
Vaidas Baumila
"This Time" enskt HF2 18 30
8  Serbia Bojana Stamenov "Beauty Never Lies" enskt HF1 10 53
9  Noreg Mørland & Debrah Scarlett "A Monster Like Me" enskt HF2 8 102
10  Svøríki Måns Zelmerlöw "Heroes" enskt HF2 1 365
11  Kýpros Giannis Karagiannis "One Thing That I Should Have Done" enskt HF2 22 11
12  Avstralia Guy Sebastian "Tonight Again" enskt Innboðin gestur 5 196
13  Belgia Loïc Nottet "Rhythm Inside" enskt HF1 4 217
14  Eysturríki The Makemakes "I Am Yours" enskt Vertsland 27 0
15  Grikkaland Maria-Eleni Kyriakou "One Last Breath" enskt HF1 19 23
16  Montenegro Knez "Adio" montenegrinskt HF2 13 44
17  Týskland Ann Sophie "Black Smoke" enskt Big Five 26 0
18  Pólland Monika Kuszyńska "In the Name of Love" enskt HF2 23 10
19  Lettland Aminata "Love Injected" enskt HF2 6 186
20  Rumenia Voltaj "De la capăt (All Over Again)" rumenskt,
enskt
HF1 15 35
21  Spania Edurne "Amanecer" spanskt Big Five 21 15
22  Ungarn Boggie "Wars for Nothing" enskt HF1 20 19
23  Georgia Nina Sublatti "Warrior" enskt HF1 11 51
24  Aserbajdsjan Elnur Hüseynov "Hour of the Wolf" enskt HF2 12 49
25  Russland Polina Gagarina "A Million Voices" enskt HF1 2 303
26  Albania Elhaida Dani "I'm Alive" enskt HF1 17 34
27  Italia Il Volo "Grande amore" italskt Big Five 3 292

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. http://www.eurovision.tv/page/news?id=get_to_know_the_eurovision_2015_arena Heintað tann 19.05.2015
  2. http://esctoday.com/98947/eurovision-2015-semifinal-running-order-revealed/ Heintað tann 19.05.2015
  3. 3.0 3.1 Siim, Jarmo (23 December 2014). "39 countries represented in Vienna". eurovision.tv. http://www.eurovision.tv/page/news?id=122703&_t=eurovision_2015_39_countries_represented_in_vienna. Heintað 23 December 2014. 
  4. "Rules of the 60th Eurovision Song Contest". European Broadcasting Union. European Broadcasting Union. 17 September 2014. http://www.svt.se/melodifestivalen/article2285136.svt/binary/Rules_ESC2015_EN_FULL_FINAL.pdf. Heintað 17 September 2014. 
  5. Storvik-Green, Simon (22. mai 2015). "Running order for Grand Final revealed!". EBU. http://www.eurovision.tv/page/news?id=running_order_for_grand_final_revealed. 
  6. 6.0 6.1 "Grand Final". EBU. http://www.eurovision.tv/page/vienna-2015/about/grand-final. 

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo