Fjøll í heiminum
Appearance
Hetta er eitt yvirlit yvir hægstu fjallatindarnar í heiminum og í hvørjum heimsparti sær. Raðfylgjan av heimspørtunum er soleiðis, at heimsparturin við hægsta punkti er fyrst, og síðani omaneftir. Fyri hvønn heimspart standa fyrst tey hægstu fjøllini, og síðani onnur fjøll, ið eru verd at nevna.
Viðmerkingar: Mong fjøll, serliga í Asia, hava fleiri tindar, bara teir hægstu standa her. Í Kaukasus eru 14 aðrir tindar, sum eru hægri enn Mont Blanc, ið er hægsta punkt í Evropa uttan fyri Russland. Tó at Mont Blanc er í bæði Fraklandi og Italia, so er hægsta punktið í Fraklandi.