Jump to content

Kirkjur í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tað eru umleið 70 kirkjur tilsamans, og 65 av teimum eru framvegis í brúki. Gamla kirkjan í Gøtu og kirkjan á Nesi eru t.d. ikki longri í føstum brúki, men verða tó framvegis brúktar við serlig høvi. Tað er ymiskt, hvussu nógvar kirkjur eru í hvørjum prestagjaldi. Norðstreymoyar prestagjald hevur ikki færri enn 8 kirkjur, tí næst kemur Sandoyar prestagjald við 6 kirkjum, síðani koma Norðoya eystara og Norðoya vestara, Vága og Suðuroyar sunnara prestagjald við 5 kirkjum hvørt, síðani koma Sjóvar, Eiðis, Suðurstreymoyar vestara og Suðuroyar norðara prestagjald við 4 kirkjum hvørt. Í Fuglafjarðar og Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi eru 3 kirkjur í hvørjum, og í Nes og Glyvra prestagjaldi eru 2 kirkjur í hvørjum. Í fleir prestagjøldum eru eisini bønhús, har presturin ella prestarnir av og á halda gudstænastu.

Ólavskirkjan í Kirkjubø er nógv elsta kirkja í Føroyum. Gamalt er sagt í Kirkjubø, at árstal hennara eru fýra eitttøl, og er hetta rætt, er elsti parturin av kirkjuni bygdur longu í 1111. Næstelsta kirkjan í Føroyum er Dómkirkjan, sum varð vígd 3. sunnudag í advent í 1788.

Navn Fólkatal
(bygd)
Kommuna Oyggj Hvussu gomul
er bygdin[1]
Mynd
Argja kirkja1.907 Tórshavnar kommuna Streymoy 1630
Árnafjarðar kirkja53 Klaksvíkar kommuna Borðoy 1200
Bíggjar kirkja71 Sørvágs kommuna Vágar 1200
Dals kirkja49 Húsavíkar kommuna Sandoy 1404
Eiðis kirkja650 Eiðis kommuna Eysturoy 1350
Elduvíkar kirkja30 Elduvík Eysturoy 1350–1400
Fámjins kirkja113 Fámjin Suðuroy 1350–1400
Fuglafjarðar kirkja1.558 Fuglafjarðar kommuna Eysturoy 1200
Funningsfjørður64 Elduvík Eysturoy 1200
Funnings kirkja75 Funningur Eysturoy 1584
Gjáar kirkja49 Gjógv Eysturoy 1584
Glyvra kirkja407 Runavík Eysturoy 1584
Nye Gøta kirkja51 Gøtu Kommuna Eysturoy 1584
Haldarsvíkar kirkja157 Haldarsvík Streymoy 1584
Hestskirkja34 Hestur Hestur 1584
Hósvíkar kirkja309 Hósvík Streymoy 1584
Hovs kirkja125 Hov Suðuroy 1000
Húsa kirkja52 Húsar Kalsoy 1350–1400
Húsavíkar kirkja77 Húsavík Sandoy 1350–1400
Hvalbiar Kirkja653 Hvalba Suðuroy 1200
Hvalvíkar kirkja215 Hvalvík Streymoy 1350–1400
Hvannasunds kirkja270 Hvannasund Viðoy 1584
Kaldbaks kirkja219 Tórshavnar kommuna Streymoy 1584
Kirkju kirkja28 Fugloy Fugloy 1350–1400
Múrurin75 Tórshavnar kommuna Streymoy 1200
Ólavskirkjan75 Tórshavnar kommuna Streymoy 1200
Christianskirkjan4.666 Klaksvíkar kommuna Borðoy 1584
Kollafjarðar kirkja817 Tórshavnar kommuna Streymoy 1350–1400
Kunoyar kirkja80 Kunoy Kunoy 1350–1400
Kvívíkar kirkja397 Kvívík Streymoy 900
Leirvíkar kirkja873 Leirvík Eysturoy 1350–1400
Miðvágs kirkja1.046 Miðvágur Vágar 1350–1400
Mikladals kirkja41 Mikladalur Kalsoy 1350–1400
Mykinesar kirkja19 Sørvágur Mykines uml. 1400
Nes kirkja264 Nes Eysturoy 1843
Nólsoyar kirkja252 Tórshavnar kommuna Nólsoy uml. 1400
Gøtu kirkja567 Gøtu Kommuna Eysturoy 1000
Norðskála kirkja275 Sunda Kommuna Eysturoy 1584
Bønhúsið í Øravík40 Tvøroyri Suðuroy 1350–1400
Oyndarfjarðar kirkja161 Oyndarfjørður Eysturoy 1200
Porkeris kirkja333 Porkeri Suðuroy 1350–1400
Rituvíkar kirkja268 Runavík Eysturoy 1873
Saksunar kirkja25 Saksun Streymoy 1400
Sandavágs kirkja797 Sandavágur Vágar 1200
Sands kirkja586 Sandur Sandoy 900
Sandvíkar kirkja112 Hvalba Suðuroy 1000
Selatraðar kirkja58 Sjóvar kommuna Eysturoy 1350–1400
Skælingur11 Kvívík Streymoy 1584
Skálavíkar kirkja183 Skálavík Sandoy 1350–1400
Skála kirkja657 Skáli Eysturoy uml. 1400
Skopunar kirkja507 Skopun Sandoy 1833
Skúvoyar kirkja50 Skúvoy Skúvoy 1000
Sørvágur966 Sørvágur Vágar 1350–1400
Sjóvar kirkja812 Sjóvar kommuna Eysturoy uml. 1400
Streymnes184 Hvalvík Streymoy 1584
Sumbiar kirkja250 Sumba Suðuroy 1200
Svínoyar kirkja52 Svínoy Svínoy 1000
Tjørnuvíkar kirkja72 Haldarsvík Streymoy 900
Dómkirkjan12.393 Tórshavnar kommuna Streymoy 1000
Mariukirkjan12.393 Tórshavnar kommuna Streymoy 1000
Vesturkirkjan12.393 Tórshavnar kommuna Streymoy 1000
Tvøroyrar kirkja1.179 Tvøroyri Suðuroy 1836
Vágs kirkja1.402 Vágur Suðuroy 1350–1400
Vestmanna kirkja1.234 Vestmanna Streymoy 1400
Viðareiðis kirkja339 Viðareiði Viðoy 1350–1400
  1. Heimabeiti.fo
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið