Jump to content

Saint Martin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kort av oynni

Saint Martin (niðurlendskt Sint Maarten; franskt Saint-Martin) er ein lítil oyggj í Karibia. Oyggin, ið er partur av Smáu Antilloyggjum, liggur 240 km eystanfyri Puerto Rico og beint sunnanfyri Anguilla.

Sunnari partur og norðari partur

[rætta | rætta wikitekst]
Marknasteinur á markinum millum niðurlenska og franska partin.

Oyggin er býtt sundur í tveir partar. Sunnari parturin av oynni eitur "het land Sint Maarten" og er eitt "land" í Kongadømi í Niðurlondum. Sint Maarten hoyrir tó ikki til sjálv Niðurlond, ið er, líkasum Aruba og Curaçao, einans eitt av teimum fýra londum í Kongadøminum. Sint Maarten hoyrir heldur ikki til ES og nýtir bæði egið gjaldoyra (antillanskur gyllin, ANG) og amerikanska gjaldoyra (USD).[1] Høvuðsstaðurin í Sint Maarten eitur Philipsburg.

Norðari parturin av oynni eitur "Collectivité de Saint-Martin", hoyrir politiskt til Frakland og er ein partur av ES, men ikki av Schengen-økinum.[2] Høvuðsstaðurin í Saint-Martin eitur Marigot. Franski parturin nýtir evruna sum gjaldoyra.

Oyggin sum ferðafólkamál

[rætta | rætta wikitekst]
Stutta breytin hevur við sær, at flogførini flugva sera lágt yvir strondini undir innflúgving.
Eitt KLM-flogfar lendir á flogvøllinum.

Sólfullar strendur lokka ferðafólk til, men ógvusligu lendingarnar ræða eisini summi, ið als ikki halda tað vera stuttligt at flogførini undir lending bert eru metur yvir høvdi teirra. Har aftur ímóti er oyggin vorðin ferðamál hjá flogfjepparum, sum fegnir vilja vera nærhendis flogførum, tá tey lenda.

Ódnin Irma

[rætta | rætta wikitekst]

Eftir at ódnin Irma, ein av ringastu ódnunum sum fólk vita um í økinum, hevði herjað í 2017, vóru 95 prosent av franska partinum av karibisku oynni St. Martin løgd í oyði..[3]

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  1. Praktische informatie over Sint Maarten, landenportal.nl (niðurlendskt)
  2. Praktische informatie over Saint-Martin, landenportal.nl (niðurlendskt)
  3. Ódnin Irma: 95 prosent av karibiskari oyggj eru løgd í oyði, r7.fo