Tjørnuvíkar kirkja
Tjørnuvíkar Kirkja er kirkja í bygdini Tjørnuvík og varð hon vígd tann 18. oktober 1937. Upprunaliga skuldi hon vígast dagin fyri sum var ein sunnudagur, men vegna óveður var hetta útsett til dagin eftir.
Kirkja hevði verið í Tjørnuvík áður, men í 1857 vórðu partar av gomlu kirkjuni fluttir til Saksunar, sum tá fekk sína egnu kirkju. Tjørnuvík kom tá at standa uttan kirkju, og kom at hoyra undir kirkjuna í Vík. Soleiðis vardi tað í heili 80 ár.
Bratta og ofta illgongda leiðin til Víkar var ein av grundgevingunum, tá 65 navngivin fólk úr Tjørnuvík í mars 1934, settu fram ynski til Føroya Løgting um at fáa nýggja kirkju bygda í bygdini.
Longu í oktober 1932 hevði H.C.W. Tórgarð arkitektur, gjørt tekningar til ta nýggju kirkjuna, ið byggjast skuldi Yviri á Oyrunum, og 8. oktober 1934 varð sáttmáli undirskrivaður við Zacharias Jacobsen (hjá Bøkjaranum) í Havn um at byggja kirkjuna.
Væl gekst í hond við arbeiðinum at fáa kirkjuna bygda. Sambært brævi frá K. Grøn til Kirkjuinspektiónina dagfest tann 12. oktober 1936 er kirkjan nú liðugt smíðað, og biðið verður um at fáa kirkjuna sýnaða og góðkenda. Hetta kirkjusýn fer fram longu 14. november 1936 av Óla Arge og Johs. Mørkøre, har hesir vátta, at kirkjan er bygd í samsvar við góðkenda tekning.[1]