Munurin millum rættingarnar hjá "Tailand"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
FoxBot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur leggur aftrat: or:ଥାଇଲାଣ୍ଡ
FoxBot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur broytur: az:Tailand
Linja 135: Linja 135:
[[as:থাইলেণ্ড]]
[[as:থাইলেণ্ড]]
[[ast:Tailandia]]
[[ast:Tailandia]]
[[az:Tayland]]
[[az:Tailand]]
[[bar:Thailand]]
[[bar:Thailand]]
[[bat-smg:Tailands]]
[[bat-smg:Tailands]]

Endurskoðan frá 4. feb 2012 kl. 10:03

Ratcha Anachak Thai
Kongsríki Teiland
Flagg Kongsríki Teiland
(Flagg Kongsríki Teiland)
Skjaldarmerki Kongsríki Teiland
(Skjaldarmerki Kongsríki Teiland)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Phleng Chat Thai
Alment mál Teilendskt
Høvuðsstaður Bangkok
Kongur Bhumibol Adulyadej
Forsætisráðharri Yingluck Shinawatra
Fullveldi 1238
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
513,120 km²
0.4 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
65 998 436
132.1/km²
Gjaldoyra Baht (THB)
Tíðarøki UTC +7
Økisnavn á alnetinum .th
Telefonkota +66

Kongsríkið Teiland (teilendskt: ราชอาณาจักรไทย, Ratcha Anachak Thai) varð stovnsett í 13. øld, og hevur verið sjálvstøðugt ríki síðan. Tað varð einasta land á meginlandinum í Landsynningsásia, ið ikki gjørdist hjáland og kom undir bretskt ella franskt yvirræði. Teiland hevur ongantíð verið hjáland.

Høvuðsstaðurin í Teilandi er Bangkok og miðallívsævin í landinum er 69 ár (2008) [1].

Søga

Í 12. og 13. øld var tann partur av Landsynningsasia, sum nú er Teiland, í smáum ríkjum, sum bardust um at fáa ræðið yvir teimum fruktagóðu slættunum mitt í landinum. Um miðja 14. øld varð kongsríkið Ayutha grundað fyri sunnan. Tað gjørdist so stórt í vídd, at tað kom inn á ein part av tí eftirstundaða láglendinum fyri sunnan og fekk navnið Siam. Í 1448 tók Trailokanat kongur við siamesisku trúnuni. Hann stýrdi væl, og rættarábøtur hansara vóru í gildi til um miðja 19. øld. Trailokanat liðaði fyrisitingina sundir í eina hernaðarliga og eina borgarliga høvuðsdeild við egnum undirdeildum fyri stýri, búskapi, lógum og rætti. Hann skifti siamesiska samfelagið sundur í stættir, hvør stætt fekk sínar jarðir til hvønn einstakan lim. Enntá tey fátækastu fingu ein jarðarteig, so eingin skuldi svølta. Meginpartin av tíðini, Trailokanat ráddi, kríggjaðist ríki hansara við ríki fyri norðan. Tá ið ríkið gjørdist størri, læt hann høvuðsstaðin flyta norður eftir til Phitsanulok. Trailokanat doyði í 1488. Tá hevði hann útnevnt son sín til undirkong, embætið var til til miðja 19. øld, tá varð tað avtikið. Buddisman varð vorðin høvuðstrúarlæra í Teilandi í 15. øld, og nógvar myndir av Budda vórðu gjørdar.

Politikkur

Bhumibol Adulyadej kongur hevur verið kongur síðan 1946 og er ímillum teir ríkisovastar í heiminum, sum hevur sitið longst. Hann hevur stóran týdning sum maðurin, ið savnar landið, og hevur ofta lagt upp í politiskar ósemjur til tess at fáa skil á aftur í landinum [2].

Verður hugt eftir lutfallinum millum kvinnur og menn í leiðslu, so liggur Teiland heilt í toppinum samanborið við øll heimsins lond. Har eru 45 % av leiðarunum kvinnur [3]. Verður samanlíknað við til dømis Danmark, eru einans 12 % av leiðarunum kvinnur. Danmark liggur í botninum saman við til dømis India og Arábisku Emiratunum. Sunnudagin, 3. juli í 2011, fekk Teiland sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra. Tað er 44 ára gamla Yingluck Shinawatra, sum hevur eina fortíð sum stjóri í privata vinnulívinum, sum fer at royna seg. Hon er systir fyrrverandi forsætisráðharran, Thaksin, sum er í útlegd í Dubai.

Landafrøði

Norðari, vestari og sunnari partur í landinum er mest fjallalendi og ikki nærbýlt. Um triðingurin av fólkinum býr á fruktagóðu og fjølbygdu eingjunum miðskeiðis í landinum. Fyrr var nógvur skógur í Teilandi, men vandi var fyri, at hann varð týndur, tí varð bannað at høgga skóg.

Høvuðsstaðurin, Bangkok, er bygdur á Menamoyrunum; enn eru fáir høvuðsvegir, og almenna flutningskervið er vánaligt. Tí er javnan ruðuleiki í ferðsluni, og tað kann verða ringt at fáa skil á aftur. Eftir ein monsunstorm í 1992 liðu 11 tímar, til ferðslan gekk aftur sum vanligt. Eftir almennum hagtølum búgva 9,1 mió fólk í Bangkok, men tað rætta er, at helst búgva úti við 13 mió fólk.

Bangkok verður tíðum kallaður Eysturlanda Venesia, tí tann mesta ferðslan í býnum er við báti, og meginparturin av handlunum í býnum er í bátum [4].

Búskapur

Teiland er eitt hitt ríkasta landið í Landsynningsásia. Týdningarmiklasti vinnuvegur er landbúnaður. Einki annað land í heiminum dyrkar so nógv ananas sum Teiland. Nógv gummi og rís verður eisini útflutt. Seinastu árini hevur annar ídnaður tikið seg fram um landbúnaðin og er vorðin landsins størsta inntøka. Serliga mong fólk í býunum arbeiða í námsvinnu og ídnaði. Amerikanskar og japanskar fyritøkur hava stovnað verksmiðjur í Teilandi, ið gera framkomnar elektróniskar lutir til teldur og aðra hátøkni. Flestu verkafólk á hesum nýggju verksmiðjunum eru konufólk. Konufólk verða tikin fram um mannfólk at arbeiða í elektrónikkídnaðinum, tí at tey fáa lægri løn og eru lætthentari og fimari í fingrunum at fáast við hetta ørfína arbeiðið. Bara 1.5 % av fólkinum er arbeiðsleys (2010)[5].

Ferðavinnan

Nú á døgum er mikil menning og stórur búskaparvøkstur í Teilandi - ein hin týdningarmesta inntøkukeldan er ferðavinnan. Mongu listskrýddu buddatemplini í Teilandi hava altíð drigið ferðafólk úr øllum heiminum at koma hagar at síggja hesa vøkru byggilist. Nú koma eisini mangir útlendingar til Teilands at dusa sær á óspiltu sandstrondunum, at ganga í fjøllunum fyri norðan ella at spæla á nýggju golfvøllunum, ið mest eru bygdir at fáa ríkar japanskar ella amerikanskar keypmenn hagar.

Fleiri enn 9 mió. ferðafólk fara til Teilands á hvørjum ári.

Uttanlandshandil

Inn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2009, sær soleiðis út sambært CIA World Factbook [6]:

Útflutningur Innflutningur
1. USA USA 10.94 % Japan Japan 18.70 %
2. Fólkalýðveldið Kina Kina 10.58 % Fólkalýðveldið Kina Kina 12.73 %
3. Japan Japan 10.32 % Malaysia Maleisia 6.41 %
4. Hong Kong Hong Kong 6.22 % Sameindu Emirríkini Sameindu Emirríkini 4.98 %
5. Avstralia Avstralia 5.62 % Singapor Singapor 4.27 %
6. Malaysia Maleisia 5.03 % Suðurkorea Suðurkorea 4.05 %

Fólkið

Átrúnaður

Høvuðsátrúnaður í Teilandi er Theravadalæran, ið er grein av buddismuni [7]. Henda læra kom til Landsynningsásia í 12. øld, tá ið munkar úr Sri Lanka komu hagar, og eftir stuttari tíð gjørdist hon høvuðsátrúnaður í Teilandi. Theravadalæran (á føroyskum: „læra teirra elstu" [8]) eggjar trúfeløgum sínum at halda karmalógirnar og at gera alt, ið stendur í teirra valdi at minka um líðingarnar í heiminum.

Mentan

Landsins ríki mentanararvur eru til dømis tempuldansur og mong sera vøkur gomul hús.

Myndasavn

Hygg eisini at

Keldur

  1. http://www.unicef.org/infobycountry/Thailand_statistics.html
  2. http://www.travelmagthailand.no/om_thailand.php?id=20
  3. http://www.google.com/hostednews/afp/article/ALeqM5j6-VsPp6YEJtT9rU8VIlSE_8kpWA?docId=CNG.75d5258f5bb1820efad4d0fc96ffb530.b1
  4. http://hubpages.com/hub/Bangkok-the-Venice-of-East
  5. http://www.indexmundi.com/thailand/unemployment_rate.html
  6. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/th.html
  7. http://www.snl.no/Thailand/religion
  8. http://www.snl.no/theravada