Viðareiðis kirkja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Viðareiðis kirkja.

Í Viðareiðis kirkju er gripur, sum telst ímillum elstu kirkjugripir í Føroyum. Tað er ein krossmynd frá 1551, sum hongur á norðurvegginum í kirkjuni. Hana hevur Thomas Koppen úr Hamburg, sum fekk einkarætt til handils uppá Føroyar í 1533, givið. 20. november 1892 varð nýbygda kirkjan á Viðareiði sýnað og góðkend av J. Heinesen og S. Fr. Jacobsen. Seinni sama dag varð kirkjan vígd av J. C. Evensen, prósti. Í góðveðrinum var nógv bygdafólk komið saman, og gingu tey hátíðarliga skrúðgongu úr gomlu kirkjuni, frá árinum 1831, í ta nýggju, saman við gestum úr norðoyggjum. Við sær høvdu tey altargripir og aðrar kirkjulutir.

Í stuttari lýsing frá árinum 1891 av kirkjuni verður sagt: "Grótlaðað kirkja, 28 alin long og 12 alin breið, við skifurtaki og jarnvindeygum, var byggingin mett at kosta smáar 9000 krónur. Jóhan Andr. Petersen, tinglimur úr Mikladali, átók sær at gera høvuðsarbeiði fyri 8000 krónur. Onnur smáarbeiði komu afturat, men kostnaðarmetingin helt". Síðan kirkjan varð bygd, er sum vituligt nógv viðlíkahald og nógvar broytingar farnar fram. Millum annað er tekjan skift 4 ferðir og stoypijarnsvindeyguni eru skift út við trævindeygu.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  • J. P. Gregoriussen, "Yngru Hválvkirkjurnar".