Løgtingsins uttanlandsnevnd
Appearance
Løgtingsins uttanlandsnevnd (Uttanlandsnevndin) er tann av løgtingsnevndunum, ið viðgerð uttanlands-, marknaðar- og verjumál á Føroya Løgtingi. Uttanlandsnevndin varð sett á stovn við støði í Marknaðarnevndini í 1995, og seinasti formaður í Marknaðarnevndini, Helena Dam á Neystabø, gjørdist fyrsta nýggja forkvinna í Uttanlandsnevndini. Vanliga verður dentur lagdur á, at allir flokkar í Løgtinginum skulu hava umboðan í Uttanlandsnevndini, sum telur sjey limir.
Limir
[rætta | rætta wikitekst]Limir tíðarskeiði 2015–2019:[1]
- Annita á Fríðriksmørk (T), formaður
- Bjørt Samuelsen (T)
- Heðin Mortensen (JF)
- Kári P. Højgaard (SF)
- Jákup Mikkelsen
- Kaj Leo Holm Johannesen (SB)
- Magni Laksáfoss (SB)
Limir tíðarskeiðið 2011–2015:
- Jákup Mikkelsen (FF), formaður
- Høgni Hoydal (T), næstformaður
- Helgi Abrahamsen (SB)
- Bárður Nielsen (SB)
- Kristin Michelsen (JF)
- Jenis av Rana (MF)
- Poul Michelsen (F)
Formenn
[rætta | rætta wikitekst]- 1995–1998 Helena Dam á Neystabø (SF)
- 1998–2004 Hergeir Nielsen (T)
- 2004–2004 Kaj Leo Johannesen (SB)
- 2004–2008 Johan Dahl (SB)
- 2008–2011 John Johannessen (JF)
- 2011–2015 Jákup Mikkelsen (FF)
- 2015– Annita á Fríðriksmørk (T)
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Uttanlandsnevndin á Logting.fo Archived 2015-10-20 at the Wayback Machine