Gunnar Nielsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Gunnar Nielsen
FIFA WC-qualification 2014 - Austria vs Faroe Islands 2013-03-22 - Gunnar Nielsen 02.jpg
Nielsen við føroyska landsliðnum í 2013
Persónlig kunning
Fult navn Gunnar Nielsen[1]
Føðingardagur (1986-10-07) 7 oktober 1986 (aldur 29)[2]
Føðistaður Tórshavn[2]
Hædd 6 ft 3 in (1.91 m)[2]
Pláss Málmaður
Kunning um feløg
Núverandi felag
FH Hafnarfjörður
Nummar 1
Ungdómsyrkisleið
Havnar Bóltfelag
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
Ár Felag Dystir (Mál)
–2004 Havnar Bóltfelag 0 (0)
2004–2007 BK Frem 16 (0)
2007–2009 Blackburn Rovers 0 (0)
2008 Motherwell (lán) 0 (0)
2009–2012 Manchester City 1 (0)
2009 Wrexham (lán) 4 (0)
2010–2011 Tranmere Rovers (lán) 2 (0)
2013 Silkeborg 8 (0)
2013–2015 Motherwell 19 (0)
2015 Stjarnan 20 (0)
2015– FH 0 (0)
Landslið
2001–2002 Føroyar U17 13 (0)
2002–2004 Føroyar U19 8 (0)
2007–2008 Føroyar U21 10 (0)
2009– Føroyar 31 (0)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 20. september 2015.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 12. oktober 2015

Gunnar Nielsen (føddur 7. oktober 1986) er føroyskur fótbóltsleikari, í løtuni (jan. 2016) hevur hann sáttmála við íslendska felagið FH. Gunnar gjørdist serliga kendur, tá hann sum fyrsti føroyingur nakrantíð, spældi við bestu ensku fótbóltsdeildini,[3] tað var við Manchester City í ensku Premier League í 2010. Gunnar spælir eisini sum landsliðsmálmaður fyri Føroyar.

Lívsleiðin í fótbólti[rætta | rætta wikitekst]

Gunnar Nielsen spældi mest við HB í barna og ungdómsárum. Í 2005-07 spældi hann við danska liðnum Frem og í 2007 gekk leiðin til Onglands, har hann fyrst hevði kontrakt við Blackburn Rovers í 2007-09 [4], tó varð hann útleigaður til skotska fótbóltsfelagið Motherwell í 2008. Í 2009 kom Gunnar Nielsen í hópin hjá Manchester City, tó varð hann lántur út til walisiska felagið Wrexham. Í 2010 er Gunnar Nielsen aftur partur av hópinum hjá Manchester City. Gunnar sat fleiri ferðir á bonkinum,[5] men 24. apríl 2010 varð hann skiftur inn og gjørdist harvið fyrsti føroyingur nakrantíð, sum hevur leikt dyst í Premier League. Í apríl 2013 undirskrivaði Gunnar sáttmála við danska superliga felagið Silkeborg IF, sáttmálin var galdandi fyri 6 vikur, ið var tann tíðin ið restaði í restina av kappingarárinum 2012/13.[6] Í 2015 leikti hann fyri íslendska felagið Stjarnan,[7] og í 2016 spælir hann fyri íslendska felagið FH.

Málmaður á føroyska A-landsliðnum[rætta | rætta wikitekst]

Gunnar Nielsen hevur spælt fleiri dystir fyri Føroyar á U-21 landsliðnum. Hann hevur eisini fleiri ferðir verið úttikin til A-landsliðshópin hjá Føroyum og hevur verið málmaður ella eyka málmaður á føroyska A-landsliðnum.[1] Fyrsti dysturin, sum Gunnar Nielsen leikti á føroyska A-landsliðnum, var, tá Føroyar vunnu 2-1 móti Íslandi 22. mars 2009.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Premier League Clubs submit Squad Lists" (PDF). Premier League. 2 September 2011. http://www.premierleague.com/content/dam/premierleague/site-content/News/publications/squad-lists/squad-lists-september-2011.pdf. Heintað 21 February 2014. 
  2. 2.0 2.1 2.2 "Gunnar Nielsen profile". Official Motherwell FC Site. http://www.motherwellfc.co.uk/players/first-team/gunnar-nielsen/. Heintað 21 February 2014. 
  3. Sportal.fo, Gunnar Nielsen í málinum!
  4. BBC.CO.UK, Blackburn sign Faroes goalkeeper
  5. Sportal.fo, Gunnar Nielsen á bonkinum í Premier League
  6. Sportal.fo Gunnar Nielsen til Silkeborg
  7. http://www.visir.is/umfjollun,-vidtol-og-einkunnir--ia---stjarnan-0-1---draumamark-olafs-karls-skildi-a-milli/article/2015150509857

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið