HM fótbóltur
Stovnað | 1930 |
---|---|
Región | Altjóða (FIFA) |
Tal av liðum |
32 (finalur) 209 (skikkaði til innleiðandi) |
Núverandi meistarar | Týskland (4. tittul) |
Lið við besta avriki | Brasil (5 titlar) |
Sjónvarpssendistøðir | Listi yvir rásir |
Heimasíða | fifa.com/worldcup |
Kvalifisering til HM í fótbólti 2018 |
Byrjunarhátíðarhald á HM í fótbólti 2014 | |
Kappingar | |
---|---|
HM í fótbólti (enskt: FIFA World Cup) er størsta undirhaldshending í heiminum. Einki annað tiltak savnar líka nógv fólk frammanfyri sjónvarpsskermarnar sum hendan kappingin, ið verður avgjørd fjórða hvørt ár. Men soleiðis hevur ikki altíð verið.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]FIFA verður stovnað
[rætta | rætta wikitekst]Í 1904 var fundur hildin í Paris við tí endamáli at seta á stovn eina heimssamgongu fyri fótbóltssambond. - Federation Of International Football Asssociations (FIFA), sum samgongan kom at eita, hevði upprunaliga sjey limalond; Belgia, Danmark, Frakland, Niðurlond, Spania, Sveis og Svøríki. Bretsku fótbóltssambondini (Ongland, Skotland, Írland og Wales) vóru ikki umboðað á fundinum, m.a. orsaka av, at fótbólturin longu var professionel ítrótt í Bretlandi. Nýstovnaða fótbóltssamgongan setti sær m.a. sum mál at skipa fyri eini Heimsmeistarakapping.
Bretar seta seg uttanfyri
[rætta | rætta wikitekst]Tá ið Fyrri Heimsbardagi brast á, var FIFA vaksið og kundi nú av røttum kallast ein heimsfelagsskapur; Brasil, Argentina, USA og "heimalondini" Ongland, Írland, Skotland og Wales vóru nú komin við. Hóast hesa vaksandi undirtøku vóru trupulleikar fyri framman. Eftir kríggið vildi Ongland (og teir fingu stuðul frá Skotlandi, Írlandi, Wales, Fraklandi og Belgia) ógvuliga treyðugt spæla dystir móti gomlu fíggindunum úr Týsklandi, Eysturríki og Ungarn, og á fundi í Bruxelles í 1919 varð samtykt "ikki at hitta neutralar samgongur ella neutral feløg, ið hava spælt móti samgongum, ella feløgum úr Miðveldunum", og soleiðis settu bretar seg sjálvar uttanfyri heimsfelagsskapin. Í Belgia broyttu tey skjótt meining, tí tey skuldu vera OL-vertir í 1920, og kundu tí ikki loyva sær slíkan hugburð.
Fótbóltur er fyri professionellar
[rætta | rætta wikitekst]Á fundinum í 1926 staðfesti Henri Delauny, sum var formaður í fronsku fótbóltssamgonguni, at "Ein altjóða fótbóltskapping kann ikki longur vera partur av Olympisku Leikunum, ið er fyri amatørar, tí professionalisman er komin. Spurningurin var bara, hvussu ein professionellur fótbóltsspælari skuldi definerast. Bretsku fótbóltssamgongurnar, ið nú aftur vóru komnar upp í FIFA, ivaðust ikki og settu fram sína definitión fyri hinum limalondunum; men tey høvdu ilt við at semjast um bretsku loysnina, og hesaferð var ósemjan verri at bøta, og tí hildu bretar seg burtur frá Heimsmeistarakappingini í mong ár. Men HM kom tó kortini.
Fyrsta HM endaspælið verður fyrireikað
[rætta | rætta wikitekst]Á FIFA fundinum í 1928 varð skotið upp at fara undir fyrireikingarnar til HM kappingina í fótbólti. 25 limalond atkvøddu fyri uppskotinum; bert Svøríki, Danmark, Noreg, Finnland og Estland atkvøddu ímóti. Hugo Meisl fekk uppgávuna at leggja kappingina til rættis. Meisl var ein av fremstu monnunum í Miðevropiskum fótbólti, og hevði um hetta mundið skipað fyri teimum væleydnaðu kappingunum Mitropa Cup, ið var kapping fyri feløg, og Nations Cup, ið var fyri landsliðini hjá Kekkoslovakia, Eysturríki, Sveis, Italia og Ungarn. Fyri at kappingin skuldi eydnast og av røttum kunna bera heitið Heimsmeistarakapping Í Fótbólti, mátti ein háttur finnast at fáa londini í Suðuramerika við.
Tey lond, sum ynsktu at vera vertir, vóru Svøríki (hóast teir høvdu atkvøtt ímóti kappingini!), Niðurlond, Spania og Ungarn; men kortini var tað Uruguei, sum fekk heiðurin. Landið vann Olympisku kappingina í 1928 og bjóðaði sær til at rinda allar útreiðslurnar hjá teimum luttakandi landsliðunum.
Myndahøggarin Abel Lafleur evnaði steypin til, ið fekk navnið "Jules Rimet Steypið" at heiðra formannin hjá FIFA, tí hansara eldhugur hevði verið so avgerandi fyri at fáa HM kappingina av bakkastokki.
Dato: 13/7 - 30/7
Luttakarar (13)
[rætta | rætta wikitekst]Argentina - Belgia - Bolivia - Brasil - Kili - Frakland - Jugoslavia - Meksiko - Paraguei - Peru - Rumenia - USA - Uruguei.
Finala
[rætta | rætta wikitekst]Málríkasti dystur
[rætta | rætta wikitekst]Úrslit
[rætta | rætta wikitekst]- e.l.l.: eftir longda leiktíð
- b: eftir brotsspark-kapping (after penalty shoot-out)
- Viðmerkingar
- ↑ Tað var ongin almennur dystur í World Cup 1930 um triðjaplássið. USA og Jugoslavia taptu í hálvfinalum. FIFA viðurkennur nú USA sum triðjapláss og Jugoslavia á fjórðaplássi við at hyggja at øllum úrslitunum hjá liðunum í kappingini.[1]
- ↑ Eysturríki tók seg úr kappingini eftir javnleikin, sum eitt úrslit av Anschluss við Týskland: summir eysturríkskir leikarar gjørdist síðan partur av týska hópinum, og so vóru 15 lið eftir í kappingini.
- ↑ Keldufeilur: Invalid
<ref>
tag; no text was provided for refs namedwc1950
- ↑ Bara 13 lið spældu við á HM í fótbólti 1950.[2] 16 lið komu við í seeding-bólkin til lutakastið. Men bæði Turkaland og Skotland tóku seg aftur, áðrenn lutakastið. Frakland, ið var sligið út í undankappingini, varð boðið við í staðin, og so vóru 15 lið í kappingini. Eftir lutaksstið tóku bæði Frakland og India seg úr kappingini, so tað tá ið av tornaði bert vóru 13 lið í luttóku í kappingini.
Lið ið náddu topp fýra
[rætta | rætta wikitekst]Lið | Titlar | Nummar tvey | Triðjapláss | Fjórðapláss | Topp 4 endapláss |
Topp 3 endapláss |
Topp 2 endapláss |
---|---|---|---|---|---|---|---|
Brasil | 5 (1958, 1962, 1970, 1994, 2002) | 2 (1950*, 1998) | 2 (1938, 1978) | 2 (1974, 2014*) | 11 | 9 | 7 |
Týskland^ | 4 (1954, 1974*, 1990, 2014) | 4 (1966, 1982, 1986, 2002) | 4 (1934, 1970, 2006*, 2010) | 1 (1958) | 13 | 12 | 8 |
Italia | 4 (1934*, 1938, 1982, 2006) | 2 (1970, 1994) | 1 (1990*) | 1 (1978) | 8 | 7 | 6 |
Argentina | 2 (1978*, 1986) | 3 (1930, 1990, 2014) | & —
|
& —
|
5 | 5 | 5 |
Uruguei | 2 (1930*, 1950) | & —
|
& —
|
3 (1954, 1970, 2010) | 5 | 2 | 2 |
Frakland | 1 (1998*) | 1 (2006) | 2 (1958, 1986) | 1 (1982) | 5 | 4 | 2 |
Ongland | 1 (1966*) | & —
|
& —
|
1 (1990) | 2 | 1 | 1 |
Spania | 1 (2010) | & —
|
& —
|
1 (1950) | 2 | 1 | 1 |
Niðurlond | & —
|
3 (1974, 1978, 2010) | 1 (2014) | 1 (1998) | 5 | 4 | 3 |
Kekkoslovakia# | & —
|
2 (1934, 1962) | & —
|
& —
|
2 | 2 | 2 |
Ungarn | & —
|
2 (1938, 1954) | & —
|
& —
|
2 | 2 | 2 |
Svøríki | & —
|
1 (1958*) | 2 (1950, 1994) | 1 (1938) | 4 | 3 | 1 |
Pólland | & —
|
& —
|
2 (1974, 1982) | & —
|
2 | 2 | & —
|
Eysturríki | & —
|
& —
|
1 (1954) | 1 (1934) | 2 | 1 | & —
|
Portugal | & —
|
& —
|
1 (1966) | 1 (2006) | 2 | 1 | & —
|
USA | & —
|
& —
|
1 (1930) | & —
|
1 | 1 | & —
|
Kili | & —
|
& —
|
1 (1962*) | & —
|
1 | 1 | & —
|
Kroatia | & —
|
& —
|
1 (1998) | & —
|
1 | 1 | & —
|
Turkaland | & —
|
& —
|
1 (2002) | & —
|
1 | 1 | & —
|
Jugoslavia# | & —
|
& —
|
& —
|
2 (1930, 1962) | 2 | & —
|
& —
|
Sovjetsamveldið# | & —
|
& —
|
& —
|
1 (1966) | 1 | & —
|
& —
|
Belgia | & —
|
& —
|
& —
|
1 (1986) | 1 | & —
|
& —
|
Bulgaria | & —
|
& —
|
& —
|
1 (1994) | 1 | & —
|
& —
|
Korea Republic | & —
|
& —
|
& —
|
1 (2002*) | 1 | & —
|
& —
|
- * = vertir
- ^ = inniheldur eisini úrslit umboðandi Vesturtýskland millum 1954 og 1990
Bestu úrslit eftir heimsparti
[rætta | rætta wikitekst]AFC | CAF | CONCACAF | CONMEBOL | OFC | UEFA | Tilsamans | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
Lið | 32 | 39 | 39 | 80 | 4 | 231 | 425 |
Topp 16 | 5 | 9 | 13 | 31 | 1 | 81 | 140[4] |
Topp 8 | 2 | 3 | 5 | 32 | 0 | 94 | 136 |
Topp 4 | 1 | 0 | 1 | 22 | 0 | 56 | 80 |
Topp 2 | 0 | 0 | 0 | 14 | 0 | 26 | 40 |
1. | 0 | 0 | 0 | 9 | 0 | 11 | 20 |
2. | 0 | 0 | 0 | 5 | 0 | 15 | 20 |
3. | 0 | 0 | 1 | 3 | 0 | 16 | 20 |
4. | 1 | 0 | 0 | 5 | 0 | 14 | 20 |
HM-vinnarar eftir landi
[rætta | rætta wikitekst]Heimsmeistarar Ár Brasil 1958, 1962, 1970, 1994, 2002 Italia 1934*, 1938, 1982, 2006 Týskland 1954, 1974*, 1990, 2014 Uruguei 1930*, 1950 Argentina 1978*, 1986 Ongland 1966* Frakland 1998* Spania 2010 *Landið var vertstjóð hetta árið
Toppskjúttar
[rætta | rætta wikitekst]Hesir hava skotið tey flestu málini til HM kappingar í fótbólti gjøgnum allar tíðir frá 1930 - 2014 (frá tíggju málum og fleiri):
Mál | Málskjútti |
---|---|
16 | Miroslav Klose |
15 | Ronaldo |
14 | Gerd Müller |
13 | Just Fontaine |
12 | Pelé |
11 | Jürgen Klinsmann, Sándor Kocsis |
10 | Gabriel Batistuta, Teófilo Cubillas, Grzegorz Lato, Gary Lineker, Helmut Rahn, Thomas Müller |
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "1930 FIFA World Cup". FIFA.com. Fédération Internationale de Football Association. http://www.fifa.com/tournaments/archive/worldcup/uruguay1930/index.html. Heintað 5 March 2009.
- ↑ 2.0 2.1 "1950 FIFA World Cup". FIFA.com. Fédération Internationale de Football Association. http://www.fifa.com/tournaments/archive/worldcup/brazil1950/index.html. Heintað 5 March 2009.
- ↑ Keldufeilur: Invalid
<ref>
tag; no text was provided for refs namedsuccessor
- ↑ The 1982 edition in Spain had a format with a second round consisting of 12 teams instead of 16, 4 of which qualified to the semi-finals.