Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins er ætlað at vekja áhuga fyri skaptum og framførdum tónleiki á høgum listarligum støði. Annaðhvørt verður virðislønin givin fyri verk hjá núlivandi tónasmiði og annaðhvørt ár fer virðislønin til størri ella minni framførslu á høgum listarligum og handverksligum støði.

Virðislønin varð stovnað í 1956 og skuldi í byrjanini latast triðjahvørt ár. Frá 1990 verður virðislønin uppá 350.000 danskar krónur latin hvørt ár. Eftir 1997 kunnu tey sonevndu sjálvstýrandi økini, t.e. Grønland, Føroyar og Áland, koma við egnum tilnevningum til virðislønina. Norðurlendska tónleikanevndin, NOMUS, virkar sum virðislønarnevnd.

Vinnarar gjøgnum tíðirnar og fyri hvat:

Móttakarar[rætta | rætta wikitekst]

Mari Boine, 2003
Björk, 1997
Ár Móttakari Heitið / starv Land
2013 Pekka Kuusisto Violinspælari  Finnland
2012 Anna Thorvaldsdóttir Dreymi  Ísland
2011 Mats Gustafsson  Svøríki
2010 Lasse Thoresen fyri 'Opus 42'  Noreg
2009 Kari Kriikku  Finnland
2008 Peter Bruun fyri opruna 'Miki Alone'  Danmark
2007 Eric Ericsons Kammarkör  Svøríki
2006 Natasha Barrett fyri tað elektroniska verki "...fetters..."  Noreg
2005 Cikada  Noreg
2004 Haukur Tómasson fyri tónleikin til opruna Fjórði söngur Guðrúnar  Ísland
2003 Mari Boine fyri framførdan tónleik  Noreg
2002 Sunleif Rasmussen fyri symfoniuna Oceanic Days 1995-1997  Føroyar
2001 Palle Mikkelborg fyri framførdan tónleik  Danmark
2000 Kaija Saariaho fyri kamartónleikaverkið Lonh fyri sopran og elektronikk  Finnland
1999 Leif Segerstam fyri framførdan tónleik  Finnland
1998 Rolf Wallin fyri konsert hansara fyri klarinett og orkestur 1995/1996  Noreg
1997 Björk (Guðmundsdóttir) fyri framførdan tónleik  Ísland
1996 Bent Sørensen fyri konsertina Sterbende Gärten fyri violin og orkestur  Danmark
1995 Eric Ericson fyri framførdan tónleik  Svøríki
1994 Erik Bergman fyri opruna Det sjungande trädet  Finnland
1993 Mellersta Österbottens Kammarorkester fyri framførdan tónleik  Finnland
1992 Anders Eliasson fyri Symfoni nr 1  Svøríki
1991 Nils-Henning Ørsted Pedersen fyri framførdan tónleik  Danmark
1990 Olav Anton Thommessen fyri verkið Gjennom Prisme fyri cello, orgul og orkestur  Noreg
1988 Magnus Lindberg fyri verkið "Kraft fyri symfoniorkestur og elektronikk  Finnland
1986 Hafliði Hallgrímsson fyri verkið Poemi för soloviolin och stråkorkester  Ísland
1984 Sven-David Sandström fyri requim De ur alla minnen fallna  Svøríki
1982 Åke Hermansson fyri verkið Utopia  Svøríki
1980 Pelle Gudmundsen-Holmgreen fyri verkið Symfoni/Antifoni  Danmark
1978 Aulis Sallinen fyri opruna Ryttaren  Finnland
1976 Atli Heimir Sveinsson fyri verkið Konsert för flöjt och orkester  Ísland
1974 Per Nørgaard fyri opruna Gilgamesh  Danmark
1972 Arne Nordheim fyri verkið Eco fyri sopransolo, blandað kór og orkestur  Noreg
1970 Lars Johan Werle fyri arenaopruna Drömmen om Thérése  Svøríki
1968 Joonas Kokkonen fyri verkið Tredje symfonien  Finnland
1965 Karl-Birger Blomdahl fyri opruna Aniara  Svøríki

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]