Glyvra kirkja
Glyvra kirkja er ein kirkja í bygdini Glyvrar á Eysturoy. Hon varð vígd 26. mai 1926 og endurvígd 27. september 1981.
Oddamaðurin til Glyvra kirkju var eysturoyarpresturin, og danin Kristian Vilhelm Nielsen, sum var búsitandi á Nesi frá 1917 til 1927. Haðani virkaði hann sum einaprestur fyri Eysturoynna. Í 1924 byrjaði kirkjufólkið at savna pening inn til kirkjuna, og annan hvítusunnudag 1925 var basarur á Glyvrum. Nevnast kann, at Vilhelm Nielsen keypti kirkjuklokku, vínkannu, kalik, breyðílat, messuakul og ljósastaka í 1927, og vórðu allir lutirnir goldnir av innsavnaðum peningi.
Skjótt var farið undir at byggja. Bygginevnd varð sett, og formaður gjørdist K. V. Nielsen prestur sjálvur. Hann hevur teknaði eisini kirkjuna, og kom at standa fyri byggingini.
Vilhelm Nielsen legði grundarsteinin 9. mai 1926, og kirkjan varð vígd Kristi himmalferðadag, 26. mai 1927, av Jákup Dahl prósti.
Teir ið smíðaðu Glyvra kirkju vóru Jóan Dávid Jacobsen í Niðaragerði úr Søldarfirði, sum var formaður fyri stoypingini og Símun Johannesen úr Fuglafirði, ið var formaður fyri innandura arbeiðinum.
Ein munandi útbygging av kirkjuni byrjaði 11. juni 1980. Niels Pauli Hansen, byggimeistari, fyrireikaði og J.P.Gregoriussen, arkitektur, teknaði útbyggingina. Kirkjan var í tí sambandi endurvígd sunnudagin 27. september 1981, av Eivind Vilhelm.[1]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ www.folkakirkjan.fo