Wien
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Skjøldur | Kort |
|---|---|
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Borgarstjóri: | Michael Häupl |
| Vídd: | 414.90 km2 |
| Vatn: | 19.39 km2 (4,67 %) |
| Íbúgvatal (2009): | 1.680.266 |
| Íbúgvatættleiki: | 4,011/km2 |
| Telefonkota: | 01 |
| Tíðarzona: | UTC +1 |
| Heimasíða: | www.wien.gv.at |
Wien er høvuðsstaður Eysturríki og mentanarligur og politiskur miðdepil í landinum. Hann var eisini høvuðstaður í tí mikla keisararíkinum, og frá tí tíðini eru mikil minnismerki og prýðuligir bygningar. Wien hevur eisini verið høvuðstónlistaborgin í Evropu, og har hava heimsins mætastu tónaskald hildið til. Dómkirkjan í Wien - St. Steffanskirkjan - er gitin fyri vakurleika. Úr kirkjutorninum sæst út yvir allan býin og yvir í Donau. Úr Donau hava teir grivið eina siglirennu inn í býin.
Wien er stórur ídnaðarbýur; har eru stórar vevstovur, maskinvirki, møblavirki, leðurvirki og instrumentvirki. Vørurnar fara við skipum gjøgnum siglirennuna út í Donau og haðani út á marknaðin í Evropu. Gjøgnum Wien ganga nakrir av teimum mætastu bilvegum og jarnbreytum, sum fara um Alpurnar úr Norðurevropu til Italiu.
[rætta] Vinabygdar
| Zagreb (Kroatia), síðan 1994 | |
| Tel Aviv (Ísrael), síðan 2005 | |
| Beograd (Serbia), síðan 2003 | |
| Warszawa (Pólland), síðan 2001 | |
| Moskva (Russland), síðan 1991 | |
| Budapest (Ungarn), síðan 1990 | |
| Bratislava (Slovakia), síðan 1993 |