Michel Platini

Michel Platini (føddur 21. juni 1955 í Jœuf) er ein franskur fyrrverandi fótbóltsleikari og ítróttarleiðari.
Í 1984 vann Michel Platini EM við franska landsliðnum. Sum eftirmaður hjá Lennart Johansson hevur Platini verið forseti í tí Evropeiska fótbóltssambandinum (UEFA) frá 2007 til 2016.
Hann vitjaði í Føroyum í 2005 og heilsaði millum annað uppá Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmann.[1] Í 2010 vitjaði hann aftur í Føroyum, tá sum forseti í UEFA. Hann hitti FSF og føroyskir myndugleikar, og so handaði hann ferðasteypið til Føroyameistararnar 2010.[2]
Platini er einasti fótbóltsleikari í heiminum, ið hevur vunnið Ballon d'Or virðislønina trý ár á rað.
Keldur[rætta | rætta wikitekst]