Taipei

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Taipei
臺北市
Serstøk kommuna
Taipei City
Frá ovast, við klokkuni: Taipei skýlinja, Grand Hotel, Far Eastern Plaza, National Palace Museum, Chiang Kai-shek Memorial Hall, Jiantan Station
Frá ovast, við klokkuni: Taipei skýlinja, Grand Hotel, Far Eastern Plaza, National Palace Museum, Chiang Kai-shek Memorial Hall, Jiantan Station
Flag of Taipei
Flag
Official logo of Taipei
Logo
Orðaupprunafrøði: Kinesiskt: táiběi (Taivan norður)
Kelinavn: Azaleas býurin
Staðsetingin av Taipei í Taivan oyggjunum
Staðsetingin av Taipei í Taivan oyggjunum

Fylgisveinamynd av Taipei City
Coordinates: 25°02′N 121°38′E / 25.033°N 121.633°E / 25.033; 121.633Coordinates: 25°02′N 121°38′E / 25.033°N 121.633°E / 25.033; 121.633
Land Taivan
Región Norðurtaivan
Fyrsta búseting 1709
Sæti Xinyi District
Sýslur (districts)
Stjórn
 • Slag Høvuðsstaður
 • Borgarstjóri Ko Wen-je (Ind.)
 • Býráð Taipei City Council
Øki[1][2]
 • Høvuðsstaður 271.80 km2 (Bad rounding here100 sq mi)
 • Vatn 2.7 km2 (Bad rounding here1.0 sq mi)  1.0%
 • Býarøki 1,140 km2 (Bad rounding here440 sq mi)
Øki eftir stødd 16 av 22
Fólkatal (2016)[3]
 • Høvuðsstaður 2,704,974
 • Støða 4 av 22
 • Tættleiki 10,000/km2 (26,000/sq mi)
 • Býarøki[4] 8,500,000
 • Býur tættleiki 7,500/km2 (19,000/sq mi)
Tíðasona Taivan-tíð (UTC+8)
Postnummar 100–116
Økiskota (0)2
ISO 3166 kota TW-TPE
Fuglur Formosan blue magpie (Urocissa caerulea)
Blóma Azalea (Rhododendron nudiflorum)
Træ Banyan (India laurel fig, Ficus microcarpa)
Heimasíða english.gov.taipei (Enskt)
Taipei City
Taipei Chinese Characters.png
"Taipei"skrivað á siðbundnum kinesiskum
Kinesiskt navn
Siðbundið kinesiskt 臺北 ella 台北
Einfalt kinesiskt 台北
Hokkien POJ Tâi-pak-chhī
Bókstavilig meining Northern Taiwan City
Japanese name
Kanji 台北市
Kana たいほくし
Kyūjitai 臺北市

Taipei (kinesiskt 台北市, pinyin: Táibĕi Shì, taivanskt Tâi-pak) er høvuðsstaður hjá Taivan og størsti býur í landinum. Fólkatalið er 23.508.362 (meting pr. 2016). Býurin hevur stórt ídnaðarvirksemi innan elektronikk, tekstil, metall, skipasmiðju og motorsúkklur. Taipei býur er sjálvstýrandi kommuna og hoyrir administrativt beinleiðis undir stjórnini í Taivan. Býruin er ikki partur av, men er umgirdur av Nýggja Taipai kommunu. Taipai liggur 25 km í ein landsynning av havnabýnum Keelung. Tað mesta av býnum liggur í Taipei Basin. Taipei hevur verið høvuðsstaður Taivans síðan lýðveldið misti valdi yvir meginlands Kina í 1949 eftir borgarakríggið. Taipei er tann politiski, búskaparligi, útbúgvingarligi og mentanarligi miðdepilin í Taivan, og ein av stórbýunum í kinesiskttalandi heiminum. Býurin verður sagdur at ver ein heimsbýur,[5] og er ein partur av teimum størru hátøkniligu ídnaðarøkjunum.[6] Jarnbreytir, skjóttgangandi tok, motorvegir, flogvøllir og bussleiðir sameina Taipei við allar partar av oynni. Býurin hevur their flogvøllir – Taipei Songshan og Taiwan Taoyuan. Taipei hevur fleiri heimskend arkitektonisk og mentanarlig eyðkenni, teirra millum eru Taipei 101, Chiang Kai-shek Memorial Hall, Dalongdong Baoan Temple, Hsing Tian Kong, Mengjia Longshan Temple, National Palace Museum, Presidential Office Building, Taipei Guest House, Ximending, umframt fleiri náttarmarknaðir ið liggja spjaddir kring býin. Náttúrlig eyðkenni sum t.d. Maokong, Yangmingshan, og heitar keldur eru eisini vælkendar av vitjandi úr øðrum londum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Fólk frá Ketagalanstammuni vóru tey fyrstu, ið búðu í økinum, har ið Taipei liggur í dag. Hankinesarar úr Fujian komu hagar longu í 1709. Í 1894 gjørdist býurin høvuðsstaður Taivans. Í 1895 vunnu japanarar oynna, ið tá fekk navnið Taihoku. Býurin gjørdist tá høvuðsstaður fyri tað japanska stýri og mentist til ein fyrisitingarligan miðdepil á oynni.

Japanar vóru millum tey lond ið taptu seinna heimsbardaga, og oyggin kom aftur undir kinesiskt stýri. Eftir at Kuomintang tapti í kinesiska borgarakrígnum flýddu tey til Taiwan. Har víðariførdu teir Lýðveldi Kina, og Taipei gjørdist fyribils høvuðsstaður. Eftir hetta vaks býurin nakað. Í fyrru helvt av 1960-árunum vaks fólkatalið til yvir ein millión. Mitt í 1970-árunum lá fólkatalið um tvær milliónir. Síðan minkaði fólkavøksturin eina tíð.

Jarðfrøði[rætta | rætta wikitekst]

Býurin Taipei, sæddur frá Maokong.

Taipei City liggur í Taipei Basin í norðara parti av Taivan.[7] Býurin hevur mark til Xindian-ánna móti suðri og Tamsui-ánni móti vestri.

Tveir fjallatoppar, Cising-fjallið og Mt. Datun, hevja seg í ein landnyrðing av býnum.[8] Cising-fjallið liggur á vulkansku Tatun-fjallarøðini og er tað hægsta fjallið á tromini á Taipei Basin, har hægsta punktið er 1200 metrar. Hægsti tindurin á Mt. Datuner 1092 metrar. Hesi fyrrverandi gosfjøllini forma vestara partin av Yangmingshan Tjóðarparkini, ið er frá Mt. Datun norður til Mt. Caigongkeng (菜公坑山).

Í landsynningshorninum av býnum liggja Songshan-heyggjarnir og Qingshui-gjógvin, ið forma eina forðan av gróðrarmiklum skógi.[8]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]