Taivan
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Zhōnghúa míngúo gúogē | |||
Alment mál | Kinesiskt | ||
Høvuðsstaður | Taipei | ||
Forseti | Tsai Ing-wen | ||
Varaforseti | Lai Ching-te | ||
Fullveldi | 10. oktober 1911 7. desember 1949[1] | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
36 179 km² 10,34 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
23 367 320 639/km² | ||
Gjaldoyra | Taivanskur dollari (TWD) | ||
Tíðarøki | UTC +8 | ||
Økisnavn á alnetinum | .tw | ||
Telefonkota | +886
| ||
Lýðveldið Kina (kinesiskt: 中華民國 Zhōnghúa míngúo) ella Taivan, Á hesi oyggj búgva um 23,5 mió. fólk.
Lýðveldið Kina hevur verið avbyrgt frá kinesiska meginlandinum síðan 1949, tá ið tjóðskaparstjórnin flýddi út í oynna, eftir at hon hevði tapt borgarakríggið ímóti kommunistunum. Stýrið í Taivan sigur seg enn verða lógliga stjórnarvaldið í øllum Kina, og Fólkalýðveldið Kina sigur Taivan verða kinverskan landslut. Fá lond hava viðurkent Taivan sum sjálvstøðugt ríki.
Stavseting
[rætta | rætta wikitekst]Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Teivan, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Taivan[2].
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Oyggin liggur í Eysturkinesiska havinum, norðanfyri Filipsoyggjar og eystanfyri kinesiska meginlandið. Taivansundið skilur oynna frá meginlandinum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Tá ið portugisiskir sjófarar fyrstu ferð komu til Taivan í 1590, nevndu teir oynna Ilha Formosa ("Oyggin Vakra"), tí hon var so fruktagóð, og fjøllini vóru so vøkur.[3]
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Hóast Taivan loysti frá Kina undir borgarakrígnum í 1949, so metir Kina enn, at Taivan er ein partur av Kinesiska Ríkinum, og landið hevur hótt Taivan, hvørja ferð tað hevur haft ætlanir um at taka formelt sjálvstýri.
Fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Upprunafólkið
[rætta | rætta wikitekst]Langt fyri at kinverjar komu til Taivans, búðu mong fólkasløg har. Tey talaðu egið mál, men mangir siðir og gerandislív líktist. Kinverjar komu hagar í 17. øld, og sum tíðin leið, løgdu teir oynna undir seg og trokaðu burtur upprunafólkið, ið nú á døgum bara er 2 % av fólkinum í Taivan. Fjølmentasta upprunafólkið nú er amifólkið, sum eru dugnaligir leirkerasmiðir og bøndur. Amifólkið býr í stórum bygdum, og heima eru tað konufólkini, ið ráða.
Átrúnaður
[rætta | rætta wikitekst]Størstu átrúnaðirnir í Taivan eru buddisma, taoisma og konfusianisma. Hesir átrúnaðir líkjast nógv, og mong fólk trúgva á partar úr øllum trimum. Taoisman, ið tók seg upp í Kina um 300 f.Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá taoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang).
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Taiwan, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 23°43′00″N 120°51′00″E / 23.71667°N 120.85000°E
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Eftir at Kuomintang tapti í kinesiska borgarakrígnum flýddu tey til Taiwan
- ↑ Lond og tjóðir - T Archived 2016-07-31 at the Wayback Machine, malrad.fo
- ↑ Taivan Archived 2019-07-27 at the Wayback Machine, snar.fo