Ballon d'Or

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ballon d'Or frá ár 2000, sum Figo vann

Ballon d'Or (Tann Gylti Bólturin) og ofta nevndur sum Ársins evropeiski fótbóltsleikari, var ein árligur fótbóltsvirðisløn, sum varð latin til tann leikaran ið fekk flestar atkvøður um at hava verið besti fótbóltsleikarin í einum kalendaraári. Tað var ábyrgdarblaðstjórin á France Football, Gabriel Hanot, ið fann uppá henda prísin, tá hann bað sínar starvsfelagar um at atkvøða fyri tí besta fótbóltsleikaranum í Evropa í 1956. Fyrsti vinnarin gjørdist Stanley Matthews frá FC Blackpool. Virðislønin varð latin frá 1956 til 2009.

Upprunaliga kundu ítróttajournalistarnir bert geva sínar atkvøður til evropeiskir leikarar, sum spældu í evropeiskum feløgum, sum eisini hevði tað avleiðing, at leikarar sum Diego Maradona (sum spældi fótbólt í einum evropeiskum felag, men ikki var evropeari) og Pelé (ið hvørki spældi í ella var úr Evropa) ikki kundi vinna heiðurslønina. Ein broyting í reglunum í 1995, førdi til at ikki-evropeiskir leikarar, fingu møguleika at vinna heiðurin, um teir spældu við einum evropeiskum felag. Tann fyrsti ikki-evropeiski leikarin, ið vann virðislønina var George Weah úr Liberia, ið spældi við A.C. Milan tað árið. Í 2007 fingu allir leikarar í heiminum møguleika at vinna virðislønina, og talið av journalistum ið høvdu atkvøðurætt vaks eisini; 96 journalistar úr øllum heiminum valdu teirra topp-5 leikarar, í mun til árið fyri, tá ið 52 evropeiskir journalistar atkvøddu.

Tríggir leikarar hava vunnið virðislønina tríggjar ferðir: Johan Cruyff, Michel Platini og Marco van Basten. Platini er tann einasti leikarin, ið hevur vunnið virðislønina trý ár á rað, tá hann vann prísin frá 1983 til 1985. Ronaldo gjørdist í 1997 tann fyrsti brasilski leikarin, ið vann prísin, eftir at ikki-evropeiskir leikarar fingu høvi til at vinna.

Við sjey í part eru tað týskir og niðurlendskir leikarar, ið hava vunnið gullbóltin hjá franska tíðarritinum flestar ferðir. Tey italsku feløgini Juventus og Milan hava vunnið flest heitið; seks leikarar hava vunnið 8 virðislønir, meðan teir hava spælt við hesi feløg. Tann síðsti ið vann gullbóltin var Lionel Messi, hann var tann triði argentinarin, ið vann heiðurin, men tann fyrsti argentinski statsborgarin.

Í 2010 vóru Ballon d'Or FIFA World Player of the Year hjá monnunum sligin saman til eina virðisløn, og heimsins besti mannligi fótbóltsleikarin hevur síðan vunnið FIFA Ballon d'Or hvørt ár. UEFA upprættaði í 2011 UEFA Ársins leikari í Evropa-virðislønina.

Listi yvir virðirslønamóttakarar[rætta | rætta wikitekst]

Alfredo Di Stéfano (vinnari 1957 og 1959)
Gerd Müller (vinnari 1970)
Johan Cruyff (vinnari 1971, 1973 og 1974)
Franz Beckenbauer (vinnari 1972 og 1976)
Kevin Keegan (vinnari 1978 og 1979)
Karl-Heinz Rummenigge (vinnari 1980 og 1981)
Michel Platini (Vinnari 1983–1985)
Marco van Basten (vinnari 1988, 1989 og 1992)
Ronaldo (vinnari 1997 og 2002) var í 1997 tann yngsti vinnarin
  • Ár: Árið, ið leikarin varð heiðraður
  • Navn: Navnið á fótbóltsleikaranum
  • Tjóðskapur: Tjóðskapurin hjá vinnandi leikaranum
  • Felag: Felagið, har tann heiðraði leikarin var aktivur. Tá ein leikari hevur spælt fyri fleiri feløg, verður tað fyrsta felagið nevnt.
  • Annaðpláss og Triðjapláss: Leikarar, ið vóru á øðrum og triðjaplássi.
  • Grøn markering: Grøn markering vísir, at leikarin sama árið varð kosin FIFA World Player of the Year, hesin heiðurin varð latin árini 1991 til 2009.
Ár Navn Tjóðskapur Felag Annaðpláss Triðjapláss
1956 Stanley Matthews  Ongland FC Blackpool Spania Alfredo Di Stéfano Frakland Raymond Kopa
1957 Alfredo Di Stéfano  Spania Real Madrid Ongland Billy Wright Ongland Duncan Edwards
Frakland Raymond Kopa
1958 Raymond Kopa  Frakland Real Madrid Týskland Helmut Rahn Frakland Just Fontaine
1959 Alfredo Di Stéfano  Spania Real Madrid Frakland Raymond Kopa Wales John Charles
1960 Luis Suárez Miramontes  Spania FC Barcelona Ungarn Ferenc Puskás Týskland Uwe Seeler
1961 Omar Sívori  Italia Juventus F.C. Spania Luis Suárez Ongland Johnny Haynes
1962 Josef Masopust Kekkoslovakia Kekkoslovakia Dukla Prag Portugal Eusébio Týskland Karl-Heinz Schnellinger
1963 Lew Jaschin Sovjetsamveldið Dynamo Moskau Italia Gianni Rivera Ongland Jimmy Greaves
1964 Denis Law  Skotland Manchester United Spania Luis Suárez Spania Amancio Amaro Varela
1965 Eusébio  Portugal Benfica Lissabon Italia Giacinto Facchetti Spania Luis Suárez
1966 Bobby Charlton  Ongland Manchester United  Portugal Eusébio Týskland Franz Beckenbauer
1967 Flórián Albert  Ungarn Ferencváros Budapest Ongland Bobby Charlton Skotland Jimmy Johnstone
1968 George Best  Norðurírland Manchester United Ongland Bobby Charlton Socialist Federal Republic of Yugoslavia Dragan Džajić
1969 Gianni Rivera  Italia AC Mailand Italia Luigi Riva Týskland Gerd Müller
1970 Gerd Müller  Týskland FC Bayern München Ongland Bobby Moore Italia Luigi Riva
1971 Johan Cruyff  Niðurlond Ajax Amsterdam Italia Sandro Mazzola Norðurírland George Best
1972 Franz Beckenbauer  Týskland FC Bayern München Týskland Gerd Müller og
Týskland Günter Netzer
1973 Johan Cruyff  Niðurlond Ajax Amsterdam
FC Barcelona
Italia Dino Zoff Týskland Gerd Müller
1974 Johan Cruyff  Niðurlond FC Barcelona Týskland Franz Beckenbauer Pólland Kazimierz Deyna
1975 Oleg Blokhin Sovjetsamveldið Dynamo Kiew Týskland Franz Beckenbauer Niðurlond Johan Cruyff
1976 Franz Beckenbauer  Týskland FC Bayern München Niðurlond Rob Rensenbrink Kekkoslovakia Ivo Viktor
1977 Allan Simonsen  Danmark Borussia Mönchengladbach Ongland Kevin Keegan Frakland Michel Platini
1978 Kevin Keegan  Ongland Hamburger SV Eysturríki Hans Krankl Niðurlond Rob Rensenbrink
1979 Kevin Keegan  Ongland Hamburger SV Týskland Karl-Heinz Rummenigge Niðurlond Ruud Krol
1980 Karl-Heinz Rummenigge  Týskland FC Bayern München Týskland Bernd Schuster Frakland Michel Platini
1981 Karl-Heinz Rummenigge  Týskland FC Bayern München Týskland Paul Breitner Týskland Bernd Schuster
1982 Paolo Rossi  Italia Juventus F.C. Frakland Alain Giresse Pólland Zbigniew Boniek
1983 Michel Platini  Frakland Juventus F.C. Skotland Kenny Dalglish Danmark Allan Simonsen
1984 Michel Platini  Frakland Juventus F.C. Frakland Jean Tigana Danmark Preben Elkjær Larsen
1985 Michel Platini  Frakland Juventus F.C. Danmark Preben Elkjær Larsen Týskland Bernd Schuster
1986 Igor Belanow

Sovjetsamveldið

Dynamo Kiew Ongland Gary Lineker Spania Emilio Butragueño
1987 Ruud Gullit  Niðurlond PSV Eindhoven
AC Mailand
Portugal Paulo Futre Spania Emilio Butragueño
1988 Marco van Basten  Niðurlond AC Mailand Niðurlond Ruud Gullit Niðurlond Frank Rijkaard
1989 Marco van Basten  Niðurlond AC Mailand Italia Franco Baresi Niðurlond Frank Rijkaard
1990 Lothar Matthäus  Týskland Inter Mailand Italia Salvatore Schillaci Týskland Andreas Brehme
1991 Jean-Pierre Papin  Frakland Olympique Marseille Týskland Lothar Matthäus
Socialist Federal Republic of Yugoslavia Darko Pančev og
Socialist Federal Republic of Yugoslavia Dejan Savićević
1992 Marco van Basten  Niðurlond AC Mailand Bulgaria Christo Stoitschkow Niðurlond Dennis Bergkamp
1993 Roberto Baggio  Italia Juventus F.C. Niðurlond Dennis Bergkamp Frakland Éric Cantona
1994 Christo Stoitschkow  Bulgaria FC Barcelona Italia Roberto Baggio Italia Paolo Maldini
1995 George Weah  Liberia Paris St. Germain
AC Mailand
Týskland Jürgen Klinsmann Finnland Jari Litmanen
1996 Matthias Sammer  Týskland Borussia Dortmund Brasil Ronaldo Ongland Alan Shearer
1997 Ronaldo  Brasil FC Barcelona
Inter Mailand
Socialist Federal Republic of Yugoslavia Predrag Mijatović Frakland Zinédine Zidane
1998 Zinédine Zidane  Frakland Juventus F.C. Kroatia Davor Šuker Brasil Ronaldo
1999 Rivaldo  Brasil FC Barcelona Ongland David Beckham Ukraina Andrij Schewtschenko
2000 Luís Figo  Portugal FC Barcelona
Real Madrid
Frakland Zinédine Zidane Ukraina Andrij Schewtschenko
2001 Michael Owen  Ongland FC Liverpool Spania Raúl González Blanco Týskland Oliver Kahn
2002 Ronaldo  Brasil Inter Mailand
Real Madrid
Brasil Roberto Carlos da Silva Týskland Oliver Kahn
2003 Pavel Nedvěd  Kekkoslovakia Juventus Turin Frakland Thierry Henry Italia Paolo Maldini
2004 Andrij Schewtschenko  Ukraina AC Mailand Portugal Deco Brasil Ronaldinho
2005 Ronaldinho  Brasil FC Barcelona Ongland Frank Lampard Ongland Steven Gerrard
2006 Fabio Cannavaro  Italia Juventus F.C.
Real Madrid
Italia Gianluigi Buffon Frakland Thierry Henry
2007 Kaká  Brasil AC Mailand Portugal Cristiano Ronaldo Argentina Lionel Messi
2008 Cristiano Ronaldo  Portugal Manchester United Argentina Lionel Messi Spania Fernando Torres
2009 Lionel Messi  Argentina FC Barcelona Portugal Cristiano Ronaldo Spania Xavi
Síðan 2010 er heimsins besti spælari kosin við FIFA Ballon d’Or.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið