Hvalbiar Kirkja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hvalbiar Kirkja

Hvalbiar Kirkja er ein kirkja í bygdini Hvalba á Suðuroy. Kirkjan tekur uml. 300 fólk, og kom í staðin fyri kirkjuna í Skálum, sum varð tikin niður í 1933. Nýggja kirkjan bleiv staðsett á Toftheyggjamørk, og bleiv sum sagt vígd 27. oktober 1935. Arbeiðið uppá at gera kirkjuna byrjaði í 1933. Um várið 1933 varð farið undir stoypiarbeiðið, við havnamanninum Kristin Holm Joensen, múrara, sum formanni. Hetta arbeiði stóð liðugt 1. februar 1934. Vestmenningurin Eyolfur á Heygum, timburmeistari, stóð fyri timburarbeiðinum og alt snikkaraarbeiðið varð gjørt á verkstaðnum hjá Jens Paula við Sílánna, á Tvøroyri.