Jump to content

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Føroyar
Eyknevni Kvinnulandsliðið
Samband Fótbóltssamband Føroya (FSF)
Samgonga UEFA (Evropa)
Høvuðsvenjari Lene Terp
Liðskipari Rannvá B. Andreasen
Flestir dystir Rannvá B. Andreasen (51)
Toppskorari Rannvá B. Andreasen (26)
Heimastadion Tórsvøllur
FIFA kota FRO
FIFA støða 70 Increase 2 (23. juni 2017)
Hægsta FIFA støða 60 (Juni 2009)
Lægsta FIFA støða 88 (Juli-september 2015)
Fyrsti altjóðadystur
Almennur
Føroyar Føroyar 0–2 Írland Lýðveldið Írland
(Toftir, Føroyar; 24. september 1995)
Óalmennur
Ísland Ísland 6–0 Føroyar Føroyar
(Kópavogur, Ísland; 25. juni 1986)
Størsti sigur
Almennur
Føroyar Føroyar 8–0 Andorra Andorra
(Ħamrun, Malta; 6. apríl 2015)
Óalmennur
Føroyar Føroyar 16–0 Jersey Jersey
(Douglas, Isle of Man; 12. juli 2001)
Størsta tap
Týskland Týskland 11–0 Føroyar Føroyar
(Aspach, Týskland; 24. oktober 2017)
Kvinnulandsliðið í 2013.

A-landsliðið hjá Føroyum, kvinnur, hava fleiri ferðir luttikið í altjóða kappingum. T.d. hava tær luttikið í EM undankapping 1995, 2009 og aftur til EM 2013. Í november 2012 avgjørdi FSF, at føroysku kvinnurnar skulu luttaka í HM 2015 undankapping. Endaspælið var í Kanada í 2015.[1] Kvinnulandsliðið hevur eisini fleiri ferðir luttikið á Oyggjaleikum, har tær hava vunnið kappingina 3 ferðir, í 2001, 03 og 05, tær luttóku ikki í 07, 09 og 11. Føroyska A-landsliðið er saman við Álandi mest vinnandi liðið á Oyggjaleikunum. Áland vann í 2007, 09 og 2011. Fótbóltskappingarnar á Oyggjaleikunum eru ikki FIFA góðkendar kappingar. Fleiri ymiskir venjarar hava verið. Í september 2012 bleiv Jón Pauli Olsen høvuðsvenjari. Fyrst varð Rúni Nolsøe settur sum hjálparvenjari, men hann gavst eftir at hann gjørdist venjari hjá EB/Streymi, og so gjørdist Ingun Hansen nýggjur hjálparvenjari.[2] Áðrenn tað var Álvur Hansen høvuðsvenjari í 11 ár.[3] Í juni 2013 varð føroyska kvinnulandsliðið styrkismett sum nummar 67 í heiminum.[4]

HM 2015 - Føroyar spælt seg víðari í undankappingini

[rætta | rætta wikitekst]
Heidi Sevdal gjørdi 4 av 6 málum í HM undankappingini í Litava í apríl 2013.

Í apríl 2013 luttók føroyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu ferð til eina HM undankapping, ein "premliminary round", kappingin fór fram í Litava. Føroyar var í bólki B saman við Georgia, Litava og Montenegro. Føroyar vann tveir dystir og spældi ein dyst javnan. Liðið fekk 7 stig og vann klárt B bólkin. Tvey tey fremstu liðini komu víðari í hvørjum bólki, í B bólkinum vóru tað Føroyar við 7 stigum og Montenegro við 5 stigum, ið komu víðari. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt landslið hevur spælt seg víðari í einari undankapping. Úrslitini í undankappingini vóru hesi: Føroyar - Montenegro 3-3, Heidi Sevdal gjørdi tvey mál og Íðunn Magnussen gjørdi eitt, dysturin varð leiktur 4. apríl. Hin 6. apríl spældi Føroyar móti Litava, Føroyar vann dystin 1-0, málið hjá Føroyum gjørdi Rannvá B. Andreassen. Hin 9. apríl spældu Føroyar móti Georgia. Føroyar vunnu dystin 2-1. Málini hjá Føroyum gjørdi Heidi Sevdal. Jón Pauli Olsen var venjari til hesa kapping,[5] hjálparvenjari var Ingun Hansen.

Javnleikir á heimavølli

[rætta | rætta wikitekst]

Hin 5. apríl 2014 skrivaði føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti søgu, tá tær spældu javnt 1-1 móti Bosnia/Hersigovina á Tórsvølli. Hetta var fyrstu ferð tær fingu stig í einari HM-undankapping. Eyðvør Klakstein skroaði málið hjá Føroyum tá 78 minuttir vóru farnir.[6]

Hin 10. apríl 2014 leiktu Føroyar móti Norðurírlandi á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist 0-0. Eftir dystin lógu Føroyar á einum deildum 4. plássi í bólki 4 við tveimum stigum saman við Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi.[7]

World Cup - Heimsmeistarakappingin

[rætta | rætta wikitekst]

Føroysku kvinnurnar luttóku fyri fyrstu ferð í HM undankapping, sum varð í døgnum 4. - 9. apríl 2013. Føroyar komu í bólk saman við Georgia, Montenegro og vertunum Litava.[8] Finalan varð í 2015.

HM endaspæl
Ár Úrslit Spælt V J* T VM TP Málmunur
Fólkalýðveldið Kina 1991 Luttóku ikki - - - - - - -
Svøríki 1995 Luttóku ikki - - - - - - -
USA 1999 Luttóku ikki - - - - - - -
USA 2003 Luttóku ikki - - - - - - -
Fólkalýðveldið Kina 2007 Luttóku ikki - - - - - - -
Týskland 2011 Luttóku ikki - - - - - - -
Kanada 2015 Kvalifiseraði seg ikki - - - - - - -
Frakland 2019 TBD - - - - - - -
Í alt 0/6 - - - - - - -
*Javnleikir telja eisini dystir við sum eru avgjørdir við brotsparkskapping.

Venjarar og hjálparvenjarar

[rætta | rætta wikitekst]

Hjálparvenjarar

[rætta | rætta wikitekst]

Rúni Nolsøe

Metleikarar

[rætta | rætta wikitekst]

Leikarar sum hava spælt flest landsdystir

[rætta | rætta wikitekst]
Rannvá B. Andreasen er metleikari og hevur skorað flest mál.

Kelda: [9]

Leikarar við feitari skrift eru enn virknir leikarar, ið kunnu úttakast til landsliðið.

Dagført hin 25. oktober 2017

Tríggir leikarar hava skorað tvey mál, átta leikarar hava skorað eitt mál í part. Yngsti málskjyttin hjá Føroyum er Mona Breckman, sum var 17 ár og 2 mánaðir, tá hon skoraði fyrst málið í einum altjóða skrásettum landsdysti.

Hópurin ið varð úttikin til innleiðandi undankappingina til HM í fótbólti 2019.[10]

Mál og dystir eru dagførdir 13. apríl 2017.

0#0 Plá. Leikari Føðingardagur (aldur) Dystir Mál Felag
1 1 Monika Biskopstø (1994-12-29) 29. desember 1994 (aldur 29) 2 0 Danmark AaB
12 1 Anna Hansen (1998-08-20) 20. august 1998 (aldur 26) 7 0 Føroyar EB/Streymur/Skála
2 2Ve Birita Nielsen (1999-09-07) 7. september 1999 (aldur 25) 2 1 Føroyar B68
17 2Ve Elisabet Vang (1998-04-24) 24. apríl 1998 (aldur 26) 4 0 Føroyar B36
18 2Ve Katrina Akursmørk (1996-10-21) 21. oktober 1996 (aldur 28) 1 0 Føroyar
19 2Ve Sarita Maria Mittfoss (1999-09-04) 4. september 1999 (aldur 25) 2 0 Føroyar B36
3 3Mi Birna Tummasardóttir Johannesen (1994-01-04) 4. januar 1994 (aldur 30) 8 0 Føroyar EB/Streymur/Skála
4 3Mi Lív Arge (1997-03-20) 20. mars 1997 (aldur 27) 18 2 Føroyar HB Tórshavn
14 3Mi Anna Sofía Sevdal (1993-12-20) 20. desember 1993 (aldur 31) 29 0 Føroyar EB/Streymur/Skála
8 3Mi Eyðvør Klakstein (1995-09-05) 5. september 1995 (aldur 29) 22 4 Spania Mislata
10 3Mi Olga Kristina Hansen (1990-02-28) 28. februar 1990 (aldur 34) 43 5 Danmark Østerbro IF
7 3Mi Ásla Johannesen (1996-05-09) 9. mai 1996 (aldur 28) 8 1 Føroyar B36 Tórshavn
11 3Mi Sigrun Kristiansen (1989-07-23) 23. juli 1989 (aldur 35) 15 0 Føroyar EB/Streymur/Skála ÍF
15 3Mi Jonvá Hentze (1998-02-11) 11. februar 1998 (aldur 26) 7 0 Føroyar HB Tórshavn
13 3Mi Maria Thomsen (1995-05-07) 7. mai 1995 (aldur 29) 9 1 Føroyar
3Mi Bjørg Djurhuus (1999-03-06) 6. mars 1999 (aldur 25) 0 0 Føroyar ÍF/Víkingur
5 4Ál Súsanna Maria Hansen (1982-08-02) 2. august 1982 (aldur 42) 6 0 Føroyar B36
16 4Ál Milja Simonsen (1997-01-11) 11. januar 1997 (aldur 27) 14 4 Føroyar HB Tórshavn
9 4Ál Rannvá Andreasen (1980-11-10) 10. november 1980 (aldur 44) 48 26 Føroyar
6 4Ál Heidi Sevdal (1989-03-06) 6. mars 1989 (aldur 35) 42 19 Føroyar HB
  1. FSF.fo, Kvinnurnar til HM-undankapping[deyð leinkja]
  2. Sudurras.fo, Vágbingarnir Rúni og Jón Pauli venja A-landsliðið hjá kvinnum
  3. "Sportal.fo, Álvur takkar fyri seg". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-05-25. https://web.archive.org/web/20120525074643/http://sportal.fo/grein/alvur_takkar_fyri_seg. Heintað 2012-12-08. 
  4. sportal.fo[deyð leinkja] Kvinnulandsliðið nummar 67 í heiminum
  5. UEFA.com
  6. "nordlysid.fo, Fyrsta HM stigið nakrantíð til føroyska kvinnulandsliðið". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-13. https://web.archive.org/web/20150913133251/http://www.nordlysid.fo/fyrsta+hm+stigid+nakrantid+til+foroyska+kvinnulandslidid.html?fb_action_ids=10201910013934563&fb_action_types=og.likes&fb_source=aggregation&fb_aggregation_id=288381481237582. Heintað 2014-04-06. 
  7. "fsf.fo, Føroyskt stríð gav eitt stig". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305032828/http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=1309&PID=487. Heintað 2014-04-11. 
  8. Kvinnufotbolt.com Archived 2016-03-07 at the Wayback Machine Kvinnulandsliðið til Litava
  9. "Landsliðsleikarar 1995-2016". Faroe Islands Football Association. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-09-04. https://web.archive.org/web/20180904084728/http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=704. Heintað 11. apríl 2017. 
  10. "A-landsliðið við kvinnum úttikið". FSF. 3. mars 2017. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-03-06. https://web.archive.org/web/20170306133722/http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=2115&PID=487. Heintað 6. mars 2017.