Jump to content

Trinidad og Tobago

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Trinidad and Tobago)
Republic of Trinidad and Tobago
Flagg Trinidad og Tobago
(Flagg Trinidad og Tobago)
Skjaldarmerki Trinidad og Tobago
(Skjaldarmerki Trinidad og Tobago)
Tjóðarslagorð: "Together we aspire, Together we achieve"
Tjóðsangur: Forged from the Love of Liberty
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Port of Spain
Forseti Christine Kangaloo
Forsætisráðharri Keith Rowley
Fullveldi 31. august 1962
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
5.131 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2022
 - tættleiki
 
1.405.646
264/km²
Gjaldoyra Dollar (TTD)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .tt
Telefonkota +1 (868)

Trinidad og Tobago (enskt; Trinidad and Tobago) er eitt land í Suðurkaribiska Havinum í Norðuramerika. Landið fevnir um tær báðar høvuðsoyggjarnar Trinidad og Tobago og 21 aðrar minni oyggjar, sum allar eru partur í Smáu Antilloyggjum. Landið liggur 11 km frá stondini í Venezuela. Høvuðsstaðurin eitur Port of Spain, størsti býurin er San Fernando. Oyggjarnar fevna um eitt økið á 5 128 km². Almenna málið er enskt, men tað vanliga talaða málið er enskt kreólskt. Spanskt, ið verður tosað av eini 5% av fólkinum, er sokallað "first foreign language", tí oyggjarnar liggja tætt við venesuelansku strondina.

Áðrenn Christopher Columbus fann oyggjarnar í 1498 búðu karibiarar og arawakar har. Trinidad var spanskt hjáland frá 1400-talinum til bretar tóku oynna í 1797. Meðan Trinidad var undir sponskum harradømi fluttu nógvir franskmenn til oynna. Eisini franskir plantasjueigarar frá teimum fronsku hjálondunum Martinique og Guadeloupe komu til Trinidad, har teir byrjaðu at dyrka sukkurrør, kaffi og kakao. Teir førdu afrikanskar trælir við sær.

Parlatuvier Strondin er væl umtókt ferðamál.

Tobago hevur verið hjáland undir Spania, Niðurlondum, Fraklandi og Stórabretlandi.

Trinidad gjørdist bretskt hjáland í 1802 og Tobago í 1814. Oyggjarnar savnaðust til eina fyrisitingarliga eind av bretum í 1890.

Trældómur bleiv forboðin um hálva 19. øld, og tað førdi til mangul uppá arbeiðskraft innan landbúnaðin, sum førdi til, at arbeiðskraft varð innflutt úr India, Kina og Portugal. Fyrst í 1900-talinum komu eisini tilflytarar úr Sýria og Libanon.

Fyrst í 1900-talinum varð farið í holt við at útvinna olju á Trinidad og seinni eisini náttúrugass.

Trinidad og Tobago gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1962 og gjørdist lýðveldi í 1976.

Ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Luttøka á Olympisku Leikunum

[rætta | rætta wikitekst]

Trinidad og Tobago luttekur í Olympisku Leikunum. Á Summar-OL 2008 vunnu tey 2 bronsu heiðursmerki. Á Summar-OL 2012 van Trinidad og Tobago eitt gull og trý bronsu heiðursmeriki og endaði á einum 47. plássi.

HM í fótbólti

[rætta | rætta wikitekst]

Í 2006 luttók Trinidad og Tobago fyri fyrstu ferð í einum HM endaumfari í fótbólti. Í fyrsta dystinum spældu teir javnleik móti Svøríki. Síðan taptu teir 2-0 móti Onglandi og 2-0 móti Paraguei, og endaðu á aftasta plássi í bólki B.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið