Eiðis kirkja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Eiðis kirkja árið 1899.

Eiðis kirkja er kirkja í bygdini Eiði á Eysturoy. Hon varð vígd tann 18. september 1881.

Eiðis kirkja at innan.

Í 1874 vildu fólk í Eiðis sókn fegin hava nýggja kirkju, og kirkjumyndugleikarnir vóru ikki ímóti. Nakað av kjaki stóðst av, hvar hon skuldi standa. Summi á Eiði hildu tað vera fáfongt at seta kirkjuna á eiðið millum Hólman og fjørðin, sum er versta veðurpláss í bygdini. Onkur av teimum gomlu helt, at hann sjálvur man ikki ætla, at nakar skal koma í kirkjuna til sín. Sagt verður, at V.U. Hammershaimb, próstur á Nesi, gjørdi av at seta kirkjuna á eiðið, áðrenn hann fór úr Føroyum í 1878, og so varð. Í 1870-unum var hugurin at byggja kirkjur úr viði lítil, tí hildið var, at viðurin fór ov skjótt. Menn høvdu hug at royna við gróti, sum nógv var av á Eiði. Heitt var á danan Hans Christian Amberg at hjálpa í 1878. Hann var arkitektur frá akademinum í Keypmannahavn 1865.

Amberg var á Eiði summarið 1878 og hevði stutt eftir eina tekning klára av kirkjuni, har sitipláss vóru til eini 230 fólk. Løgtingið mælti í august 1879 Amtinum til at góðkenna uppskotið, og tað gjørdu teir. Um sama mundi stóð Amberg eisini fyri byggingini av Amtmanshúsinum og Kongaminninum í Havn.

Kirkjan stendur eystur og vestur, sum siður er. Hon er 31 alin long, við torni og sakristii, kirkjuskipið er 30 alin langt og 17 alin breitt. Hon er bygd í romanskum stíli. Takið er lagt við fløgugróti. Inni er høgt til loftið og vítt til veggja. Kirkjan fekk tunnuhválv, sum vanligt var tá til nýggjar kirkjur.

Kirkjan varð vígd 18. september 1881. Vit kunnu ætla, at teir tilhøgdu, laðaðu steinveggirnir vóru vakrir á at líta; men innan var hon nakað ber, skilst á frásøgn í Dimmalætting. Dýrdarveður var, og fólk úr øllum náminda bygdum streymaðu til Eiðis at hátíðarhalda hendan dag.[1]

Dimmalætting skrivaði leygardag 24. september 1881 soleiðis um kirkjuvígsluna á Eiði 18. september 1881

"Indvielsen af den nye Stenkirke paa Ejde fandt efter Bestemmelsen Sted sidste Søndag den 18de September. Mod Forventning var Vejret rigtig smukt efter Aarstiden med Solskin og stille Vejr. Denne Højtidelighed havde derfor ogsaa samlet mange fremmede i Bygden, hvilke flokkedes ved Kirken for ret at bese den; den tager sig nydeligt ud, hvortil ogsaa Beliggenheden bidrager til, og den er i det hele taget en Bygning, som gjør Bygmesteren Ære. Selve Indvielsen fandt Sted omtrent Kl. 11 efter at man var gaaet i Procession fra den gamle Kirke over i den ny. Provst Sørensen indviede i inderlige og smukke Ord denne Bygning til at være et Guds Hus, afsondrede det fra Verdens Larm og Trængsel og bad om at der maatte blive Velsignelse i det Ord, som skulde lyde her inde; sluttelig overgav han Menigheden Kirken til Varetægt og Værn; hertil sluttede sig nogle Ceremonier, hvorefter den egentlige Indvielse var forbi. Senere besteg Provsten Prædikestolen og hold en kort Prædiken over Dagens Evangelium. Den smukke Højtidelighed, der overværedes af Amtmand Finsen, Præsterne Evaldsen og Petersen, Sysselmændene Effersø og Danielsen m.fl. varede omtrent et Par Timer. Indvendig er Kirken lige saa smuk som tarvelig, men lidt mere udsmykning kan jo med Tiden komme; dog det nødvendige er der, saa faar det andet at vente til Tid og Lejlighed. I akustisk henseende lader Kirken intet tilbage at ønske."

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. www.folkakirkjan.fo