Havnar Bóltfelag ella HB er eitt fótbóltsfelag úr Tórshavn sum varð stovnað 4. oktober1904. Felagið er eitt hitt størsta fótbóltsfelagið í Føroyum við umleið 1000 limum. HB er tað fótbóltsfelagið í Føroyum, ið hevur vunnið flest føroyameistaraheiti. Í 2020 vann HB sítt 24. FM-heiti, og hin 5. december 2020 vann HB eisini finaluna um Løgmanssteypið og gjørdust tí greipuvinnarar fyri 13. ferð. Teir vunnu tað fyrsta FM heitið í 1955.
Fótbóltshópur
Dagført 7. november 2020.[1][2]
Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.