Rói Patursson
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rói Reynagarð Patursson (21. september 1947 í Havn) var føddur í Havn í 1947, og har vaks hann upp. Hann fór ungur til skips, arbeiddi og ferðaðist ymsastaðni í Evropa. Fór so aftur á skúlabonk og tók útbúgving á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í heimsspeki. Hann hevur nú í mong ár verið skúlastjóri á Føroya Fólkaháskúla. Rói er serliga kendur fyri sínar yrkingar, men hevur eisini skrivað stuttsøgur og ritroyndakendar prosastubbar. Í sínum yrkingum ferðast hann millum náttúru og menniskja, barnið og tann vaksna heimin, tað innara og tað ytra landslagið. Hann flytur seg frá tí persónliga og kensluborna til tað politiska og samfelagsliga. Í 1986 fekk Rói Patursson norðurlendsku bókmentavirðislønina í føgrum bókmentum fyri yrkingarsavnið „Líkasum“ 1985. Yrkingin "Meðan áin rann" er úr navnleysa yrkingasavninum, hansara fyrsta, sum kom út í 1969.
[rætta] Heiðurslønir
- 1969 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri Yrkingar.
- 1986 - Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingarsavni Líkasum.
- 1988 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens.