Pertti Kurikan Nimipäivät

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pertti Kurikan Nimipäivät í 2013.

Pertti Kurikan Nimipäivät (á føroyskum: Navnadagur Pertti Kurikka, men eisini kendur sum PKN) er ein finskur punk-rokkbólkur. Bólkurin var stovnaður í 2009 á einum verkstaði fyri fólk við menningartarni. Bólkurin varð kendur í Finnlandi aftaná at hava verið høvuðsevnið í einum heimildarfilmi, ið kallaðist The Punk Syndrome. í 2015 spældi bólkurin seg víðari til finaluna í Uuden Musiikin Kilpailu, ið er tann finska Eurovision kappingin. Nakrar vikur seinni vunnu teir kappingina, og umboða sostatt Finnland í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Aina mun pitää".

Limir[rætta | rætta wikitekst]

Bólkurin hevur fýra limir: gitaristin Pertti Kurikka, sangaran Kari Aalto, bassleikaran Sami Helle, og trummuspælaran Toni Välitalo .

Pertti Kurikka[rætta | rætta wikitekst]

Pertti Kurikka, føddur 26. desember 1956 í Vihti, er gittarleikari bólksins. Hann skrivar tónleikin, og eitt sindur av tekstunum. Pertti hevur útgivið eina kassettu, og eina bók við ræðusøgum undir listanavninum Kalevi Helvetti. Hann hevur lurtað eftir punktónleiki í 30 ár, men lurtar eisini eftir fleiri øðrum tónleikastílum. Alt frá klassiskum tónleiki til slagarar, diskotónleik og barnasangir. Hann fer regluliga í kirkju, og hevur ætlanir um at trekkja seg aftur, og gevast at spæla tónleik tá hann fyllir 60 ár. Pertti dugir eisini at leika á urgu.

Kari Aalto[rætta | rætta wikitekst]

Kari Aalto, føddur í 1976 í Tampere, er sangari bólksins. Hann skrivar eisini meginpartin av tekstunum hjá bólkinum. Kari er skúlavinur Pertti og hevur sínu egnu sending á finsku útvarpsstøðini Bassoradio. Hann dugir at leika á trummur, bass og keybord, og elskar motorsúkklur, amerikanskar bilar, kvinnur og rúsdrekka. Kari lurtar eftir tónleiki frá 1950- og 1960-árunum, og tá serliga rokk, psychobilly, rockabilly, surf og doowop, men eisini lurtar han eftir rapp, heavy metall og fólkatónleik. Í frítíðini dámar honum ikki at lurta eftir punktónleiki, tí er partur av arbeiði hansara.

Sami Helle[rætta | rætta wikitekst]

Sami Helle, føddur í 1973, er bassaleikari bólksins, men syngur eisini bakrøddir. Sum barn búði hann í Boston, New York, Paris, og Antibes, so hann dugir flótandi enskt. Sami er politiskt áhugaður og er limur í Finnish Central Party, samstundis sum hann er aktivur í felagskapinum Me itse, ið er ein felagskapur fyri fólk við menningartarni. Sami ynskir at gerast býráðslimur í Helsinki, og ein dag gerast tingmaður í finska tinginum.

Toni Välitalo[rætta | rætta wikitekst]

Toni Välitalo, føddur í 1982 ella 1983, er trummuspælari og yngsti limur bólksins. Hann byrjaði at spæla trummur tá hann var seks ára gamal. Afturat punktónleiki spælir Toni nógvar aðrar tónleikastílar so sum jenkka, blues og mazurka. Yndistónleikagrein Toni er tó finskir slagarar.

Kalle Pajamaa[rætta | rætta wikitekst]

Kalle Pajamaa, føddur 1978, er umboðsmaður bólksins, og hjálpir bólkinum at seta sangirnar saman. Hann verður tí vinarliga kallaður fimti limur bólksins

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Pertti Kurikan Nimipäivät á ensku wikipedia

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo