Franz Beckenbauer

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Franz Beckenbauer
14-01-10-tbh-013.jpg
Beckenbauer í 2014.
Persónlig kunning
Fult navn Franz Anton Beckenbauer
Føðingardagur (1945-09-11) 11. september 1945 (aldur 72)
Føðistaður München, Týskland
Hædd 181 m (593 ft 10 in)
Pláss Svipari
Ungdómsyrkisleið
1951–1959 SC 1906 München
1959–1964 Bayern München
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
Ár Felag Dystir (Mál)
1964–1977 Bayern München 439 (64)
1977–1980 New York Cosmos 80 (17)
1980–1982 Hamburger SV 28 (0)
1983 New York Cosmos 25 (2)
Tilsamans 572 (83)
Landslið
1964 Vesturtýskland Ung 3 (3)
1965 Vesturtýskland B 2 (0)
1965–1977 Vesturtýskland 103 (14)
Venjari
1984–1990 Vesturtýskland
1990–1991 Marseille
1993–1994 Bayern München
1996 Bayern München
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only.
† Dystir (Mál).

Franz Anton Beckenbauer (Týsk úttala: [fʁant͡s ˈbɛkənˌbaʊ̯ɐ]; føddur 11. september 1945) er ein týskur fyrrverandi yrkisfótbóltsleikari og venjari. Tíðliga í fótbóltsyrkisleiðini fekk hann kelinavnið Der Kaiser ("Keisarin") vegna hansara vakra stíl, yvirræði og leiðaraevni á vøllinum, og eisini av tí at fornavn hansara "Franz" minnir um eysturríkskir keisarar. Hann verður av mongum mettur at vera ein av teimum bestu fótbóltsleikarunum í søguni.[1][2] Ein fjøltáttaður leikari, ið byrjaði sum miðvallaleikari, men bleiv seinni kendur sum ein góður miðverjuleikari. Hann verður ofta sagdur at vera tann ið uppfann leiklutin hjá nútíðar sviparanum ella libero.[3]

Tvær ferðir varð hann útnevndur Ársins evropeiski fótbóltsleikari. Hann spældi 93 landsdystir fyri Vesturtýskland og spældi í trimum heimsmeistaraskapum. Hann er annar av tveimum monnum, saman við brasilska Mário Zagallo, ið hevur vunnið heimsmeistaraskapin bæði sum leikari og venjari; hann lyfti HM-steypin sum liðskipari í 1974, og endurtók avreksverkið sum venjari í 1990. Hann var tann fyrsti liðskiparin, ið vann bæði HM og EM í fótbólti á altjóða støði og European Cup fyri feløg. Hann varð nevndur í Heimsliðið úr 20. øld (World Team of the 20th Century) í 1998, Dreymaliðið (FIFA World Cup Dream Team) í 2002, og í 2004 kom hann á FIFA 100 listan yvir heimsins bestu fótbóltsleikarar á lívi.[4]

Altjóða mál[rætta | rætta wikitekst]

Mál og úrslit talva. Málini hjá Týsklandi vísast fyrst:
# Dagur Vøllur Mótstøðulið Mál Úrslit Kapping
1. 23. mars 1966 Rotterdam, Niðurlond  Niðurlond 3–1 4–2 Vinardystur
2. 23. mars 1966 Rotterdam, Niðurlond  Niðurlond 4–2 4–2 Vinardystur
3. 4. mai 1966 Dublin, Lýðveldið Írland  Írland 2–0 4–0 Vinardystur
4. 12. juli 1966 Sheffield, Ongland  Sveis 3–0 5–0 HM í fótbólti 1966
5. 12. juli 1966 Sheffield, Ongland  Sveis 4–0 5–0 HM í fótbólti 1966
6. 23. juli 1966 Sheffield, Ongland  Uruguei 2–0 4–0 HM í fótbólti 1966
7. 25. juli 1966 Liverpool, Ongland  Sovjetsamveldið 2–0 2–1 HM í fótbólti 1966
8. 1. juni 1968 Hanover, Týskland  Ongland 1–0 1–0 Vinardystur
9. 14. juni 1970 León, Meksiko  Ongland 1–2 3–2 (l.l.t.) HM í fótbólti 1970
10. 22. november 1970 Athen, Grikkaland  Grikkaland 3–1 3–1 Vinardystur
11. 22. juni 1971 Oslo, Noreg  Noreg 3–0 7–1 Vinardystur
12. 30. juni 1971 Keypmannahavn, Danmark  Danmark 3–1 3–1 Vinardystur
13. 12. mai 1973 Hamburg, Týskland  Bulgaria 1–0 3–0 Vinardystur
14. 6. oktober 1976 Cardiff, Wales  Wales 1–0 2–0 Vinardystur

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Der Kaiser, the brains behind Germany". FIFA. http://www.fifa.com/classicfootball/players/player=25113/. Heintað 24 July 2009. 
  2. Lawton, James (3 June 2006). "Franz Beckenbauer: The Kaiser". The Independent (UK). http://www.independent.co.uk/news/people/profiles/franz-beckenbauer-the-kaiser-480839.html. Heintað 24 July 2009. 
  3. "Franz Beckenbauer bio". ifhof.com – International Football Hall of Fame. http://www.ifhof.com/hof/beckenbauer.asp. Heintað 29 March 2008. 
  4. "Pele's list of the greatest". BBC Sport. 4 March 2004. http://news.bbc.co.uk/sport2/hi/football/3533891.stm. Heintað 16 November 2013. 


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið