Bókmentir
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Føroyskar bókmentir eru ungar sum bókligar mentir. "Udstrækker vi begrebet moderne litteratur til at omfatte det 20. århundrede, er al skreven færøsk litteratur moderne litteratur" skrivar Jógvan Isaksen í bókini Færøsk litteratur (1993), men hendan staðfesting skal tó helst ikki skiljast sum annað enn ein eggjan til lesaran.
Í 1870-árunum kyknar ein sangmentan millum føroyskar studentar í Keypmannahavn. Hini fyrstu royndini stóð einstøðingurin Alexander Weyhe (1825–1870) fyri við yrkingini (1850). Yrkingin var bæði ávirkað av klassisismuni og romantikkinum og var ein hálovan av landi, fólki, máli og norrønari fortíð, men Alexander lovprísar um somu tíð einaræði, upplýsingarrørslu og klassisismu.
Framfýsnir studentar fóru við íblástri frá romantikkinum og hugsan hennara um eitt fólk, eitt mál og ein stat at yrkja til veitslur í Føroyingafelag. Felagið var stovnað í 1881 við tí endamáli at virka til framburð fyri føroyskum máli og føroyskari mentan. Føroyingafelag fekk stóran týdning fyri tjóðskaparrørsluna, mál og mentan, bæði fyri føroyingar í Keypmannahavn og í Føroyum.
Árni Dahl gav í 1980, 1981 og 1983 út røðina Bókmentasøga 1, Bókmentasøga 2 og Bókmentasøga 3, ið skuldi nøkta fyribils tørvin á eini fullførdari føroyskari bókmentasøgu, men enn er tann bókin ikki komin.
Yvirlitið í neðra er stórt sæð skipað eftir bókarøðini hjá Árna Dahl.
Innihaldsyvirlit |