Bretska Samveldið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Limalondini í The Commonwealth. Hóast mong av hesum limalondum eru lýðveldi, er bretska drotningin Elisabeth 2. ovasti í samgonguni.

The Commonwealth ella Commonwealth of Nations (føroyskt: Bretska Samveldið) er samgonga ímillum Stóra Bretland og 50 av gomlu hjálondum tess. Onglendingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og væl hevur dámt teimum at leggja lond undir seg. Fólk úr Bretlandi flutti til tey nýggju londini, og enskt kom at verða høvuðsmálið í nógvum av teimum. Um ár 1900 ráddu teir fyri Avstralia, Nýsæland, Kanada, India og einum stórum parti av Afrika, umframt fleiri smærri landspørtum og oyggjum. Tey flestu av hesum londum hava nú fingið sjálvstýri, men eru kortini upp í einum felagsskapi við Bretlandi, soleiðis at Bretlands kongur eisini er kongur í teimum.

Limalond[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið