Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins (Nordisk Råds Litteraturpris) varð stovnað av norðurlendsku stjórnunum í 1961. Virðislønin verður latin árliga av Norðurlandaráðinum, fyrstu ferð í 1962. Í 1962 var virðislønin 50.000 dkk. Síðan 1995 hevur hon verið 350.000 dkk.
Virðislønin verður latin fyri eitt bókmentaligt verk skrivað á norðurlendskum máli. Endamálið við virðislønini er at økja um áhugan fyri máli og bókmentum í Noðurlondum og fyri norðurlendska mentanarfelagskapinum.
[rætta] Móttakarar
Per Petterson, 2009
Sjón, 2005
Tua Forsström, 1998
Kjartan Fløgstad, 1978
William Heinesen, 1965