Smærru Antilloyggjar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Smáu Antilloyggjar)
Kort.
Kort yvir oyggjarnar í Karibiska Havinum.

Smáu Antilloyggjar, ið eru í einum boga úr Puerto Riko í Stóru Antilloyggjum fyri norðan og at strondini í Suðuramerika, eru partur av Karibiaoyggjum í Karibiska Havinum.

Oyggjarnar hava verið evropeisk hjálond, men nú eru tær flestu fræls ríki. Tær frælsu oyggjarnar eru St. Kitts og Nevis, Antigua og Barbuda, Dominika, St. Lusia, St. Vinsent og Grenadinoyggjar, Barbados, Grenada og Trinidad og Tobago. Nógvar oyggjar eru enn undir Stórabretlandi, Fraklandi, Hollandi ella USA: Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Anguilla, Aruba, Bretsku Jómfrúoyggjar, Bonaire, Curacao, Guadeloupe, Martinque, Montserrat, Saint Martin, Sint Maarten, Sint Eustatius, Saint Barthélemy og Saba.

Fólkið er ættað úr Afrika, Evropa og Asia, og burtur úr tí er sprottin egin og lívlig mentan, sum leggur stóran dent á tónleik og dans. Bananir, sum vaksa væl í nógvum hita og nógvum regni, eru týdningarmikil útflutningsvøra. Men javnan er vandi fyri, at banangrøðin misferst, tá ið ódnir herja. Fyrr fóru fólk ímillum oyggjarnar í báti, og enn verður mesta vøran flutt við skipi, tí at tað er bíligasti flutningsháttur. Stórar útflutningshavnir eru t.d. Castries í St. Lusia. Í fleiri oyggjum eru ongar jarnbreytir lagdar, og høvuðsvegirnir eru mest fram við strondini, og tí er vegasambandið inn í oyggjarnar vánaligt. Í Antigua, Barbados, Martinique og mongum øðrum oyggjum eru nú lagdir stórir flogvøllir. Stór flogfør kunnu seta seg.

Mesti ídnaðurin í Smáu Antilloyggjum er í Trinidad og Tobago. Olja og gass eru í undirgrundini, og har eru virki, sum vinna úrdráttir úr oljuni og gassinum, og eisini er jarn- og stálídnaður. Tá ið Barbados er frá, eiga hini londini so at siga eingi ráevni, og høvuðsinntøka teirra er landbúnaður, t.d. bananir, sukur, bummull og kakao. Seinastu árini hevur verið roynt at gera útflutningsídnaðin fjølbroyttari. Í St. Vinsent og Grenadinoyggjar er gjørd stór kvørn, og í Martinique oljureinsiverk. Á mongum oyggjum hevur ymiskur smáídnaður tikið seg upp.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið