Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti
Eyknevni | Kvinnulandsliðið | ||
---|---|---|---|
Samband | Fótbóltssamband Føroya (FSF) | ||
Samgonga | UEFA (Evropa) | ||
Høvuðsvenjari | Lene Terp | ||
Liðskipari | Rannvá B. Andreasen | ||
Flestir dystir | Rannvá B. Andreasen (51) | ||
Toppskorari | Rannvá B. Andreasen (26) | ||
Heimastadion | Tórsvøllur | ||
FIFA kota | FRO | ||
FIFA støða | 70 2 (23. juni 2017) | ||
Hægsta FIFA støða | 60 (Juni 2009) | ||
Lægsta FIFA støða | 88 (Juli-september 2015) | ||
| |||
Fyrsti altjóðadystur | |||
Almennur Føroyar 0–2 Írland (Toftir, Føroyar; 24. september 1995) Óalmennur Ísland 6–0 Føroyar (Kópavogur, Ísland; 25. juni 1986) | |||
Størsti sigur | |||
Almennur Føroyar 8–0 Andorra (Ħamrun, Malta; 6. apríl 2015) Óalmennur Føroyar 16–0 Jersey (Douglas, Isle of Man; 12. juli 2001) | |||
Størsta tap | |||
Týskland 11–0 Føroyar (Aspach, Týskland; 24. oktober 2017) |
A-landsliðið hjá Føroyum, kvinnur, hava fleiri ferðir luttikið í altjóða kappingum. T.d. hava tær luttikið í EM undankapping 1995, 2009 og aftur til EM 2013. Í november 2012 avgjørdi FSF, at føroysku kvinnurnar skulu luttaka í HM 2015 undankapping. Endaspælið var í Kanada í 2015.[1] Kvinnulandsliðið hevur eisini fleiri ferðir luttikið á Oyggjaleikum, har tær hava vunnið kappingina 3 ferðir, í 2001, 03 og 05, tær luttóku ikki í 07, 09 og 11. Føroyska A-landsliðið er saman við Álandi mest vinnandi liðið á Oyggjaleikunum. Áland vann í 2007, 09 og 2011. Fótbóltskappingarnar á Oyggjaleikunum eru ikki FIFA góðkendar kappingar. Fleiri ymiskir venjarar hava verið. Í september 2012 bleiv Jón Pauli Olsen høvuðsvenjari. Fyrst varð Rúni Nolsøe settur sum hjálparvenjari, men hann gavst eftir at hann gjørdist venjari hjá EB/Streymi, og so gjørdist Ingun Hansen nýggjur hjálparvenjari.[2] Áðrenn tað var Álvur Hansen høvuðsvenjari í 11 ár.[3] Í juni 2013 varð føroyska kvinnulandsliðið styrkismett sum nummar 67 í heiminum.[4]
HM 2015 - Føroyar spælt seg víðari í undankappingini
[rætta | rætta wikitekst]Í apríl 2013 luttók føroyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu ferð til eina HM undankapping, ein "premliminary round", kappingin fór fram í Litava. Føroyar var í bólki B saman við Georgia, Litava og Montenegro. Føroyar vann tveir dystir og spældi ein dyst javnan. Liðið fekk 7 stig og vann klárt B bólkin. Tvey tey fremstu liðini komu víðari í hvørjum bólki, í B bólkinum vóru tað Føroyar við 7 stigum og Montenegro við 5 stigum, ið komu víðari. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt landslið hevur spælt seg víðari í einari undankapping. Úrslitini í undankappingini vóru hesi: Føroyar - Montenegro 3-3, Heidi Sevdal gjørdi tvey mál og Íðunn Magnussen gjørdi eitt, dysturin varð leiktur 4. apríl. Hin 6. apríl spældi Føroyar móti Litava, Føroyar vann dystin 1-0, málið hjá Føroyum gjørdi Rannvá B. Andreassen. Hin 9. apríl spældu Føroyar móti Georgia. Føroyar vunnu dystin 2-1. Málini hjá Føroyum gjørdi Heidi Sevdal. Jón Pauli Olsen var venjari til hesa kapping,[5] hjálparvenjari var Ingun Hansen.
Javnleikir á heimavølli
[rætta | rætta wikitekst]Hin 5. apríl 2014 skrivaði føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti søgu, tá tær spældu javnt 1-1 móti Bosnia/Hersigovina á Tórsvølli. Hetta var fyrstu ferð tær fingu stig í einari HM-undankapping. Eyðvør Klakstein skroaði málið hjá Føroyum tá 78 minuttir vóru farnir.[6]
Hin 10. apríl 2014 leiktu Føroyar móti Norðurírlandi á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist 0-0. Eftir dystin lógu Føroyar á einum deildum 4. plássi í bólki 4 við tveimum stigum saman við Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi.[7]
World Cup - Heimsmeistarakappingin
[rætta | rætta wikitekst]Føroysku kvinnurnar luttóku fyri fyrstu ferð í HM undankapping, sum varð í døgnum 4. - 9. apríl 2013. Føroyar komu í bólk saman við Georgia, Montenegro og vertunum Litava.[8] Finalan varð í 2015.
HM endaspæl | |||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Ár | Úrslit | Spælt | V | J* | T | VM | TP | Málmunur | |
1991 | Luttóku ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
1995 | Luttóku ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
1999 | Luttóku ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
2003 | Luttóku ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
2007 | Luttóku ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
2011 | Luttóku ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
2015 | Kvalifiseraði seg ikki | - | - | - | - | - | - | - | |
2019 | TBD | - | - | - | - | - | - | - | |
Í alt | 0/6 | - | - | - | - | - | - | - |
- *Javnleikir telja eisini dystir við sum eru avgjørdir við brotsparkskapping.
Venjarar og hjálparvenjarar
[rætta | rætta wikitekst]Venjarar
[rætta | rætta wikitekst]- 1995–1996: Páll Guðlaugsson
- 2004–2011: Álvur Hansen
- 2012Rúni Nolsøe :
- 2013–2015: Jón Pauli Olsen
- 2015-2018: Pætur Clementsen
- 2019-2020: John Petersen
- seit 2021: Lene Terp
Hjálparvenjarar
[rætta | rætta wikitekst]- 1995 : Álvur Hansen
- 1995Páll á Reynatúgvu :
- 2004–2005: Jón Harald Poulsen
- 2005–2011: Jacob Thomsen
- 2012 : Jón Pauli Olsen
- 2013Ingun Hansen :
- 2013–2014: Aleksandar Đorđević
- 2016- Jan Laursen & John Petersen :
Metleikarar
[rætta | rætta wikitekst]Leikarar sum hava spælt flest landsdystir
[rætta | rætta wikitekst]Kelda: [9]
Leikarar við feitari skrift eru enn virknir leikarar, ið kunnu úttakast til landsliðið.
- Dagført hin 25. oktober 2017
|
Topskjúttar[rætta | rætta wikitekst]
|
Tríggir leikarar hava skorað tvey mál, átta leikarar hava skorað eitt mál í part. Yngsti málskjyttin hjá Føroyum er Mona Breckman, sum var 17 ár og 2 mánaðir, tá hon skoraði fyrst málið í einum altjóða skrásettum landsdysti.
Hópurin
[rætta | rætta wikitekst]Hópurin ið varð úttikin til innleiðandi undankappingina til HM í fótbólti 2019.[10]
Mál og dystir eru dagførdir 13. apríl 2017.
# | Plá. | Leikari | Føðingardagur (aldur) | Dystir | Mál | Felag | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Má | Monika Biskopstø | 29. desember 1994 | 2 | 0 | AaB | ||
12 | Má | Anna Hansen | 20. august 1998 | 7 | 0 | EB/Streymur/Skála | ||
2 | Ve | Birita Nielsen | 7. september 1999 | 2 | 1 | B68 | ||
17 | Ve | Elisabet Vang | 24. apríl 1998 | 4 | 0 | B36 | ||
18 | Ve | Katrina Akursmørk | 21. oktober 1996 | 1 | 0 | KÍ | ||
19 | Ve | Sarita Maria Mittfoss | 4. september 1999 | 2 | 0 | B36 | ||
3 | Mi | Birna Tummasardóttir Johannesen | 4. januar 1994 | 8 | 0 | EB/Streymur/Skála | ||
4 | Mi | Lív Arge | 20. mars 1997 | 18 | 2 | HB Tórshavn | ||
14 | Mi | Anna Sofía Sevdal | 20. desember 1993 | 29 | 0 | EB/Streymur/Skála | ||
8 | Mi | Eyðvør Klakstein | 5. september 1995 | 22 | 4 | Mislata | ||
10 | Mi | Olga Kristina Hansen | 28. februar 1990 | 43 | 5 | Østerbro IF | ||
7 | Mi | Ásla Johannesen | 9. mai 1996 | 8 | 1 | B36 Tórshavn | ||
11 | Mi | Sigrun Kristiansen | 23. juli 1989 | 15 | 0 | EB/Streymur/Skála ÍF | ||
15 | Mi | Jonvá Hentze | 11. februar 1998 | 7 | 0 | HB Tórshavn | ||
13 | Mi | Maria Thomsen | 7. mai 1995 | 9 | 1 | KÍ | ||
Mi | Bjørg Djurhuus | 6. mars 1999 | 0 | 0 | ÍF/Víkingur | |||
5 | Ál | Súsanna Maria Hansen | 2. august 1982 | 6 | 0 | B36 | ||
16 | Ál | Milja Simonsen | 11. januar 1997 | 14 | 4 | HB Tórshavn | ||
9 | Ál | Rannvá Andreasen | 10. november 1980 | 48 | 26 | KÍ | ||
6 | Ál | Heidi Sevdal | 6. mars 1989 | 42 | 19 | HB |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ FSF.fo, Kvinnurnar til HM-undankapping[deyð leinkja]
- ↑ Sudurras.fo, Vágbingarnir Rúni og Jón Pauli venja A-landsliðið hjá kvinnum
- ↑ "Sportal.fo, Álvur takkar fyri seg". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-05-25. https://web.archive.org/web/20120525074643/http://sportal.fo/grein/alvur_takkar_fyri_seg. Heintað 2012-12-08.
- ↑ sportal.fo[deyð leinkja] Kvinnulandsliðið nummar 67 í heiminum
- ↑ UEFA.com
- ↑ "nordlysid.fo, Fyrsta HM stigið nakrantíð til føroyska kvinnulandsliðið". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-13. https://web.archive.org/web/20150913133251/http://www.nordlysid.fo/fyrsta+hm+stigid+nakrantid+til+foroyska+kvinnulandslidid.html?fb_action_ids=10201910013934563&fb_action_types=og.likes&fb_source=aggregation&fb_aggregation_id=288381481237582. Heintað 2014-04-06.
- ↑ "fsf.fo, Føroyskt stríð gav eitt stig". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305032828/http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=1309&PID=487. Heintað 2014-04-11.
- ↑ Kvinnufotbolt.com Archived 2016-03-07 at the Wayback Machine Kvinnulandsliðið til Litava
- ↑ "Landsliðsleikarar 1995-2016". Faroe Islands Football Association. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-09-04. https://web.archive.org/web/20180904084728/http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=704. Heintað 11. apríl 2017.
- ↑ "A-landsliðið við kvinnum úttikið". FSF. 3. mars 2017. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-03-06. https://web.archive.org/web/20170306133722/http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=2115&PID=487. Heintað 6. mars 2017.