Roberto Baggio

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Roberto Baggio

Roberto Baggio (føddur 18. februar 1967 í Caldogno nærindis Vicenza) er ein fyrrverandi italskur fótbóltsleikari, sum eisini hevði verið í hópinum hjá italska fótbóltslandsliðnum.[1]

Hann spældi millum 1982 og 2004 sum álopsleikari og áloypandi miðvallaleikari í fleiri ymiskum feløgum. Seinastu fýra ár spældi hann fyri italska felagið Brescia.

Í 1993 varð hann kosin til FIFA World Player of the Year og hann vann Golden Foot heiðurslønina í 2003.[1]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. 1.0 1.1 Roberto Baggio, munzinger.de