Jump to content

Kili

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Chile)
República de Chile
Flagg Kili
(Flagg Kili)
Skjaldarmerki Kili
(Skjaldarmerki Kili)
Tjóðarslagorð: "Por la razón o la fuerza"
Tjóðsangur: "Dulce patria, recibe los votos"
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Santiago
Forseti Gabriel Boric
Varaforseti
Fullveldi 12. februar 1818
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
755 696 km²
1,07 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
19 677 310
26/km²
Gjaldoyra Kilskur peso (CLP)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .cl
Telefonkota +56

Lýðveldið Kili (spanskt: República de Chile) er eitt land í Suðuramerika. Í norðanfyri hevur Kili mark við Perú og Bolivia, og eystanfyri við Argentina. Høvuðsstaður er Santiago. Landið er lýðveldi, og trúgvin er sum allastaðni í Suðuramerika tann katólska. Kili er 4200 km langt, tað er líka langt sum úr Føroyum til Kanariuoyggjar. Har landið er breiðast, er tað bara 180 km. Høvuðsstaðurin eitur Santiago, og tey flestu fólkini búgva í høvuðsstaðnum og størsta havnarbýnum Valparaíso. Landið er 756,096 km2 til ummáls (2 ferðir størri enn Týskland) men hevur bara 18,5 mió íbúgvar (1/5 av týska fólkatalinum).

Spanskt er høvuðsmálið og latínska alfabetið verður brúkt.

[rætta | rætta wikitekst]
Kort av Suðuramerika har Kili er merkt.
Mótmælisfólk.
Augusto Pinochet ráddi í Kili frá 1973 til 1990 [1].
Stjørnufrøðingar kunnu granska klára náttarhimmalin úr Cerro Tololo í Andesfjøllum, sum er næststørsta stjørnugranskingarstøð í heiminum.

Fasistar, sum vóru stuðlaðir av USA, tóku ræðið í 1973, og í 1647 var ein av heimsins allarringastu jarðskjálvtum har. Í Kili fór gosfjallið Puyehue-Cordón Caulle at goysa í 2011 [2].Gosið hevur darvað flogferðsluni í Kili, Uruguei, Argentina og Brasil. Øskuskýggið gjørdi eisini sítt til, at ein fundur millum suðuramerikansku fíggjarmálaráðharrarnar í Buenos Aires mátti avlýsast.

Hendingarøð

[rætta | rætta wikitekst]
  • Um 11 000 f.Kr.: Fyrstu menniskjuni koma til Kili.
  • Um 5000 f.Kr.: Chinchorrosfólkið í Norðurkili setur búgv.
  • Um 700: Fólk á Páskaoynni fara at byggja steinpallar, sum eru partur av halgidómum.
  • 1100-talinum: Fyrstu høggmyndirnar úr gróti verða reistar á bygdum pøllum á Páskaoy.
  • Um 1300: Ovurstórar grótmyndir verða reistar á Páskaoy. Grótmyndirnar á Páskoy vórðu stundum gjørdar í sloknaðum gosopum.
  • Um 1490: Inkaríki í Kili, Ekvador, Peru og Bolivia.
  • Um 1500: Á Páskaoy verður bygd ein bygd við avlongum gróthúsum.
  • 1600-talinum: Farið verður at byggja tupa á Páskaoy, tað eru torn úr gróti við kømrum inni í miðjuni.
  • 1817: San Martín sigrar á sponskum heri í Chacabuco í Kili, og landi fær sjálvstýri.
  • 1973: Fólkavaldið forsetin í Kili Salvador Allende verður dripin, tá ið herurin við Augusto Pinochet á odda tekur valdið.

Inkaríkið

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1525, tá ið inkaríkið stóð í besta blóma, vóru 3200 km ímillum suður- og norðurmarkið. Landið var fram við Kyrrahavi. Har eru nú londini Kili, Peru, Ekvador og Bolivia.

Einaræði

[rætta | rætta wikitekst]

Síðan hernaðarkvettið í Kili á heysti 1973 hevur ivi valdað, um hermenn beindu fyri marxistiska, fólkavalda forsetanum Salvador Allende ella um hann doyði fyri egnari hond. Grøvin hjá Salvador Allende í kilenska høvuðsstaðnum Santiago er opnað og líkið grivið upp. Rættarlæknar skulu nú kanna líkið av fyrrverandi forsetanum í Kili til tess at staðfesta veruligu orsøkina til deyða hansara fyri umleið 40 árum síðan. Spurningurin er, um talan er um sjálvmorð ella um forsetin varð avrættaður av hernaðarstjórnini hjá Augusto Pinochet, sum tók valdið í Kili við einum kvetti á heysti 1973. Hesar ógreiðu umstøður kring deyða Allendes hava plágað kilenska samfelagið.

Marxisturin Allende var fyrsti fólkavaldi forseti í Kili í 1970. Undir kvettinum 11. september í 1973 doyði hann. Alment hevur sjálvmorð verið nevnt sum deyðsorsøk. At hann beindi fyri sær við einari rifflu, sum hann hevði fingið frá fyrrverandi kubanska forsetanum Fidel Castro. Tá Allende skuldi beina fyri sær, var forsetaborgin undir álopi bæði á landi og í luftini. Við hernaðarkvettinum kom Augusto Pinochet, herovasti, fram at valdinum sum einaræðisharri. Hernaðarstjórnin sýtti næstingum Allendes at síggja deyða forsetan. Ístaðin segði herurin, at líkið varð kannað á einum hernaðarsjúkrahúsi, har staðfest varð, at hann var deyður fyri egnari hond.

Castro, tíðindafólk og mangir eygleiðarar hava leingi ivast í almennu frágreiðingini. Tey halda hermenn hjá Pinochet hava beint fyri Allende. Næstingarnir hjá Allende halda hann hava beint fyri sær sjálvum, men vilja tó, at líkið verður kannað til tess at beina av vegnum allan iva. Fyri kvettið hevði Allende sagt seg vera til reiðar at doyggja heldur enn at geva seg yvir til herin. Tað var kilenski ríkisákærin, sum í januar 2011 gav boð um, at líkið av Allende skuldi kannast. Boðini komu í sambandi við, at 725 deyðstilburðir undir Pinochet-stjórnini skuldu kannast.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Politiska søgan

[rætta | rætta wikitekst]

Andesfjøllini, ið sum ein høgur verjugarður eru suður ígjøgnum landið, høvdu við sær, at Kili varð síðsta land í Amerika, spaniamenn løgdu undir seg. Landið loysti frá Spania í 1818. Frá 1973 til 1990 stýrdi rái einaræðisharrin Augusto Pinochet Kili, men nú eru politisku viðurskiftini broytt til tað betra.

Á valinum í 2009 vann tann høgrasinnaði ríkmaðurin Sebastián Piñera á sosialdemokratinum Eduardo Frei. Sambært valnevndini fekk Sebastian Pinera 52 prosent av atkvøðunum og Eduardo Frei 48 prosent. Piñera stillaði eisini upp á valinum fyri fýra árum síðani, men ta ferðina mátti hann lúta fyri sosialistinum Michelle Bachelet. Undir valstríðnum hevur Piñera millum annað sagt, at hann fer at leggja dent á at bøta um trygdina í landinum, og at hann fer at brúka sína støðu sum vinnulívsmaður til at hjálpa vinnuni burtur úr kreppuni, sum hon er í [3].

Á myndini er eitt opið nám, sum er tað størsta í heiminum. Tað er í Chuquicamata. Har verður koparmálmur høgdur.

Ein norsk vindmylluverkætlan í Kili hevur vakt ans. Verkætlanin undir heitinum El Totoral umfatar 23 2 MW myllur á 120 metrar og skal framleiða 110 GWh um árið. Hetta svarar til nýtsluna hjá 50.000 kilenskum húsarhaldum. Talan er um størstu vindmylluverkætlan í Kili. Myllurnar standa á einum øki, ið er 900 hektarar, 300 kilometrar norðanfyri høvuðsstaðin Santiago.

Norðmenn hava gjørt íløgur fyri 140 mió norskar krónur í verkætlanina, sum verður fíggjað undir eini nýggjari kilenskari lóg, sum krevur, at í minsta lagi 5 % av elektrisitetinum frá kilenskum veitarum skulu koma frá varandi orku. Samlaði kostnaðurin av verkætlanini er sambært Teknisk Ukeblad 140 mió. amerikanskar dollarar [4]. Almenna norska orkufelagið Statkraft eigur 60 pst. í SN Powers og almenna íleggingarfelagið Norfund 40 pst. Felagið rekur frammanundan vatnorkuverk í Suðuramerika og Ásia.

Forsetin í Kili stóð fyri almennu vígsluni av vindmylluparkini, sum norska felagið SN Powers hevur staðið á odda fyri.

Javnrættindi

[rætta | rætta wikitekst]

Kvinnurættindi

[rætta | rætta wikitekst]

Kili er limir í IDEA (stytting fyri "International Institute for Democracy and Electoral Assistance"). IDEA er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri at útbreiða og styrkja demokrati í heiminum. Øktur kvinnuleiklutur í politikki er ein sjálvsagdur lutur í arbeiðinum hjá IDEA. IDEA varð stovnað í 1995.

Tað at vera samkyndur er lógligt [5].

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Eini 55 virkin gosfjøll eru í landinum.
Í Patagonia sunnast í Kili eru bæði hálvoyðimerkur og jøklar.
Sunnasta nesið í Suðuramerika eitur Hornið.

Kili er tað longsta og javnsmalasta land í heiminum. Landið er 4 200 km langt norður og suður, líka langur teinur sum úr Føroyum til Kanariaoyggjar. Har landið er breiðast, ertað 180 km. Mesta fólkið býr miðskeiðis í Kili kring høvuðsstaðin og størsta havnabýin, Valparaíso. Frukt, korn og vínber verða dyrkað í dølunum í Miðkili, har nógv vatn rennur oman úr fjøllunum.

Kili er ógvuliga smalt og langt. Tað liggur ímillum Andesfjøll eystanfyri og Kyrrahav vestanfyri. Onganstaðni eru fleiri enn 25 km ímillum Kyrrahav og argentinska markið, men 4300 km eru úr sólsvidnu oyðimørkunum norðanfyri suður í jøklarnar sunnanfyri. Har sum landið er breiðast, er tað 350 km, har tað er smalast bara 100 km.

Fram við sunnara parti av strondini gongur skergarður. Í kalda og veðurbarda Suðurkili eru 55 gosfjøll, sum goysa, vakrir firðir, fleiri stórir jøklar byrgja dalarnar og snjóklæddir fjallatindar. Longri norðuri ganga lág fjøll heilt út ímóti strondini. Eystan fyri hesi fjøll eru dalar, sum ganga norður og suður, og so koma Andesfjøll, sum eru markið millum Kili og Argentina. Fleiri eldfjøll eru ímillum, og jarðskjálvti er vanligari í Kili enn í nøkrum øðrum landi.

Norðast í landinum er tann stóra Atakamaoyðimørkin, har man vera eitt tað turrasta pláss í heiminum, men kilingar fáa væl burtur úr henni kortini, tí har eru tjúkkar fláir av salpetri, sum teir høgga, síðan verður salpetrið reinsað og selt sum tøð. Á teimum høgu fjøllunum liggur kavi og ísur, og í støðum gongur hann heilt út móti strondini. Lítið fólk býr suðuri í landinum.

Punta Arenas er syðsti býur í heiminum. Einasti landbúnaður har suðuri er seyðahald. Býurin er við Magellanssund, farleiðin, sum skipini plaga at sigla at sleppa undan at fara um veðurringa Hornið. Havnin er full av fiskiførum og skipum, sum gera kanningar við Suðurkoll, og hon er eisini miðdepil fyri oljuvinnu. Býurin er undir holinum í osonlagnum, og tí mega fólk har verja seg væl fyri sólini.

Høvuðsstaðurin Santiago er í einum dali heilt uppi í fjøllunum. Til henda býin kemur nógv ferðafólk úr USA. Valparaíso er stór skipahavn.

Nógvir firðir skera seg inn í landið.

Landslutirnir

[rætta | rætta wikitekst]

Kili er býtt sundur í 15 landslutir [6]. Nú á døgum hevur hetta sundurbýtið lítið uppá seg hjá vanligum fólki. Hvør landslutur hevur sín høvuðsstaði. Landspartarnir eru:

Á kortinum er Kili býtt í 15 øki.
Nr. Navn Spanskt upprunaheiti Høvuðsstaður
XV Arica y Parinacota, Chile Arica and Parinacota Región de Arica y Parinacota Arica
I Tarapaca, Chile Tarapacá Región de Tarapacá Iquique
II Antofagasta, Chile Antofagasta Región de Antofagasta Antofagasta
III Atacama, Chile Atacama Región de Atacama Copiapó
IV Coquimbo, Chile Coquimbo Región de Coquimbo La Serena
V Valparaíso, Chile Valparaíso Región de Valparaíso Valparaíso
VI O'Higgins, Chile O'Higgins Región del Libertador General Bernardo O'Higgins Rancagua
XVI Ñuble, Chile Ñuble Región del Ñuble Chillán
VII Maule, Chile Maule Región del Maule Talca
VIII Biobío, Chile Biobío Región del Biobío Concepción
IX Araucanía, Chile Araucanía Región de la Araucanía Temuco
XIV Los Rios, Chile Los Ríos Región de Los Ríos Valdivia
X Los Lagos, Chile Los Lagos Región de Los Lagos Puerto Montt
XI Aisén, Chile Aysén Región Aysén del General Carlos Ibáñez del Campo Coyhaique
XII Magallanes, Chile Magallanes Región de Magallanes y de la Antártica Chilena Punta Arenas
RM Metropolitana, Chile Santiago Región Metropolitana de Santiago Santiago

Páskaoyggin er eystasta oyggin í Kyrrahavi. Oyggin er gitin fyri veldugu standmyndirnar í tí berliga landslagnum. Forfedrar polynesiamanna høgdu tær í grót fyri stívliga 1000 árum síðan. Fleiri enn 600 slíkar standmyndir eru á Páskaoynni. Summar eru um 20 m høgar. Kili eigur Páskaoynna[7].

Titikakavatn

[rætta | rætta wikitekst]
Í Atacamaoyðimørkini kunnu ganga fleiri ár ímillum, at tað regnar.

Í Andesfjøllum, á markinum millum Kili og Peru, er Titikakavatn. Titikakavatn liggur ógvuliga høgt, 3821 m oman sjóvar. So høgt liggur onki annað vatn í heiminum. Mesta dýpið er 265 m. Tó at nútíðarskip sigla á vatninum, gera útróðrarmenn enn bátar úr sevi. Í Titikakavatni er nógvur fiskur, sum kemur fólki har á leið væl við.

Í sunnara parti av Kili liggur oftast vesturætt, og hon hevur nógv regn við sær. Annars er veðurlagið so lýtt, at trø og runnar standa grøn alt árið. Norðan úr turru, steinoydnu Atakamaoyðimørkini og suður at jøkulsklæddu fjøllunum suðuri við Hornið eru næstan øll veðurlagsbelti og landslagsfyribrigdi, sum eru í heiminum. Atakamaoyðimørk í Norðurkili er ein hin turrasti staður á jørðini. Sumstaðni í Atakamaoyðimørk hevur aldri regnað, tað fólk veit.

Í landbúnaðarlendinum í Miðkili er miðjarðarhavsveðurlag sum í Kalifornia og Suðurevropa. Í fruktagóðu dølunum í Miðkili verður frukt dyrkað, til dømis ferskur, aprikosur og nektarinir. Syðri verður mest dyrkað av perum, súreplum og blommum.

Ríkastu lond í heiminum (2007) eftir BTÚ fyri hvørt fólk.
Kili bæði framleiðir og útflytir mest vín í Suðuramerika og hevur søguliga havt ótrúliga stóra ávirkan á víndyrking í Suðuramerika.
Fiskibátur.

Í Kili finnast ymisk málmsløg, har er gull, jarn, sink og nógv av kopari. Einki land í heiminum brýtur so nógvan koparmálm sum Kili. Kili hevur heimsins størstu goymslur av kopari, sum eisini er tann størsta útflutningsvøran [8]. Koparmálmurin verður stoyttur í landinum, og síðan verður hann útfluttur. Høgt uppi í Atakamaoyðimørkini í Norðurkili er ein av heimsins størstu koparlindum. Námið í Chuquicamata er 4 115 m langt og 670 m djúpt. Hvørja viku verða fleiri milliónir tons av tilfari brotin og førd burtur at knúsa og vaska.

Teir bróta eisini nógvan jarnmálm, kol, gull, silvur og onnur steinsløg.

Landbúnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Meiri enn 80 % av Kili eru berlig fjøll, og næstan alt, sum eftir er, er skógur. Bara heilt lítil partur av landinum er dyrkilendi. Mitt í Kili er veðurlagið nakað sum í Kalifornia, og nóg mikið av regni er fyri grøðina. Í støðum kann kortini vera heldur turrligt, men væl ber til at veita vatn úr fjøllunum oman á bøin. Har verður nógv drivið up á landbúnaðin, og á gørðunum dyrka teir bygg, epli, vín, rís, mairs og hveiti. Haraftrat verður nógv dyrkað av fóðurplantuni lucerne. Rossum og neytum er nógv til av, og suðuri í landinum er heilt nógvur seyður. Eplini eru av fyrstan tíð komin úr Kili, indiánar veltu epli, tá ið spaniólar komu til landið.

Nógvir kilenskir bøndur dyrka kaffi, sum verður flutt út til øll heimsins lond.

Spaniamenn tóku vínberjarunnar við sær til Kili og gróðursettu teir, so at teir skuldu fáa altarvín. Nú eru dalarnir við Santiago eitt hitt besta vínlendið í øllum Suðuramerika. Kilskt vín er so gott og væl umtókt, at tað verður selt um allan heim.

Ídnaðurin er ikki nógv útbygdur, men tó hava teir í seinastuni roynt at fáa bygt ídnaðarvirki, so henda vinna kann koma at geva fólki og landi størri inntøku.

Ein stórur partur av øllum fiskamjølinum í heiminum verður framleitt í Kili.

Fiskiskapur og alivinna

[rætta | rætta wikitekst]

Fiskiskapur fram við Kyrrahavsstrondini hevur stóran búskaparligan týdning. Føroyingar byggja skip í Kili, og vit kappast við kilenarar um laksaaling. Tann lági lønarkostnaðurin í Kili gera tað torført hjá øðrum londum at kappast við hesar vørur. Kilenar framleiða ikki bara atlantiskan laks og ælabogasíl, men eisini kyrrahavslaksin Coho.

Fram við strondini er nógvur fiskur, og nú eru teir farnir at driva nakað upp á fiskiskap. Kili kom í gongd væl seinni enn bæði Føroyar og Norra. Hildið varð, at produktiviteturin í Kili var sera lágur, men síðstu 3 árini hava prógvað, at Kili hevur yvirhálað okkum. Í dag er kappingin við kilenar blivin so hørð, at tiltøk mugu setast í verk, skulu føroyingar, norðmenn og skotar verða kappingarførir. Í 1988 var kilenska framleiðslan av atlantiskum laksi einans 400 tons. 13 ár seinni var framleiðslan økt til 140 000 t. Meðan 45 feløg stóðu fyri 70-80 % av framleiðsluni í Noregi í 2003, so var tilsvarandi tal í Kili 11.

Lágu lønirnar og stóra fjarstøðan frá flestu marknaðum hevði ført til, at teir vóru blivnir sera kappingarførir at tilvirka laksin til fløk og annað, meðan hildið var, at teir á sjálvari alisíðuni høvdu nógv at læra. Men síðst í 1990unum og fyrst í 2000 fáa bæði føroyingar, norðmenn og skotar og eyguni upp fyri tí øgiliga vøkstrinum í aliframleiðsluni í Kili.

Um 87 % av kilensku alingini er í einum øki, ið kallast Region X [9]. Hetta øki er á stødd við norska fylkið Sør-Trøndelag. Onnur 12 % av framleiðsluni eru í Region XI, og er her væntandi, at størsti vøksturin í framtíðini verður innan laksaframleiðsluna. Hetta øki hevur tó sera vánaligan infrastruktur, og tí verður hesin vøksturin ikki uttan trupulleikar. Í Region X liggur Puerto Montt, sum eisini ber heitið laksahøvuðsstaðurin í Kili. Her búgva 170 000 fólk, og er hetta ein øking í fólkatalinum í 10 ár upp á 45 000. Talið av fólki, sum liva í fátækradømi, er minkað við 15 % hetta sama tíðarskeiði. Um 25 000 fólk arbeiða beinleiðis í alivinnuni og verður mett, at umleið 15 000 fólk arbeiða í avleiddum vinnum.

Høvuðsmarknaðirnir hjá kilensku alivinnuni eru USA og Japan. Í USA er laksamarknaðuin í støðugum vøkstri, meðan vøksturin í ES er fallandi. Tann amerikanski marknaðurin klárar harvið at taka ímóti einum vøkstri í framleiðsluni uttan at hetta ávirkar prísin stórvegis. Tann góði marknaðurin í USA hevur gjørt, at kilensku alararnir hava forvunnið pengar tað mesta av 2003, meðan føroyingar hava mist hópin av peningi. Føroyskar fyritøkur hava eisini roynt at bjóða seg fram í USA, og hevur hetta givið betri prís fyri nakað av fiski.

Tað gongur betri í kilensku alivinnuni aftur, eftir at alivinnan í landinum hevur verið so álvarsliga herjað av fiskasjúkum seinnu árini. Kili hevur ikki ta herviligu ILA-sjúkuna at stríðast við, men teir hava eina sjúku, ið verður kallað SRS. Henda sjúka er mett at kosta vinnuni um 100 millionir $ um árið. SRS er orsøkin til, at vinnan nýtir stórar nøgdir av antibiotika. Tað hevur ikki verið møguligt at koppseta ímóti SRS. Mett verður, at laksalús kostar kilensku alivinnuni eins nógv og tí norsku, um 70 milliónir $ árliga. Sjúkan IPN varð staðfest í 1999, og hevur hon síðan kostað vinnuni nógvan pening. Sjúkurnar furunkolosa og BKD eru einans trupulleikar í nøkrum fáum økjum.

Á aliráðstevnu í Oslo í 2010 var ført fram, at kilenska alivinnan kemur at framleiða 300 000 tons av laksi longu í 2013. Metingarnar hjá Aqua Gen siga, at tað verður selt 230 mió. rogn í Kili í 2010. Um helvtin av hesum rognum gerast smolt og verða sett út á sjógv, eru 110–120 mió. smolt at seta út. Verður roknað við vanligum fellið í sjónum, og at fiskurin veksur til eina sláturvekt á, í meðal 3,0 kg verða 300.000 tons av laksi, sum er klárur til tøku í 2013.

Tað eru tó røddir frammi um, at alivinnan í Kili hevur trupulleikar at dragast við. Bjørn Hersough, professari á Norges Fiskerihøgskole, sum hevur granskað kilensku alivinnuna, sigur, at alivinnan í Kili kann fáa enn eitt knekk, og at sannlíkindini fyri hesum eru til staðar. Hinvegin er eingin ivi um, at fyrr ella seinni er Kili aftur stór laksaalitjóð, men hann væntar, at tað kann taka nøkur ár enn.[10]

Norsk feløg, ið hava keypt seg inn í alivinnuna fyri milliarda upphæddir, eru Cermaq og Fjord Seafood [11].

Innflytarar í Kili.

Í Kili er nógv fólk av týskum uppruna. Tað mesta av fólkinum er hvítt og býr í miðjum landinum.

Indiánarar

[rætta | rætta wikitekst]

Okkurt um 692 192 indiánar eru eftir [12], og teir búgva uppi í fjøllunum ella allarnorðast í Atakamaoyðimørkini.

Í øldir hava mapucheindiánar stríðst fyri frælsi. Fyrst ímóti inkunum í Perú, síðan ímóti spanska hjálandaveldinum og seinast ímóti kilsku myndugleikunum. Nú á døgum livir meginparturin av teimum 800 000 mapucheindiánunum í friðingarøkjum sunnarlaga í landinum. Eitt fótbóltsfelag í Kili eitur Colo-Colo eftir einum gomlum mapuchehøvdingi.

Suðuri í Kili er nakað av fólki av týskari ætt [13]. Forfedrar teirra fluttu til landið umleið 1850. Har sum teir búsettust, var tá bara mýrar og regnskógur, men nú er tað eitt tað fruktabesta lendið í Kili. Hetta fólkið tosar týskt og hevur varðveitt týskan sið og týskan mentan.

Rithøvundurin Isabel Allende er úr Kili, hon er eftirkomari hjá fyrrverandi forsetanum Salvador Allende.

  1. http://latinamericanhistory.about.com/od/20thcenturylatinamerica/p/pinochetbio.htm
  2. http://www.bbc.co.uk/news/world-latin-america-13664735
  3. http://online.wsj.com/article/SB10001424052748703569004575008751383413436.html
  4. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-27. https://web.archive.org/web/20110727000040/http://www.tu.no/energi/article234207.ece. Heintað 2011-07-03. 
  5. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-08-11. https://web.archive.org/web/20110811054230/http://www.drclas.harvard.edu/revista/articles/view/698. Heintað 2011-07-03. 
  6. http://www.statoids.com/ucl.html
  7. http://www.geographia.com/chile/easterisland.htm
  8. http://snl.no/Chile/n%C3%A6ringsliv
  9. http://www.regjeringen.no/nb/dep/fkd/dok/nouer/2008/nou-2008-5/10/5/2.html?id=500171
  10. industry.fo - Kili framleiðir 300.000 tons av laksi í 2013[deyð leinkja]
  11. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-01-19. https://web.archive.org/web/20120119175025/http://www.bt.no/na24/article110858.ece. Heintað 2011-07-03. 
  12. http://www.ine.cl/cd2002/sintesiscensal.pdf
  13. http://genealogienetz.de/reg/WELT/chile.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið